31. desember 2020
Hóast hetta hevur verið eitt trupult ár, hava vit nógv at fegnast um í 2020. Við at skriva brøv, skriva undir áheitanir og mótmæla á skynsaman hátt hava fólk – hóast tær truplu umstøðurnar – tikið lógvatak saman og víst, at broytingar eru møguligar. Og tørvar tær fleiri prógv, so fært tú her 41 kveikjandi søgur, sum vísa, at menniskjagóðska sigrar umsíðir.
Januar
1. Í januar boðaði stjórnin í Bangladessj frá, at hon fór at bjóða Rohingya-børnum undirvísing. Avgerðin kom hálvt triðja ár eftir, at Rohingya-ættarbólkurin varð noyddur at flýggja til Bangladessj í kjalarvørrinum á einum átaki við etniskari útreinsing í Myanmar. Hetta var ein stórur sigur hjá Amnesty International og øðrum mannarættindafelagsskapum, sum við átøkum høvdu talað fyri útbúgving til knappa hálva millión Rohingya-børn í flóttafólkalegunum í Bangladessj.
2. Av tí at Vadim Nesterov úr Kasakstan hevur menningartarn, fekk hann ongan rættarligan myndugleika, tá ið hann fylti 18 ár í 2011. Hann slapp tí ikki at taka avgerðir um egin viðurskiftir og útinna síni rættindir, og eingi útlit vóru fyri, at hann nakrantíð fór at fáa eitt starv ella at verða giftur. Eftir eina frágreiðing hjá Amnesty International, sum m.a. varpaði ljós á søguna hjá honum, og strategiska uppílegging hjá Felagnum fyri sálargreinarar í Kasakstan fekk Vadim umsíðir síni rættindir í januar. Talan var um ein stóran sigur hjá teimum, sum bera brek í Kasakstan.
Februar
3. Skrivstovan hjá ST-hákommisserinum í mannarættindamálum (OHCR) læt úr hondum eina frágreiðing, sum leingi hevði verið bíðað eftir, og sum setur navn á meira enn 100 fyritøkur, sum hava tilknýti til ólógligar ísraelskar búsetingar á Vestara áarbakka. Á listanum eru fleiri fyritøkur, sum fáast við talgilda ferðavinnu, eitt nú Airbnb, TripAdvisor, Expedia og Booking.com, sum kanningar hjá Amnesty International hava avdúkað leiða ferðavinnu til búsetingarnar og soleiðis gera sítt til, at tær eru til og vaksa.
4. Í einum avgerandi úrskurði í einum máli, sum Amnesty International og Altjóða nevndin fyri løgfrøðingar saman løgdu upp í, staðfesti kanadiski hægstirættur, at ein mannarættindastevning móti eini námsfyritøku við høvuðssæti í Vancouver kundi viðgerast í Kanada heldur enn í Eritrea, har ið brotini vórðu søgd at vera farin fram. Avgerðin slóðaði fyri at leggja nýtt støði undir borgararættarliga ábyrgd.
Mars
5. Altjóða dómstólurin gjørdi av at fara undir at kanna fólkarættarlig brotsverk hjá øllum pørtum í stríðnum í Afganistan. Kærudeildin ógildaði eina avgerð, sum Tann dómsfyrireikandi deildin tók í apríl 2019 um at gevast við kanningararbeiðinum. Frammanundan hevði Amnesty International funnist harðliga at hesi avgerðini.
6. Spania kunngjørdi eitt lógaruppskot, sum samsvarandi altjóða mannarættindakrøvum allýsir neyðtøku sum sex við ongum samtykki. Lógaruppskotið kom í kjalarvørrinum á nøkrum nógv umrøddum hópneyðtøkumálum, har ið rættarskipanin sveik tey órættaðu. Lógaruppskotið, sum útvegar onnur amboð at byrgja fyri og svara aftur kynsligum harðskapi, er framvegis til viðgerðar í spanska lóggávutinginum. Amnesty hevur í fleiri evropeiskum londum skipað fyri átøkum at allýsa neyðtøku sum sex við ongum samtykki, eitt nú átakinum Sex krevur samtykki.
7. Iranski andligi leiðarin Mohammad Ali Taheri varð sameindur við familjuna í Kanada, eftir at hann í mai 2011 var vorðin handtikin í Iran og dømdur til deyða fyri at hava stovnað tann andliga bólkin Erfan-e Halgheh. Varðhaldsfongslingin elvdi til øsing og altjóða kærur frá Amnesty International, sum náddu hámarkinum, tá ið hann fyrst varð dømdur til deyða og deyðadómurin síðan varð ógildaður aftur. Í 2019 varð hann umsíðir leyslatin, og hann flýddi seinni til Kanada, har ið hann í einum uppslag á Facebook takkaði Amnesty-limum fyri ótroyttilig mótmælisátøk.
8. Í Uganda ógildaði grundlógardómstólurin partar av lógini um alment skilhald, sum í nógv ár gav løgregluni sera víðar heimildir at forbjóða almennum samkomum og mótmælistiltøkum. Hetta var ein vónarglotti hjá tí illa sperdu politisku andstøðuni og hjá mannarættindaverjum.
Apríl
9. Kinesiski mannarættindasakførarin Wang Quanzhang varð sameindur við familjuna eftir hálvt fimta ár í fongsli. Hann stóð fyri skotum fyri sítt arbeiði at avdúka mutur og mannarættindabrot. Líka síðan hann varð varðhaldsfongslaður, hevði Amnesty við átøkum heitt á myndugleikarnar um at sleppa honum leysum.
10. Amerikanska Afrika-hervaldið (AFRICOM) fór á fyrsta sinni at geva út ársfjórðingsfrágreiðingar, sum viðgjørdu skuldsetingar um, at amerikonsk loftálop í Somalia høvdu rakt vanligar borgarar, m.a. tríggjar tilburðir, sum Amnesty International hevði kannað og varpað ljós á. Eftir at tann fyrsta frágreiðingin var komin út í apríl, tóku limir í Kongressini málið upp í eini roynd at ábyrgja Pentagon/AFRICOM. Frágreiðingarnar komu út, eftir at vit høvdu skipað fyri átøkum og kravt størri gjøgnumskygni í AFRICOM og latið úr hondum eina slóðbrótandi frágreiðing, Tað fjalda amerikanska kríggið í Somalia, sum slóðaði fyri, at USA á fyrsta sinni viðgekk, at vanligir borgarar vóru raktir av amerikonskum loftálopum í Somalia. AFRICOM hevur higartil viðgingið 13 tilburðir. AFRICOM hevur eisini tikið stig til ein fráboðanarportal á netinum, har ið skyldfólk og vanligir borgarar, sum eru raktir av amerikonskum loftálopum í Somalia, kunnu boða frá tilburðum, har ið vanligir borgarar eru raktir.
11. Saudiarabiskir myndugleikar kunngjørdu ætlanir um at gevast at brúka deyðarevsing móti fólki, sum eru yngri enn 18 ár, tá ið tey fremja brotsverkið. Í staðin fyri deyðarevsing fáa hesi 10 ára fongsulsrevsing. Kortini kunnu ung, sum verða dømd eftir tí ofta misbrúktu lógini ímóti yvirgangi, framvegis verða avrættað. Amnesty International heitir framvegis á Saudiarabia um at avtaka deyðarevsing í øllum førum.
12. Áheitanin hjá Amnesty International á meksikanskar myndugleikar um at gevast at halda migrantum aftur í afturhaldsmiðstøðum á vandamiklan og mismunarelvandi hátt gjørdi sítt til, at flestu migrantar og friðskjólsumsøkjarar í teimum 65 innflytaramiðstøðunum í landinum sluppu leysir.
13. Stjórnin í Sierra Leone strikaði forboðið, sum forbjóðaði gentum við barn at ganga í skúla og fara til próvtøku. Hetta hendi eftir áheitanir og væleydnaðar stevningar frá Amnesty International og samstarvsfelagsskapum. Í nærum fimm ár hevði bannið tikið rættin til útbúgving frá ungum kvinnum.
Mai
14. Í mai 2020 endurnýggjaði Trygdarráðið hjá ST einmælt vápnabannið móti Suðursudan. Hetta hendi eftir ídnar áheitanir og eitt mánaðardrúgt átak hjá Amnesty International. Amnesty stóð einsamalt fyri tí gjølliga kanningararbeiðinum at avdúka brot á vápnbannið, og umboð fyri Trygdarráðið søgdu kanningararbeiðið hava verið avgerandi fyri ta einmæltu atkvøðugreiðsluna.
15. Fyrst í mai fríkendi ein franskur dómstólur ein bónda, sum var rættarsøktur fyri at hava hjálpt neyðstøddum friðskjólsumsøkjarum. Í 2017 varð Cédric Herrou dømdur fyri at “lætta um ólógliga umferð, tilhald og innferð hjá flóttafólki og migrantum” við markið millum Frakland og Italia. Málið hjá Herrou er eitt av mongum dømum um, at samhugagerðir gerast revsiverdar í Evropa.
16. Í Bahrain varð mannarættindastríðsmaðurin Nabeel Rajab leyslatin úr fongslinum eftir ein dóm við ongari fongsulsrevsing. Hetta hendi eftir áralong átøk hjá Amnesty International og øðrum mannarættindafelagsskapum. Sambært Mohamed Al Jishi, einum av sakførarunum hjá honum, sleppur Nabeel undan at sita í fongsli teir síðstu tríggjar mánaðirnar av tí upprunaliga dóminum.
Juni
17. Eftir átøk og mótmælir hjá Amnesty International og samstarvsfeløgum vórðu tveir kroatiskir løgreglumenn ákærdir fyri at hava sligið ein tilflytara úr Afganistan, sum teir høvdu steðgað nærindis markinum til Bosnia-Hersegovina.
Juli
18. Eftir átøk í fleiri ár hjá Amnesty International staðfesti ein samveldisdómstólur í Kanada, at tað ikki var í samsvari við grundlógina at senda friðskjólsumsøkjarar aftur til USA eftir sáttmálanum um trygt triðjaland.
19. Ólavsøkudag varð deyðadómurin hjá suðursudanska tannáringinum Magai Matiop Ngong, sum vit stuðlaðu við átakinum Skriva fyri lívi, ógildaður, og hann varð fluttur úr deyðaklivanum. Rørd av trongstøðuni hjá honum skrivaðu fólk um allan heim honum ikki færri enn 765.000 stuðulsbrøv. Í Suðursudan elvdi málið hjá Magai til kjak um børn og deyðarevsing – ein sjáldsom og sera kærkomin gongd.
20. Bara tímar eftir at vit almannakunngjørdu okkara frágreiðing um ólógliga avskógan og jarðartøku í veitingarketuni hjá heimsins størsta kjøtframleiðara, JBS, boðaði samveldisákærin í statinum Rondônia frá, at hann fór at kanna avdúkingarnar hjá Amnesty International nærri. Eina viku seinni váttaði eitt grannskoðaravirki, sum fyrr hevði veitt fyritøkuni óhefta grannskoðan, at tað hevði mótmælt, tá ið JBS av órøttum segði virksemið hjá sær í Amazon vera avskóganarfrítt. Seinni strikaði viðgitna evropeiska íløguhúsið Nordea Asset Management JBS úr síni kundaskrá og segði avgerðina vera grundaða á avdúkingarnar um veitingarketuna hjá JBS. Og í oktobur lovaði JBS at seta í verk eftirlit við allari veitingarketuni fyri 2025 – eisini gørðunum, sum eru óbeinleiðis veitarar, og sum eru settir í samband við ólógliga avskógan.
21. Skipanin hjá Amnesty til at avdúka løgregluharðskap undir #BlackLivesMatter-mótmælistiltøkum í USA avdúkaði mannarættindabrot um alt landið og varð tikin við í heimildarfilmar hjá New York Times, Washington Post og CNBC. Kanningarfólk hjá Amnesty kunnaðu eisini Kongressina og vitnaðu fyri lóggávutinginum í Oregon og vegleiddu, tá ið lóggávan um nýtslu av táragassi varð umskrivað.
“Eg eri rørd av samhuginum og stuðlinum, eg fekk úr øllum heimsins heraðshornum.”
Samira Sabou, journalistur og forkvinna í Felagnum fyri bloggarar í Niger
22. Samira Sabou, journalistur og forkvinna í Felagnum fyri bloggarar í Niger, varð leyslatin úr fongslinum eftir áheitanir frá Amnesty International. Eftir at hon var leyslatin, segði Samira: “Eg gloymi ikki Amnesty International, sum vísti á vantandi samanhang í sambandi við mína handtøku. Eg eri rørd av samhuginum og stuðlinum, eg fekk úr øllum heimsins heraðshornum.”
August
23. Ein høgur yvirmaður í Carabineros-løgregluliðnum í Kili, eyðmerktur við kodunavninum G-3, varð handtikin og skuldsettur, tveir mánaðir eftir at Amnesty International hevði almannakunngjørt prógv fyri, at hann hevði ábyrgdina av, at tann lesandi Gustavo Gatica varð blindaður í sambandi við eitt mótmælistiltak í fjør. Løgreglan skemdi mótmælistiltøkini við ólógligari valdsnýtslu.
24. Í Russlandi varð dómurin hjá Jehova vitninum og samvitskufanganum Gennadiy Shpakovsky, sum varð rættarsøktur bara fyri at útinna rættin til átrúnaðarfrælsi, ógildaður, og hann varð leyslatin úr fongslinum. Hetta hendi, eftir at Amnesty International hevði strongt á við átøkum.
25. Venesuelskir myndugleikar sleptu 110 fangum leysum, og ein teirra var 61 ára gamli samvitskufangin og fakfelagsformaðurin Rubén Gonzáles, sum hevði verið afturhildin síðan novembur í 2019.
26. Fyri at verja migrantarbeiðarar fyri ringari viðferð strikaði Katar krøvini um, at teir skuldu hava loyvi frá arbeiðsgevaranum fyri at kunna skifta arbeiði, og lógarfesti nýggja minstuløn uttan mismun. Katar verður vertur fyri heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2022, og Amnesty hevur í fleiri ár varpað ljós á rættindini hjá migrantarbeiðarum í landinum. Amnesty fegnast um ábøturnar, sum gjørdar eru, men minnir á, at tær sum skjótast mugu setast fult og heilt í verk.
Septembur
27. Somaliski ríkisákærin segði, at stjórnin fer at stovna eitt nýtt ákæruembæti til burturav at taka sær av brotsgerðum móti journalistum. Boðini komu, eftir at somaliski forsetin, Mohamed Abdullahi Mohamed “Farmajo”, alment bant seg til at dagføra ta ótíðarhóskandi revsilógina frá 1962, sum mangan er brúkt til órættvísa rættarsókn móti journalistum. Hetta frambrotið kom í kjalarvørrinum á februarfrágreiðinini hjá Amnesty International, “Vit liva í áhaldandi ótta”, sum skjalprógvaði brot á talufrælsið í Somalia, okkara beinleiðis áheitanum á myndugleikarnar og alsamt størri trýsti frá staðbundnum, fjølmiðlastuðlandi bólkum.
28. Eftir at julifrágreiðingin hjá Amnesty hevði varpað ljós á yezidibørn, sum eru sloppin úr fangilsi hjá Islamskum stati við lívinum, tók økisstjórnin í Kurdistan alment undir við okkara fremsta tilmæli um at geva børnum lut í øllum endurgjaldsskipanum. Hetta tí at tey, sum er, ikki eru fevnd av lógaruppskotinum hjá irakiska lóggávutinginum til endurgjaldslóg fyri fólk av yezidiættini, sum eru komin frá IS-brotsverkum við lívinum.
Oktobur
29. Eftir at Amnesty International UK hevði almannakunngjørt eina frágreiðing um, hvussu bretska stjórnin hevur svikið eldri borgarar í sambandi við COVID-19-farsóttina og latið teir doyggja á ellisheimi, boðaði bretska Nevndin fyri røktardygd frá, at kanningar fóru at verða settar í verk alt fyri eitt at kanna ta víðfevndu nýtsluna á ellisheimum av boðum um ikki at royna at fáa fólk aftur til lívs. Almannamálaráðharrin segði stjórnina fara at taka stig til eina royndarverkætlan, har ið nøkur avvarðandi skuldu kannast, so at búfólk á røktarheimum kundu fáa meira innihaldsríka vitjan.
“Vit høvdu ikki megnað tað uttan hjálpina frá Amnesty International.”
Fakfelagsumboð úr Malaisia
30. Fimm malaisiskir aktivistar, sum vórðu ákærdir fyri at hava skipað fyri eini friðarligari samkomu, sum skuldi vísa sjúkrahúsreingerðarfólki stuðul, vórðu leyslatnir uttan tó at verða fríkendir. Tað merkir, at teir kunnu verða ákærdir aftur, hóast tað er ósannlíkt. Í frágreiðingini “Avdúkað, tept, álopin” varpaðu vit ljós á málið, og okkara arbeiði fyri at takka verða aktivistarnir ikki rættarsøktir longur. Eitt fakfelagsumboð tók til: “Vit høvdu ikki megnað tað uttan hjálpina frá Amnesty International.”
31. Mannarættindaráðið hjá ST longdi fulltrúina hjá Sannroyndarkanningarnevndini viðvíkjandi Venesuela tvey ár og bøtti um útlitini fyri altjóða rættvísi, stutt eftir at kanningarnevndin hevði staðfest avdúkingarnar hjá Amnesty International um, at Maduro-stjórnin sannlíkt hevur framt brotsverk ímóti mannaættini.
32. Ídnum mótmælum hjá Amnesty-stuðlum fyri at takka vórðu fleiri fólk, sum av órøttum vórðu afturhildin, leyslatin. Teirra millum vóru Narges Mohammadi úr Iran og Alaa Shaaban Hamida úr Egyptalandi. Í Suðursudan varð aktivisturin Kanybil Noon leyslatin eftir at hava verið afturhildin í 117 dagar uttan ákæru. Av tí at hann onga atgongd hevði at heilsutænastum, var heilsustøðan vánalig. Tá ið hann var leyslatin, segði Kanybil: “Eg eri so takksamur fyri tykkara tøk. Berið øllum starvsfólkahópinum mína takkarkvøðu. Eg eri so takksamur fyri tænastuna.”
33. Eftir eina frágreiðing hjá Amnesty International, sum varpaði ljós á ta miseydnaðu útbúgvingarskipanina í Suðurafrika, kunngjørdi Ramaphosa forseti eina ætlan um at skifta teir 143 móruskúlarnar, sum eftir eru, út og bøta um teir 3.103 skúlarnar, sum ikki hava nøktandi reinførisviðurskiftir. Hetta kundi verið eitt stórt framstig fyri vanbýtt børn um alt landið.
Novembur
34. Evropeiski umboðsmansstovnurin segði seg fara at seta eina kanning í verk at kanna, um Evropanevndin forsømdi at tryggja, at kroatiskir myndugleikar virdu grundleggjandi rættindir, tá ið teir útintu ES-fíggjað arbeiði mótvegis migrantum og flóttafólki við landamarkið. Boðini komu, eftir at Amnesty International og aðrir felagsskapir høvdu skjalprógvað brot – eitt nú, hvussu kroatiska løgreglan, kanska við ES-fíggjaðari løn, sló og á annan hátt píndi migrantar og friðskjólsumsøkjarar.
35. Umhvørvismálaráðharrin í Salomonoyggjum helt fast við stongsilin fyri einum bauxitnámsloyvi, sum hótti nærsamfeløg á Wagina-oynni. Hetta var høvuðsevnið í eini kanning, sum Amnesty gjørdi síðst í 2019. Talan var um ein torvunnan sigur hjá oyggjarbúgvunum, sum liva av oynni og havinum kring tað ætlaða námsøkið.
36. Argentinski forsetin, Alberto Fernández, helt lyftið um at leggja eitt søguligt lógaruppskot fyri lóggávutingið um at legalisera abort. Hetta hendi, eftir at kvinnurættindaverjar, teirra millum Amnesty International, í nógv ár við virknum átøkum høvdu virkað fyri hesum.
37. Eftir at Meksiko gjørdist tað 11. landið at staðfesta Escaszú-sáttmálan, kemur økissáttmálin um vernd av umhvørvinum og umhvørvisverjum nú í gildi. Hetta hendir eftir íðin átøk hjá Amnesty og samstarvsfeløgum í fleiri latínamerikonskum londum.
38. Í Danmark setti stjórnin sær fyri at broyta revsilógina at fáa hana at viðurkenna, at sex við ongum samtykki er neyðtøka. Hetta hendi eftir fleiri ára átøk hjá kvinnurættindafelagsskapum og bólkum fyri tey, sum hava verið fyri neyðtøku, og eftir Amnesty-átakið “Sex krevur samtykki”.
39. Eftir drúgt trýst frá Amnesty International, m.a. fundir við forsetan og varaforsetan, gav kostarikanska stjórnin migrantum úr Nikaragua, Kuba og Venesuela, sum ikki høvdu fingið flóttafólkastøðu, eina serliga humanitera migratiónsstøðu, sum loyvdi teimum at arbeiða og at lat teir sleppa undan teimum óhepnu avleiðingunum, sum skeiv migratiónsstøða kann hava fyri teirra mannarættindir.
40. Japanska bryggjaríið Kirin boðaði frá, at tað steðgaði gjøldum til myanmarsku hernaðarfyritøkuna MEHL, samstundis sum koreanska klædnafyritøkan Pan-Pacific gjørdi av at slíta handilssambondini við somu fyritøku. Tað var frágreiðingin Military Ltd., sum Amnesty læt úr hondum í 2020, og sum avdúkaði sambond millum altjóða fyritøkur og myanmarska herin, sum skundaði undir avgerðirnar hjá Kirin og Pan-Pacific.
Desembur
41. Amnesty rakk meira enn 10 milliónum stuðlum í 2020. Hetta er eitt satt bragd, og Amnesty takkar tykkum øllum fyri, at tit taka virknan lut og gera mun.