Amnesty International Føroyar, fer aftur í ár undir limaátakið: ”ANDLIT TIL ANDLITS ”, har vit senda fólk út á gøturnar at tosa við fólk og bjóða teimum við sum stuðlar; Høvuðusuppgávan er at tosa við fólk úti á gøtuni. Harafturat fevnir ein partur av uppgávuni seg eisini um at ringja út til limir og at arbeiða við limaskipan. Vit sóknast í hesum sambandi eftir fólki, eldri enn 18 ár, at umboða Amnesty.
FØRLEIKI
Vit sóknast eftir fólki, sum eru áhugað í MANNARÆTTINDUM, og sum taka undir við arbeiðinum hjá Amnesty International. Tað er somuleiðis neyðugt, at viðkomandi er opin og fyrikomandi og dámar at tosa við fólk.
TÍÐ OG STAÐ
Arbeiðið fer í høvuðsheitum fram í Tórshavn, men farið verður eisini út um landið. Vit arbeiða gerandisdagar millum 4-6 tímar um dagin og leygardagar millum 3-5 tímar um dagin í tíðarskeiðinum 1. JULI TIL 23. JULI 2022. Møguleiki er fyri at arbeiða ein part av tíðarskeiðinum.
Umsóknarfreistin er 17. JUNI. Umsóknin skal sendast til starv@amnesty.fo.
LØN
LØNIN er 135,56 kr. um tíman. Lønin verður útgoldin 14. hvønn dag (afturúr). Umframt løn verða goldin 12% í frítíðarløn og 8% í eftirløn.
SAMBAND VIÐ AMNESTY
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elsu Wraae á telefon 235819 ella um teldupost elsa@amnesty.fo.