Nýggj neyðtøkulóg

Amnesty gleðist um, at nýggja neyðtøkulógin byggir á samtykki Hósdagin 17. mars var fyrsta viðgerð av uppskoti um broytingar í lógini um neyðtøku. Út frá orðaskiftinum í Løgtinginum kann tykjast, at tað er breið semja um, at vit hava tørv á nýggjari neyðtøkulóg.  Í Amnesty gleðast vit um, at uppskotið um nýggja neyðtøkulóg byggir á…

Steðgið álopunum á sivil í Ukraina

Russisku álopini á barnagarðar og skúlar og nýtslan av ólógligum vápnum sum tyssisbumbum hava myrt og sært hópin av fólki í Ukraina, teirra millum børn. Latið okkum vísa Putin, at heimurin stendur saman ímóti álopunum. Skriva undir átakið beinanvegin. Klokkan fimm hósmorgunin 24. februar vaknaðu ukrainarar til tíðindini um, at Russland hevði gjørt innrás í…