Undir fyrireikingunum til HM í fótbólti í Katar hevur Amnesty skjalprógvað nógv brot á rættindini hjá gestaarbeiðarum. Tað er tíð upp á, at FIFA og Katar rinda gestaarbeiðarunum, sum undir ótolandi arbeiðsumstøðum hava gjørt endaspælið møguligt, endurgjald.
Í døgunum frá 20. novembur til 18. desembur 2022 verður HM í fótbólti í Katar. Undir fyrireikingunum til HM hava gestaarbeiðarar millum annað bygt leikvøllirnar og vegirnar, sum eru fyritreytin fyri, at Katar kann skipa fyri HM. Fyri alt hetta hava gestaarbeiðararnir rindað við sínum rættindum og við lívinum.
Amnesty hevur skjalprógvað, hvussu gestaarbeiðarar á skipaðan hátt hava verið fyri álvarsligum mannarættindabrotum. Gestaarbeiðarar í túsundatali hava latið lív undir arbeiðsuppihaldi í Katar, og samvitskuleysir arbeiðsgevarar hava gjørt sær dælt við heilt nógvum teirra.
Malcolm Bidali er úr Kenja og fór til Katar at arbeiða. Tað er trupult at finna arbeiði í Kenja, og hann visti, at tað var lættari í Katar. Men aðru ferð hann fór avstað, vóru arbeiðsviðurskiftini vorðin út av lagi vánalig:
”Eg haldi ikki, at tað var nakað ávíst, sum var ringast, tí hvør dagur var bara eitt stríð í sær sjálvum. Lívskorini, arbeiðsumstøðurnar, matvørugóðskan, mismunurin, frælsiskúganin og kenslan av at vera minni verdur enn onnur menniskjur,”
sigur Malcolm Bidali við Amnesty.
Ring viðferð og vandamiklar arbeiðsumstøður
Gestaarbeiðarar kunnu ikki skifta arbeiði ella sleppa sær úr landinum, uttan at arbeiðsgevarin góðkennir hetta. Eisini hava fleiri teirra upplivað, at lønin ikki hevur verður útgoldin ella hevur verið fleiri mánaðir seinkað.
Tann ógvisligi hitin í Katar, saman við drúgvum arbeiðsdøgum við ongum steðgi, ger tað beinleiðis vandamikið at fara til arbeiðis. Nógv hava fingið arbeiðsskaða og enntá latið lív.
”Tú arbeiðir 12 tímar uttan steðg, og tú arbeiðir undir ógvuliga vánaligum umstøðum. Tú verður hitastrongdur, fólk svíma, og fólk bløða nasablóð,”
sigur Malcolm Bidali.
Samstundis er tað forboðið at vera limur í einum fakfelag, og hetta ger tað næstan ómøguligt hjá gestaarbeiðarum at stríðast fyri betri arbeiðskorum.
Eisini vita vit, at nógvir gestaarbeiðarar hava verið noyddir at rinda dýr og ólóglig avgjøld í heimlandinum fyri at fáa loyvi at arbeiða í Katar. Av somu orsøk hava teir verið noyddir at taka lán við sera høgari rentu.
Nógv standa nú eftir við døprum framtíðarútlitum, eftir at arbeiðsgevarar í Katar hava gjørt sær dælt við teimum.
Nýskipanir ikki handhevjaðar
Katar hevur sett onkrar nýskipanir í verk til betra um støðuna hjá gestaarbeiðarunum. Myndugleikarnir hava millum annað ásett minstuløn, givið arbeiðarum rætt til at halda steðg og strikað kravið um, at arbeiðsgevarin skal geva loyvi, um teir vilja sleppa úr landinum ella skifta arbeiði.
Men hóast hesi framstigini í lóggávuni vísir okkara støðufrágreiðing frá oktobur 2022 tíverri, at tiltøkini ikki verða handhevjað. Fleiri gestaarbeiðarar fáa framvegis ikki løn rættstundis, sleppa ikki halda frí og arbeiða undir arbeiðsumstøðum, sum als ikki kunnu góðtakast.
FIFA og Katar skulu rinda endurgjald
Amnesty krevur, at FIFA setur í minsta lagi 440 milliónir dollarar av til at rinda gestaarbeiðarum, sum síðan 2010 hava verið illa viðfarnir undir fyrireikingunum til HM, endurgjald. Ein kanning frá septembur 2022 vísti, at seks av tíggju dønum vóru samdir við okkum í hesum.
Vit heita á FIFA-forsetan, Gianni Infantino, um at samstarva við Katar um at fáa eina víðfevnda endurgjaldsskipan í lag. Umframt at endurgjald skal veitast fyri arbeiðsrættindabrot í sambandi við vertsskapin hjá Katar, krevja vit, at tann vánaliga viðferðin ikki endurtekur seg, hvørki í Katar ella í kappingum í framtíðini.
Skyldurnar hjá FIFA og Katar fevna ikki bara um gestaarbeiðararnar, sum beinleiðis hava verið knýttir at arbeiðinum at byggja leikvøllir. Tær fevna eisini um tey, sum við sínum arbeiði við undirstøðukervinum og í tænastuvinnuni hava gjørt tað møguligt hjá Katar at vera vertstjóð.
FIFA er bundið av ST-leiðreglunum um mannarættindi og vinnu. Hesar leiðreglurnar krevja millum annað, at fyritøkur rinda endurgjald fyri mannarættindabrot í sambandi við virksemið.
Á sama hátt hevur Katar skyldu til at tryggja endurgjald fyri hvørt brot innan fyri landsins mørk, sama um brotið hevur samband við heimsmeistaraskapin ella ikki.
Okkara krøv
Amnesty krevur, at:
Katar og FIFA fáa í lag eina víðfevnda endurgjaldsskipan fyri í minsta lagi 440 milliónir dollarar til at tryggja, at gestaarbeiðarar, sum hava verið illa viðfarnir í sambandi við arbeiði fyri og undir HM í fótbólti 2022, fáa endurgjald fyri brotini, sum teimum hava verið fyri.
Hví skriva undir?
Tess størri trýst vit leggja á FIFA og Katar, tess størri verða sannlíkindini fyri, at kongsríkið umsíðir fer at halda sínar skyldur og veita gestaarbeiðarunum, sum hava verið illa viðfarnir fyri og undir HM í fótbólti í Katar, endurgjald. Løtan er lagalig beint nú, tí endaspælið byrjar tann 20. novembur 2022.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda arbeiðsmálaráðharranum í Katar, Ali bin Samikh Al Marri, og FIFA-forsetanum, Gianni Infantino, undirskriftirnar. Tær innsavnaðu undirskriftirnar verða eisini handaðar FIFA beinleiðis á næsta FIFA-fundi í mars 2023.
FAKTA
Hesi mannarættindini verða brotin:
Sambært ST-sáttmálanum um fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi hava øll rætt til rímilig og góð arbeiðskor (art. 7).
Øll hava rætt til – til at fremja og verja síni fíggjarligu og sosialu áhugamál – at stovna fakfeløg og gerast limir í fakfeløgum eftir egnum vali, bara við fyrivarni fyri viðtøkunum hjá viðkomandi fakfelag (art. 8).
Arbeiðsfelagsskapurin hjá ST (ILO) hevur fleiri sáttmálar, sum skulu verja rættindir og arbeiðsumstøður hjá arbeiðarum, m.a. við vernd fyri tvingsilsarbeiði (nr. 29 og 105), reglum um arbeiðstíð (nr. 1), vikuligari hvílu (nr. 14) og heilsu, umhvørvi og trygd á arbeiðsplássinum (nr. 155).
Katar:
Katar er eitt kongsríki í Miðeystri. Íbúgvatalið, sum telur 2,6 milliónir, er mentanarliga samansett við einum greiðum meiriluta av gestaarbeiðarum, sum telur sløk 90 prosent. Almenna málið er arabiskt.
Síðan fullveldið í 1971 hevur Katar havt einaræðisstjórn. Hesi seinnu árini er tó ein ávís politisk slakan farin fram. Men politiskir flokkar eru framvegis forbodnir. Í verki verður Katar tí framvegis stjórnað sum eitt einaræðiskongsríki.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.
Fólk í túsundatali hava latið lív, og familjurnar sita eftir í svárum fátækadømi.
Ein av teimum er Balkisun Mandal Khatwe. Á myndini eru familjulimir savna um kistuna í bygdini Belhi í Nepal.
Gestaarbeiðarar hava rindað við lívinum fyri at fyrireika HM í fótbólti. Familjur hava mist síni kæru og eru vorðnar uppaftur fátækari. Tað er tíð upp á, at FIFA og KATAR rinda.
Mynd: Niranjan Shrestha/AP/Shutterstock