SAUDIARABIA: 34 ÁRA FONGSUL FYRI AT BRÚKA TWITTER

Salma al-Shehab er mamma at tveimum børnum og helt feriu í heimlandinum, Saudiarabia, tá ið hon brádliga varð handtikin fyri – á Twitter – at hava fylgt aktivistum og endurtweetað um kvinnurættindi. Nú er hon dømd 34 ára fongsul. Skriva undir og krev, at Saudiarabia sleppir henni leysari beinanvegin. 34 ára gamla Salma al-Shehab er…

“Góðu hjálpið okkum – SKJÓTT!”

Ein 13 ára gomul genta og mamma hennara kunnu hvørja løtu verða sendar úr Saudiarabia aftur til Kina, haðani tær eru flýddar. Tær eru í vanda fyri at verða avbyrgdar og píndar í eini sonevndari ”enduruppalingarlegu”, av tí at tær hoyra til muslimska Uighur-minnilutan. Heimsendingin skal steðgast nú! Tann 31. mars vórðu Buheliqiemu Abula og…

Spyr bara – sex krevur Samtykki

Í ár, í 2022, varð stig tikið til at broyta neyðtøkuásetingina í revsilógini til at verða samtykkisgrundaða og harumframt herða revsingina fyri neyðtøku. Sjeynda árið á rað fer Samtykkisamstarvið at skipa fyri summarátaki. Endamálið við #Samtykki átøkunum hevur øll árini verið at minna á og at varpa ljós á júst tann veruleika, at uttan samtykki…

Samtykkilógin samtykt

Samtykkilógin samtykt 2. mai samtykti Føroya Løgting at broyta ásetingina í neyðtøkulógini, so hon nú byggir á samtykki. Hesa broyting gleðast vit um í Amnesty. Í fleiri ár hava vit arbeitt við neyðtøkuøkinum, har vit m.a. hava gjørt vart við, at SEX KREVUR SAMTYKKI. Hetta sæst nú aftur í lógini, sum nú staðfestir, at um…

Amnesty hevur fingið nýggja nevnd

Amnesty hevur fingið nýggja nevnd   Amnesty Føroyar hevði aðalfund hósdagin 28. apríl.   Eftir fleiri ár í nevndini og í ungdómsbólkinum takka Annika og Dánjal fyri seg, tí tey flyta av landinum í lestrarørindum. Regin, Anna og Milia stóðu fyri vali, og valdu øll at stilla upp aftur. Harafturat vóru trý nýggj andlit, sum…

Danmark: Steðgið mismuni hjá løgregluni

Ein frágreiðing hjá Institut for Menneskerettigheder vísir, at danska løgreglan oftari skuldsetur og handtekur ósek fólk úr etniskum minnilutum enn ósekar etniskar danir. Skriva undir og krev, at danski løgmálaráðharrin tekur stig til at áseta eitt forboð fyri mismuni í donsku politilógini. Ósek fólk av minnilutaetniskum uppruna verða nógv oftari skuldsett og handtikin í Danmark…

Aðalfundur 2022

Aðalfundur hjá Amnesty Føroyum verður í Smæruni hóskvøldið 28. apríl kl. 18.00 – 19.30. Skrá sambært lógum felagsins (tær kunnu lesast her) Øll eru hjartaliga vælkomin. Mál á skrá? Ynskir tú at fáa mál á skrá, skal hetta fráboðast í telduposti til nevndia í seinasta lagi 25.apríl (chair@amnesty.fo). Øll kunnu seta spurningar til nevndina á…