Danski ríkisborgarin og mannarættindastríðsmaðurin Abdulhadi al-Khawaja hevur sitið 11 ár í fongsli fyri at hava verið við í friðarligum mótmælum fyri fólkaræði. ST metir ikki Danmark at hava gjørt nóg mikið fyri at fáa hann leyslatnan. Krev, at danska stjórnin alment krevur, at Barain sleppir honum leysum beinanvegin.
Danski ríkisborgarin og mannarættindastríðsmaðurin Abdulhadi al-Khawaja átti ein avgerandi leiklut í at skipa fyri friðarligum mótmælum til frama fyri politiskar broytingar undir fólkaræðisrørsluni – tí sonevnda Arabiska várinum – sum í februar 2011 kyknaði í oyggjalandinum Barain.
Al-Khawaja varð handtikin tann 9. apríl 2011, tá ið vápnaðir løgreglumenn í maskum á miðjari nátt tóku seg inn í heimið hjá dóttur hansara, har ið hann og familjan vóru stødd. Undir handtøkuni varð hann avbardur, so at hann fall í óvit, og drigin eftir fótunum niður gjøgnum trappurnar, so at høvdið brast í hvørt trapputrin og legði slóð av blóði eftir seg.
Eftir órættvísan rættargang varð al-Khawaja dømdur at sita lívstíð í Jau-fongslinum, har ið hann situr enn í dag.
Undir tí fyrsta rættarganginum greiddi al-Khawaja dómaranum frá, hvussu hann varð píndur og á annan hátt illa viðfarin í fongslinum, m.a. avbardur og hóttur við neyðtøku. Ta fyrstu tíðina í fongslinum fekk hann fleiri kjálkabeinsbrot. Hann hevur fleiri ferðir verið undir skurði, men dregist framvegis við kroniska pínu. Beinbygnaðurin í andlitinum hevur fingið varandi skaða, og sárini eru ikki lekt, sum tey skulu. Tí tørvar honum áhaldandi læknaviðgerð. Men fongslið sýtir ofta fyri at sleppa honum til lækna, og tí eru vit stúrin um heilsustøðuna hjá honum.
Al-Khawaja er einasti danski samvitskufangi í heiminum, og tí eigur Danmark, sum í sínum uttanríkispolitikki leggur stóran dent á fólkaræði og rættindir, at seta gerðir aftan fyri síni orð og royna sítt ítasta at fáa hann leyslatnan. Hetta skal ikki gerast handan stongdar dyr, men við alment at leggja beinleiðis trýst á Barain.
11 ár í fongsli fyri at siga sína hugsan eru 11 ár ov nógv. Krev, at danski uttanríkisráðharrin herðir trýstið og brúkar øll neyðug amboð at fáa al-Khawaja leyslatnan.
Álvarslig heilsustøða
Amnesty hevur tosað við Maryam, eina av døtrum Abdulhadi al-Khawaja, sum býr í Danmark. Hon og familjan hava samband við pápan hvønn sunnudag.
”Tá ið fongslið sýtir øðrum fangum læknahjálp, ella tá ið aðrir fangar verða illa viðfarnir, talar babba at, og tí verður hann eitt ítøkiligt mál fyri fangavørðirnar.”
Maryam, dóttir Abdulhadi al-Khawaja
Tann grova píningin hjá fangavørðunum hevur volt pápanum álvarsligar heilsutrupulleikar, og tí hevur hann bráðtørv á støðugari læknaviðgerð og endurmenning.
Amnesty International skjalprógvaði í sambandi við eina innlegging, at hann hevði rivur í kjálkabeininum og skallanum og stór svørt merkir á ørmunum. Í løtuni hevur hann 18 plátur og 36 skrúvur í kjálkanum eftir skurðviðgerðirnar í andlitinum.
Danmark vil ikki tala at alment
Tann serligi ST-fráboðarin fyri mannarættindastríðsfólk, Mary Lawlor, hevur sagt seg vera skelkaðan av, at Danmark ikki alment krevur, at Barain sleppir al-Khawaja leysum. Mary Lawlor hevur eisini mælt Danmark til at boða frá, at al-Khawaja eftir leyslatingina kann taka eitt flogfar til Keypmannahavnar, har ið hann hevur búð í meira enn tíggju ár.
”Eg skilji ikki, hvussu babba, sum er einasti danski samvitskufangi í heiminum, ikki er eitt mál, sum danska stjórnin raðfestir.”
Maryam, dóttir Abdulhadi al-Khawaja
At stuðla mannarættindastríðsfólki kring heimin er eitt høvuðsevni í donskum uttanríkis- og menningarpolitikki. Men hóast Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, handan stongdar dyr hevur lagt trýst á Barain, er hann ikki sinnaður alment at fara nærri inn í málið hjá al-Khawaja ella at hittast við dóttur hansara, Maryam.
Hetta heldur Amnesty vera skeivt. Vit halda ikki, at verulig broyting kemur í, fyrr enn Danmark gongur á odda. Nú hevur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, ein síðsta møguleika at gera vart við seg alment fyri danska fólkatingsvalið.
Danmark er einasta land, sum kann tryggja, at al-Khawaja verður leyslatin, tí hann er danskur ríkisborgari. Skulu ES, USA ella aðrar stjórnir taka undir við trýstinum, má Danmark ganga undan.
Sleppur at tosa við familjuna í tíggju minuttir um vikuna
Fongslið hevur skert ta vikuliga samrøðuna hjá al-Khawaja við familjuna. Einaferð slapp hann at tosa við familjuna í 20-25 minuttir hvønn sunnudag, men tær samrøðurnar verða ofta skerdar.
Í eini samrøðu greiddi hann familjuni frá heilsustøðuni. Læknin hevði sagt honum, at hann kundi missa sjónina í høgra eyga og tí átti at verða kannaður, men fangavørðirnir søgdu, at hann slapp ikki aftur til læknaviðtalu tað næsta árið.
”Meðan hann greiddi okkum frá hesum [vantandi læknaatgongd], fór fangavørðurin at geyla: ’Hatta sleppur tú ikki at tosa um’. Babba svaraði honum, at hann hevði talufrælsi og hevði rætt til at finnast at bæði fangavørðinum, stjóranum hjá honum, ja, sjálvum kongi, um hann vildi.”
Maryam, dóttir Abdulhadi al-Khawaja
Herfyri fór al-Khawaja undir at mótmæla í fongslinum og fanst millum annað at innanríkisráðharranum í Barain fyri at hava evstu ábyrgd av, at fangar vórðu píndir. Hann mótmælti, at fongslið hevði sett ein fangavørð á deildina fyri mannarættindastríðsfólk, hóast sami fangavørður áður hevði pínt eitt teirra.
Eisini var sjúkrahúsviðgerðin hjá al-Khawaja avlýst tvær ferðir tær síðstu tríggjar vikurnar, og eina aðra ferð var hann fluttur á sjúkrahús á eini metalbøru, sum bara gjørdi ta álvarsligu pínuna uppaftur verri.
Okkara krøv
Saman krevja vit, at danski uttanríkisráðharrin gongur undan og við eini greiðari almennari fráboðan krevur beinleiðis av myndugleikunum í Barain,
-
at teir beinanvegin og uttan treytir sleppa Abdulhadi al-Khawaja leysum,
-
at teir beint eftir leyslatingina sleppa al-Khawaja at ferðast til Keypmannahavnar, og
-
at teir seta eina óhefta kanning í verk til at kanna skuldsetingarnar hjá al-Khawaja um píning.
Hví skriva undir?
Tíðin er búgvin til, at vit í felag leggja so stórt trýst sum gjørligt á Barain. Av tí at tjóðartingsval verður í landinum tann 12. novembur, halda vit, at trýstið fer at muna. Tað tilstundandi valið ger, at stjórnin í Barain teir næstu mánaðirnar er eyka eym um sítt altjóða umdømi og tí tekur sær atfinningar úr umheiminum nær.
Eisini er tíðin upp undir valið ein avgerandi roynd hjá tí nýggja forsætisráðharranum og krúnprinsinum, sum hevur lýst seg sjálvan sum framsøknan og broytingarsinnaðan.
Tann 7. novembur í ár skal Barain til ’ST-próvtøku’ í mannarættindum undir UPR (Universal Periodic Review). Hetta er tí júst tann rætta løtan at varpa ljós á mannarættindastøðuna í landinum.
Omanfyri nevndu umstøður fáa okkum at halda, at trýst tann komandi mánaðin kann verða avgerandi í royndini loksins at fáa al-Khawaja leyslatnan.
Tá ið Amnesty Danmark legði stórt trýst á Barain at fáa al-Khawaja leyslatnan í 2012, restaði lítið í, at hann varð leyslatin. Men fyrrverandi forsætisráðharrin steðgaði leyslatingini. Nú eru útlitini vónandi betri við tí nýggja forsætisráðharranum.
Hvat verður av undirskriftini?
Amnesty Danmark ætlar saman við fleiri øðrum felagsskapum at handa uttanríkisráðharranum undirskriftirnar í apríl. Vónandi fer at bera til hjá familjuni hjá al-Khawaja at handa ráðharranum undirskriftirnar persónliga.
Hvør er Abdulhadi al-Khawaja?
Danski-barainski ríkisborgarin og mannarættindastríðsmaðurin Abdulhadi al-Khawaja telist millum stovnararnar av og er fyrrverandi stjóri í fleiri mannarættindafelagsskapum. Hann hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri sína aktivismu og enntá verið tilnevndur til friðarheiðurslønina hjá Nobel.
Hann er 61 ára gamal, giftur og eigur fýra døtur og fýra abbabørn. Tey bæði síðstu árini áðrenn hann varð fongslaður, arbeiddi hann fyri altjóða felagsskapin Front Line Defenders sum vendarsamskipari fyri Miðeystur og Norðurafrika. Front Line Defenders er ein óheftur, almannagagnligur felagsskapur, sum verjir mannarættindastríðsfólk.
Tann 22. juni 2011 dømdi ein hernaðardómstólur í Barain hann lívlangt fongsul. Tann 28. septembur 2011 staðfesti ein annar dómstólur dómin.
Hesir felagsskapirnir taka undir við okkara kravi:
Front Line Defenders, Human Rights Watch, Vuka!, CIVICUS, International Service for Human Rights, Project on Middle East Democracy, IFEX, Freedom House, Martin Ennals, Rafto, World Movement Assembly, Human Rights First, Gulf Centre for Human Rights, Bahrain Center for Human Rights, Bahrain Institute for Rights and Democracy, Americans for Human Rights and Democracy in Bahrain, Dignity, PEN, International Media Support, Rerieve, DAWN og Cairo Institute for Human Rights Studies.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.