Grundleggjandi mannarættindi
Øll tiltøk at fyribyrja, steðga og viðgerða COVID-19 skulu liva upp til altjóða mannarættindi. Um slík tiltøk skulu setast í verk, skal tað vera fyri at tryggja almenna heilsu og hjálp til fólk, sum eru serliga útsett.
Persónligu frælsisrættindini eru grundarsteinur undir samfelagi okkara og skulu verjast – eisini í krepputíðum. Sambært altjóða lóg kunnu lond tó innføra avmarkingar í grundleggjandi rættindi hjá borgarunum fyri at verja almennu heilsuna, men bert tá tað er neyðugt, og tá tiltøkini eru í samsvari við endamálið. Eisini er ein fyritreyt, at minni tiltøk ikki verða mett at hava sama virkna.
Tað skal harafturat vera gjørligt at hava eftirlit við íverksettu tiltøkunum. Og myndugleikarnir hava ábyrgd av at grundgeva fyri, at tiltøkini framhaldandi eru neyðug. Hesar grundreglur eru galdandi fyri tiltøk, sum t.d. sóttarhald og forboð ímóti at ferðast, sum verða íverksett kring allan heim í hesum døgum.
Talufrælsi
Rætturin at leita sær upplýsingar, at fáa upplýsingar og at deila upplýsingar er vardur av altjóða mannarættindum um talufrælsi. Harafturat er atgongd til nýggjastu heilsufakligu upplýsingarnar ein grundleggjandi fortreyt fyri at verja seg og onnur ímóti smittu. Hóast hetta er rætturin til at móttaka nøktandi kunning um COVID-19 avmarkaður í fleiri londum.
Rætturin til arbeiði
Tiltøk at tryggja almenna heilsu so sum forboð ímóti at savnast og ferðast, sóttarhald og at lata stovnar og skúlar aftur, hava stóra ávirkan á grundleggjandi rættin til arbeiði. Eisini eru fólk, sum arbeiða í óskipaðum geirum, serliga útsett. Tað er ábyrgdin hjá landinum at tryggja, at øll varðveita teirra sosiala trygdarnet, um tey ikki sleppa til arbeiðis orsakað av COVID-19.
Útsettir fakbólkar
Í hesum døgum eru heilsustarvsfólk lyklapersónar, og teirra arbeiði er avgerandi fyri at basa og fyribyrgja útbreiðsluni av COVID-19.
Umframt at tey seta egna heilsu og lív í vága, so arbeiða tey langar og krevjandi dagar undir stórum sálarligum trýsti.
Læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og aðrir fakbólkar, sum arbeiða beinleiðis við COVID-19, skulu tryggjast serligar treytir og stuðul. Harafturat skulu familjur teirra tryggjast, um tey gerast sjúk.
Altjóða samhaldsfesti
Mannarættindi kunnu bert tryggjast, við at øll vísa altjóða samhaldsfesti, samstarv og hjálp. Stóra útbreiðslan av COVID-19 vísir, hvussu sárbær og sínamillum tengd heimsins lond eru.
Lond skulu tí veita hvørjum øðrum allar viðkomandi upplýsingar um útbreiðsluna av COVID-19 og deila allar royndir um fyribyrging og viðgerð. Skjóta útbreiðslan av sjúkuni kring heimin førir til stúran fyri teimum londum, sum ikki hava nøktandi heilsuskipanir og útgerð. Tað er neyðugt, at onnur lond og altjóða samstørv standa saman um at hjálpa skjótast gjørligt. Hjálpin skal vera grundað á hesi somu altjóða mannarættindi og tryggja rættindini hjá øllum samfelagsbólkum – eisini teimum, sum ikki hava neyðugu tilbúgvingina, og sum tí eru mest útsett og sárbær.
COVID-19 og Føroyar
Fyrst og fremst ynskja vit at standa saman, og nýta høvið at vera takksom fyri, at heilsustarvsfólk og myndugleikar hava víst, at vit hava eitt heilsuverk í heimsflokki.
Amnesty hevur ikki nøktandi heilsufakligu vitanina til at meta um tiltøkini, sum eru íverksett. Heilt yvirskipað ynskja vit sjálvandi, at tiltøkini tryggja grundleggjandi rættindi – serliga atgongdina til heilsuhjálp, sum er átrokandi í núverandi støðu. Samstundis ynskja vit sjálvandi, at tey inntriv, sum verða gjørd í frælsisrættindini hjá borgarunum, eru neyðug og í samsvari við endamálið, og at tað verður eftirmett allatíðina.
Vit ynskja í hesum sambandi at vera vinurin, sum setur neyðugu spurningarnar.