Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum
Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum er 25. november, og aftur í ár fara vit at varpa ljós á dagin.
Í ár fara vit at viðgera evnið talgildur harðskapur við framløgum og sofapráti. Talgildur ella digitalur harðskapur er eitt nýtt og vaksandi fyribrigdi innan harðskapsøkið. Vit vita frá kanningum, at triðja hvør kvinna kring allan heim er ella hevur verið fyri harðskapi – antin likamligum, kynsligum ella sálarligum. Og nú vísir nýggj kanning, at ein av 10 kvinnum, eldri enn 15 ár, hevur verið fyri fyri talgildum harðskapi.
Talgildur harðskapur kann vísa seg eitt nú seksuelt, sálarliga og fíggjarliga, og persónligu fylgjurnar eru eyðsýntar. Sálarligu avleiðingarnar kunnu verða stórar, og eisini síggja vit, at talgildi harðskapurin kann ávirka starvsmøguleikar hjá kvinnuni, tí við talgilda harðskapinum verða upplýsingar av ymiskum slagi almannakunngjørdar.
Á tiltakinum í ár verða tvær framløgur. Katrin Thorsvig Hansen er høvurðsákæri, og fer at greiða frá lógarverkinum, hvussu støðan er við talgildum harðskapi í Føroyum og hvussu slík mál verða handfarin, tá ið tey verða meldaði.
Ta seinnu framløguna fer Bjørt Lind, sálarfrøðingur at hava. Framløgan fer at snúgva seg um, hvat harðskapur er – undir hesum talgildur harðskapur – hvussu hetta slagi av harðskapi ávirkar tann rakta og hvønn stuðul og hjálp tey raktu hava tørv á.
Eftir ein steðg verður sofaprát.
Á tiltakinum verður Óluva Zachariassen orðstýrari.
Skráin:
13.00: Vælkomin og tiltakið verður sett
13.10: Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá løgregluni í Føroyum: um støðuna á økinum, lógarverkið og handfaringina av slíkum málum
13.35: Bjørt Lind, sálarfrøðingur: um talgildan harðskap og avleiðingar
14.00: Steðgur
14:15 Sofaprát
-Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri
-Bjørt Lind, sálarfrøðingur
-Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum
-Rakul Højsted Hansen og Guðrun Magnussen, sum hava verið fyri talgildum harðsskapi, og
15.30: Samanumtøka og endi
16.00: Opið hús í Mettustovu har øll eru vælkomin
Fyriskriparar eru Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Sig frá/Almannamálaráðið
GG! Tilmelding er ikki neyðug, men vit eru takksom um tit geva okkum eitt prei á kristjan@amr.fo, um tit koma.
Tiltakið verður 25. november kl. 13-16 í Smæruni, J.H. Schrøters gøta 7. Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.