Eftir órættvísan rættargang varð egyptiski-bretski aktivisturin Alaa Abdel Fattah dømdur fimm ára fongsul fyri at hava ”borið falstíðindi”. Í góð trý ár hevur hann sitið avbyrgdur í einum lítlum fangakliva við vánaligari útlufting og ongari madrassu og song. Hann er vorðin píndur og sleppur hvørki at tosa við sakførararnar hjá sær ella at fáa konsulshjálp frá bretskum myndugleikum. Hann eigur at verða leyslatin í stundini.
Eftir órættvísan rættargang dømdu egyptiskir myndugleikar í desembur 2021 tann kenda politiska aktivistin og andstøðingin Alaa Abdel Fattah fimm ára fongsul fyri millum annað at hava ”borið falstíðindi”. Hann varð í veruleikanum bara dømdur fyri sítt friðarliga mannarættindavirksemi. Hann varð píndur og slapp hvørki at tosa við sínar sakførarar ella at fáa konsulshjálp frá bretskum myndugleikum. Hann eigur beinanvegin at verða treytaleyst leyslatin.
Ómenniskjansligar fongsulsumstøður
Tey síðstu mongu árini er egyptiski-bretski Alaa Abdel Fattah handtikin ótaldar ferðir – millum annað fyri sín leiklut í uppreistrinum í Egyptalandi í 2011. Seinast tann 29. septembur 2019. Seinni sama dag varð sakførarin hjá honum, Mohamed Baker, sum er stovnari av Adalah Center for Rights and Freedoms, eisini handtikin. Eftir nærum fýra ár í fongsli varð hann náðaður og leyslatin tann 19. juli 2023. Alaa Abdel Fattah er fongslaður við sama lag.
Fram til ávikavist mai og oktobur 2022 vóru Alaa Abdel Fattah og Mohamed Baker innibyrgdir í smáum fangaklivum við vánaligari útlufting og ongari song og madrassu í Tora Maximum Security 2-fongslinum í Kairo. Fongsulsleiðslan sýtti teimum lesnað, venjing í fongsulsgarðinum, líkinda klæðir, útvarp, ur og atgongd at heitum vatni og persónligum ognarlutum sum familjumyndum.
Egyptiskir myndugleikar skulu beinanvegin og treytaleyst sleppa Alaa Abdel Fattah leysum og ógilda dómin hjá honum. Skriva undir!
Píndur og illa viðfarin
Tann 12. mai 2022 greiddi Alaa Abdel Fattah mammu síni frá, hvussu varaovastin í fongslinum hevði bart hann av, meðan hann var í handjørnum. Seks dagar seinni varð hann eftir stórt trýst frá almenninginum fluttur í Wadi al-Natrun-fongslið norðan fyri Kairo.
2. oktobur 2022 varð Mohamed Baker fluttur í Badr1-fongslið, har ið fangarnir klaga um støðugt sjónbandaeftirlit og støðuga baðing í flúrglógvandi ljósi. Tann 10. apríl 2023 varð sakførarin og mannarættindastríðsmaðurin noyddur úr øllum klæðunum og síðan avbardur og illa viðfarin, áðrenn hann at enda varð settur í avbyrging. Eina viku seinni handtóku myndugleikarnir konu Mohamed Baker, Neamu Hisham, og hildu henni aftur í 13 tímar, av tí at hon segði frá valdsgerðunum, sum maðurin hevði verið fyri.
Framvegis nógvir fangar hóast náðing
Síðan egyptiski forsetin í apríl 2022 endurreisti náðingarnevndina hjá forsetanum, hava egyptiskir myndugleikar leyslatið fleiri gitnar samvitskufangar umframt onnur í hundraðtali, sum hava verið afturhildin av politiskum ávum. Kortini eru fólk í hundraðtali við sama lag tilvildarliga fongslað bara fyri at hava útint síni mannarættindi ella eftir órættvísan rættargang ella uttan løgfrøðiligt grundarlag.
Hví skriva undir?
Tess størri altjóða trýst vit leggja á egyptisku myndugleikarnir, tess størri verða sannlíkindini fyri, at egyptisku myndugleikarnir sleppa Alaa Abdel Fattah leysum og ógilda dómin hjá honum.
Hvat verður av undirskriftini?
Undirskriftin verður send egyptiska forsetanum, Abdel Fattah al-Sisi.
Veðurlagsráðstevna varpaði ljós á fongslingar
Undan COP 27, tí stóru veðurlagsráðstevnuni hjá Sameindu tjóðum, sum varð hildin í Sharm El Sheikh í Egyptalandi í novembur 2022, vóru fólk í hundraðtali handtikin og fongslað fyri at hava eggjað til friðarlig mótmæli tann 11. novembur.
Undir COP 27 eggjaði eitt samfelt kór av røddum úr øllum heiminum egyptiskum myndugleikum til at leyslata Alaa Abdel Fattah, sum hevði verið í hungursverkfalli í sjey mánaðir, tá ið ráðstevnan byrjaði tann 6. novembur 2022. Eitt nú harmaðist Volker Türk, ST-hákommisserur fyri mannarættindi, um, at Alaa Abdel Fattah framvegis var fongslaður, og hann heitti á Egyptaland um beinanvegin at sleppa honum leysum og veita honum heilsurøktina, sum honum tørvaði.
Í hungursverkfall
2. apríl 2022 fór Alaa Abdel Fattah í hungursverkfall fyri at mótmæla, at hann av órøttum var fongslaður, og at bretska konsulatið ikki slapp at vitja hann. Tann 1. novembur herdi hann hungursverkfallið og gavst at fáa sær tær 100 kaloriurnar um dagin, sum hann hevði fingið sær síðan apríl. Tann 6. novembur 2022 gavst Alaa Abdel Fattah at drekka vatn, og fimm dagar seinni fall hann í óvit undir brúsuni. Tá ið hann raknaði við aftur, helt ein annar fangi honum, hann varð kringdur av nógvum fólki, og eitt rør varð stungið inn í kroppin á honum. Eftir hesa nærdeyðaupplivingina tók hann ikki hungursverkfallið upp aftur, men svór at taka tað upp aftur, um ikki verulig framstig fóru at síggjast í málinum hjá honum.
Sameindu tjóðir samdar við Amnesty
Tann 24. mars 2023 almannakunngjørdi mannarættindaráðið hjá Sameindu tjóðum sínar eygleiðingarniðurstøður um, hvussu Egyptaland lýkur sínar skyldur sambært altjóða sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi. Mannarættindaráðið kom millum annað eftir, at Egyptaland fongslar fólk tilvildarliga og misbrúkar lóggávuna ímóti yvirgangi til at teppa tey, sum finnast at egyptiskum myndugleikum – alt viðurskiftir, sum bæði Amnesty International og aðrir altjóða og egyptiskir mannarættindabólkar hava varpað ljós á síðan 2013.
SKRIVA UNDIR HER
Skriva undir og krev, at Alaa Abel Fattah beinanvegin verður leyslatin!
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.