Shahnewaz er stórur krikketfjeppari og hevur sjálvur spælt, síðan hann var smádrongur. Hann elskar eisini at skriva og at brúka tað skrivaða málið til at siga frá avbjóðingum hjá fólkinum í Banshkali, økinum, haðan hann er.
Banshkali er eitt láglent strandarøki í útsynningspartinum av Bangladessj, sum er viðbrekið fyri veðurlagsbroytingunum. Eitt nýtt kolrikið orkuverk í bygdini hjá Shahnewaz skuldi gagna menningini í økinum. Shahnewaz var tó stúrin um ávirkanina, sum orkuverkið fór at hava á veðurlagið.
Tann 26. mai 2021 rakti ein ódn økið. Ógvisligt áarføri og vindur oyðiløgdu fleiri heim. Shahnewaz segði frá síni stúran á Facebook. Hann skrivaði, at veðurlagsbroytingarnar vóru orsøk til ódnarveðrið, og sipaði í sama viðfangi til Banshkali-orkuverkið. Hann eggjaði tí unga fólkinum til at gera vart við seg. Hann skrivaði: “Ungdómurin í Banshkali má reisa seg ímóti órættvísi og stuðla gongdini við óttaleyst at skriva sína hugsan.”
Dagin eftir stevndi orkuverkið Shahnewaz og legði hann undir at bera falstíðindi. Tann 28. mai 2021 handtók løgreglan hann fyri uppslagið á Facebook. Hann varð afturhildin undir ómenniskjansligum umstøðum í 80 dagar uttan rættargang. Shahnewaz varð leyslatin ímóti loysigjaldi tann 16. august 2021, men verður hann dømdur, skal hann í fongsul í mong ár.
SKRIVA UNDIR
Krev, at myndug-leikarnir í Bangladessj beinanvegin og treytaleyst sleppa øllum ákærum ímóti Shahnewaz Chowdhury.
HVAT VERÐUR AV UNDIRSKRIFTINI
Vit senda undirskriftirnar til Løgmálaráðið í Bangladessj.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.