Russisku álopini á barnagarðar og skúlar og nýtslan av ólógligum vápnum sum tyssisbumbum hava myrt og sært hópin av fólki í Ukraina, teirra millum børn. Latið okkum vísa Putin, at heimurin stendur saman ímóti álopunum. Skriva undir átakið beinanvegin.
Klokkan fimm hósmorgunin 24. februar vaknaðu ukrainarar til tíðindini um, at Russland hevði gjørt innrás í Ukraina. Fáar tímar seinni søgdu starvsfólk hjá Amnesty frá tilvildarligum álopum á sivil um alt landið. Síðan hevur russiska stjórnin bara hert álopini í hjartanum á Ukraina.
”Eg vaknaði til ta verstu marruna. Tað var longsti dagur í lívinum.”
Soleiðis lýsir 21 ára gamla Dzvenyslava Shcherba dagin, tá ið Russland byrjaði innrásina í Ukraina. Hon arbeiðir sum átakssamskipari hjá Amnesty International í Ukraina. Amnesty Danmark hevur verið í sambandi við hana um Skype. Hon er stødd í býnum Lviv har vesturi í Ukraina, hagar hon og familjan eru flýdd.
Amnesty hevur kanningarfólk í londunum kring Ukraina. Við støði í eygnavitnisfrágreiðingum hjá flóttafólkum og greiningum av myndum og videoupptøkum hava vit skjalfest russisk álop á sjúkrahús, skúlar og barnagarðar. Vit hava eisini avdúkað, hvussu russiski herurin brúkar ólógligar tyssisbumbur, sum eru at rokna sum krígsbrotsverk, verða tær brúktar í tættbygdum økjum.
Nú bera vit ótta fyri, at russiska krígsførslan í Ukraina kann fara at kosta nógvum sivilum lívið. Fólk liggja eftirá, teirra millum børn, og fólk túsundatali eru í lívsvanda.
Russland skal halda uppat við tí harðrendu krígsførsluni og verja sivil í Ukraina. Skriva undir átakið beinanvegin.
Brúka ólóglig vápn
At leypa á sivil mál sum barnagarðar og skúlar og brúka vápn, sum ikki gera mun á sivilum og hernaðarligum málum, er brot á fólkarættin.
Sum aðrir íbúgvar í býnum leitaðu Dzvenyslava og familjan sær skjól í verndarrúmum og í metroini, tá ið kríggið brast á.
”Ávaringarlúðrarnir ýldu, og vit hoyrdu brestir. Tað var heilt ræðuligt. Har var nógv fólk. Børn og fólk við húsdýrum. Har var ein gamal maður úr Kharkiv. Hann gekk aftur og fram í rúminum.”
Ongar ábendingar eru um, at nakar av skúlunum og barnagørðunum, har ið Amnesty hevur skjalfest álop, hevur verið brúktur til hernaðarlig endamál.
At brúka tyssisbumbur í tættbygdum økjum er brot á fólkarættin. Tyssisbumbur raka breitt og tilvildarliga, og stór sannlíkindi eru fyri, at tær raka sivil.
Amnesty mælir til at kanna hesi álopini sum møgulig krígsbrotsverk.
Brot á ST-sáttmálan
Russland hevur brotið ST-sáttmálan við at brúka ólógligt vald móti øðrum landi í ósamsvari við fólkarættin.
Tey fimm føstu limalondini í Trygdarráðnum (USA, Frakland, Kina, Russland og Ongland) skrivaðu undir ST-sáttmálan beint eftir seinna heimskríggj í 1945.
Russland misnýtir nú støðuna sum fastur limur í Trygdarráðnum til at sleppa sær undan ábyrgdini av sínum krígsbrotsverkum.
Dzvenyslava er ovfarin av samhuganum, sum Ukraina fær frá púra vanligum fólki í umheiminum, sum millum annað leita sær til ukrainsku mørkini at hjálpa teimum mongu flóttafólkunum.
”Tað heldur mær veruliga uppi at síggja fólk mótmæla og streingja á at fáa okkum meira tryggleika her í Ukraina.”
Amnesty-skrivstovur um allan heim eggja nú fólki til at tala at russisku álopunum á sivil í Ukraina. Tú kanst gera títt við at skriva undir hetta átakið.
Saman leggja vit trýst á russiskar myndugleikar.
Hvat ger Amnesty?
Okkara kanningarfólk landstaðseta álop og gera síðan samrøður á staðnum fyri at vátta og kanna upplýsingarnar.
Les meira her
Okkara krøv
Amnesty krevur, at Russland
-
verjir sivil lív í Ukraina,
-
beinanvegin gevst at brúka hernaðarligt vald í ósamsvari við fólkarættin, m.a. at leypa á sivil mál og brúka tyssisbumbur í tættbygdum økjum,
-
virðir mannarættindi og
-
virðir fólkarættin.
Hví skriva undir?
Tess fleiri, ið mótmæla russisku krígsbrotsverkunum, tess størri trýst leggja vit. Amnesty-skrivstovur um allan heim savna inn undirskriftir at handa russiskum sendistovum og senda russiska verjumálaráðharranum við telduposti. Russiskar sendistovur hava fráboðanarskyldu og skulu tí boða Russlandi frá, tá ið tær fáa áheitanir.
Saman kunnu vit gera mun og tryggja, at Russland veit, at allur heimurin hevur eyguni við russisku framferðini í Ukraina. Tað stóra alheimstrýstið KANN gera mun.
Hvat verður av undirskriftini?
Russlandsserfrøðingar hjá Amnesty meta frægasta mátan at leggja trýst á Vladimir Putin vera at senda russisku sendistovuni í Danmark undirskriftirnar so við og við og at senda verjumálaráðharranum hjá Putin tær beinleiðis.
FAKTA
Hvussu arbeiðir Amnesty International við Ukraina í løtuni?
-
SKJALFESTA ÁLOP: Tað er umráðandi, at Amnesty skjalfestir álopini, sum fara fram í krígnum í Ukraina. Á henda hátt kunnu vit seinni brúka staðsetingina av álopunum til at draga Russland til svars fyri síni krígsbrotsverk fyri Altjóða revsidómstólinum í Haag í Hollandi. Okkara kanningarfólk gera samrøður við m.a. ukrainsk flóttafólk við pólska markið fyri at fáa váttað, hvat ið vendir upp og niður. Vit hava millum annað skjalfest eitt rakettálop uttan fyri eitt sjúkrahús í Ukraina, sum beindi fyri í minsta lagi tveimum sivilum.
-
VÁTTA UPPLÝSINGAR: Kríggið í Ukraina er ikki bara eitt kríggj við vápnum. Tað er eisini eitt kríggj um sannleikan, har ið ómetaliga nógv falstíðindi verða borin. Okkara talgildu kanningarfólk vátta myndir og videoupptøkur, sum vit hava savnað inn á netinum, so at vit kunnu vera vís í, at upplýsingarnar eru rættar. Tað gera tey við at fara ígjøgnum alt tilfarið við størsta nærlagni.
Russisku álopini á Ukraina
Mánadagin 21. februar viðurkendi russiski forsetin, Vladimir Putin, tey bæði loysingarlýðveldini Luhansk og Donetsk í Eysturukraina sum sjálvstøðug lond.
Hósmorgunin 24. februar gjørdi Russland innrás í Ukraina. Russiskir stríðsvognar rullaðu inn í landið og lupu á herin úr ymsum ættum. Síðan hevur Russland hert ta harðrendu krígsførsluna.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at Russland heldur uppat at leypa á sivil í Ukraina.
GG: Vit senda bara fornavnið á teimum, sum skriva undir.
Undirskriftirnar verða sendar russisku sendistovuni í Keypmannahavn so við og við, so at vit áhaldandi leggja trýst á russiskar myndugleikar.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.