Egyptaland: Fongslaður og píndur fyri at finnast at stýrinum
Eftir órættvísan rættargang varð egyptiski-bretski aktivisturin Alaa Abdel Fattah dømdur fimm ára fongsul fyri at hava ”borið falstíðindi”. Í góð trý ár hevur hann sitið avbyrgdur í einum lítlum fangakliva við vánaligari útlufting og ongari madrassu og song. Hann er vorðin píndur og sleppur hvørki at tosa við sakførararnar hjá sær ella at fáa konsulshjálp…