SKRIVA EITT BRÆV – BROYT EITT LÍV
SKRIVA FYRI LÍV
Nú altjóða mannarættindadagurin nærkast byrjar árliga átakið hjá Amnesty International, Skriva fyri lív. Tá skriva milliónir av fólkum kring heimin brøv – brøv, sum kunnu broyta lív.
Í 1962 byrjaði Amnesty International sum rørsla. Fólk skrivaðu til portugisisku stjórnina og heittu á hana um at leyslata tveir ungar menn, sum av órøttum vóru fongslaðir. Og nú 60 ár seinni skriva vit enn brøv.
Fyri 21 árum síðani savnaðust nakrir aktivistar í Pólandi. Tey høvdu funnið upp á eitt tiltak, har tey skrivaðu brøv í 24 tímar – eitt sokallað skrivimarathon. Tiltakið varð so væleydnað, at árini eftir vórðu fleiri og fleiri lond, sum skipaðu fyri líknandi tiltøkum. Hetta varð byrjanin til Skriva fyri lív, sum nú er størsta mannarættindatiltakið í heiminum.
Vit skriva, tí tað riggar. Hvørt ár síggja vit ítøkiligar broytingar orsaka av brøvunum og undirskriftunum. Fólk, sum av órættaði eru fongslaði, verða leyslatin. Tey seku verða sett til svars. Og fólk í fongslum verða betri viðfarin.
Øll kunnu luttaka í Skriva fyri lív – privatpersónar, skúlaflokkar, fríðtíðarskúlar, bindiklubbar, bókaklubbar og øll møgulig onnur. Nú hevur tú møguleikan at gera ein mun hjá fólki kring allan heimin, sum eru í vanda ella hótt, tí tey hava mótmælt. Um tú skrivar brøv saman við floksfeløgum, vinum, familju ella sjálv/ur fara tíni orðini at broyta lív.
Landafrøðilig mørk eru ikki samhugamørk
Vit skriva áheitanarbrøv til myndugleikarnar. Tað kann vera til dómarar, forsetar, politiovastar ella onnur, sum hava ávirkan á støðuna hjá persóninum, vit skriva fyri. Tá fleiri túsund fólk í øllum heiminum skriva brøv og vísa sína ónøgd, leggja vit eitt stórt trýst. Vit skriva eisini samhugabrøv. Fólk, sum eru fongslaði og óttast fyri lívi tínum, tí tey hava gjørt vart við órættvísi, er tað ein uggi at vita, at onnur stuðla sær. Líka mikið hvønn tú skrivar til, skalt tú vita, at tey verða glað av at frætta frá tær. Tíni orð kunnu geva teimum treysti og vón. Landafrøðilig mørk eru ikki mørk fyri samhuga.
Rætturina at mótmæla
Øll málini, vit í ár skriva fyri, snúgva seg um rættin at mótmæla: Summi hava mótmælt og vorðin fongslaði, tí tey hava gjørt sær dælt av hesum virðismikla rætti, meðan onnur ikki hava møguleika at mótmæla orsaka av teirra samleika.
At mótmæla er ein vanligur máti at vísa á ónøgd og arbeiða fyri broyting. Hetta er ein virðismikil rættur, sum er hóttur í fleiri londum. Í Amnesty halda vit, at hesin rættur má verjast fyri teimum, ið sita við valdið og eru bangin fyri broytingum og atfinningum. Mótmæli er ein sterkur máti at vísa ónøgd. Við mótmælum kunnu vit gera vart við mannarættindabrot, vit kunnu verja mannarættindi og vit kunnu krevja broytingar. Við mótmælum kunnu vit geva okkara meiningar til kennar og krevja rættvísa viðferð.