12.10.2023
ÍSRAEL OG PALESTINA: VÁPNAÐI PALESTINSK STRÍÐSLIÐ SKULU ÁBYRGJAST
Tað var týðiligt, at Hamas og onnur vápnaði palestinsk stríðslið leygarmorgunin brutu altjóða lóg og vístu eina skelkandi vanvirðing fyri lívi við ræðuligu og harðrendu brotsgerðum, herundir hópdrápi, gíslatøkum og rakettálopum, har ikki var skilt millum sivil og hernaðarlig mál. Við prógvum fyri teimum ræðuleikum, ið fóru fram suðuri í Ísrael heldur Amnesty International áfram at kanna brot á altjóða lóg.
Upptøkur, sum eru greinaðar av Crisis Evidence Lab hjá Amnesty International, vísa, at palestinskir stríðsmenn tilætlað skutu sivil og tóku fólk sum gíslar. Eitt av ræðuligu álopunum var á tónleikafestivalin, Supernova, har í minsta lagi 260 fólk vórðu dripin, og fleiri eru enn ikki komin afturíaftur.
“At myrða sivil er eitt krígsbrotsverk, og tað er eingin grundgeving fyri hesi ræðuligu álopini. Vit hava staðfest skelkandi upptøkur, sum vísa vápnaðar menn, sum skjóta sivil og taka fólk sum gíslar. Ein óhugnalig upptøka vísur vápanðar menn, sum í hernaðargongu føra eina kvinnu gjøgnum gøtu í Gazageiranum, sum ein sena úr eini marru. Øll sivil, sum eru burturførd, skulu leyslatast beinanvegin. Hesar brotsgerðir skulu kannast sum ein partur av kanningini, sum Altjóða Revsidómstólurin er í ferð við at gera av brotsgerðum framdar av øllum pørtum í hesum stríðnum” sigur Agnès Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
“Nógvu prógvini av ísraelskum krígsbrotsverkum umbera ikki ræðuligu atferðina hjá palestinsku vápnaðu stríðsliðunum, og loyvir teimum ikki at sleppa undan skyldunum staðfestar í altjóða lóg um at virða grundreglur um menniskjaligheit og verju av sivilum” sigur Agnès Callamard.
Álopini á Ísrael byrjaðu við eini røð av tilvildarligum rakattálopum úr Gazageiranum og síðani fóru Hamas og onnur paestinsk vápnaði stríðslið inn í Ísrael. Rakettir í túsundatali lendu í fleiri økjum miðskeiðis og suðuri í Ísrael og rukku heilt til Tel Aviv. Hesi ólógligu álopini drupu bæði ísraelar og palestinar.
Umframt ræðuligu summarisku drápini av sivilum, sum fór fram fleiri støð í sunnara parti av Ísrael, eru í minsta lagi 150 gíslar tiknir inn í Gazageiran, herundir børn og útlendingar, sambært ísraelskum myndugleikum.
Amnesty International hevur verifiserað fleiri upptøkur, sum vísa, at sivil verða dripin og burturflutt. M.a. at Hamas-stríðsmenn burturfluttu og tilvitað drupu sivil í og við eina ísrealska kibbuz tætt við Gazageiran. Í einum filmsbroti frá Be’eri kibbuzini, sum Amnesty hevur greinað, vísur tveir menn í hernaðarklæðum, sum skjóta móti einum bili og drepa bilføraran og tvey onnur, sum vóru í bilinum. Tey trý líkini eru at síggja í øðrum filmsbroti, og tá vórðu líkini koyrd uppá ein bil.
Upptøkur frá leygardegnum vísa seks menn í hernaðarklæðum, sum taka fýra sivil burtur við hondunum bakbundnum. Lívleysu kropparnir av hesum somu fólkum eru í øðrum filmsbroti seinni á degnum. Amnesty hevur verifiserað filmsbrotini við líknandi ræðulig filmsbrot, tikin upp í Kfar Aza-kibbuzini, í Re’im-kibbutzini og eftir v232-vegnum.
Burturflyting av sivilum er bannað sambært altjóða lóg, og gíslatøka er eitt krígsbrotsverk. Øll sivil, sum eru tikin sum gíslar, skulu leyslatast beinanvegin, teytaleyst og óskadd.
Álop á Supernova tónleikafestivalin
Ein av ræðuligu hendingunum, og sum kravdi nógv mannalív, var álopið á tónleikafestivalin Supernova, sum varð hildin tætt við markið til Gazageiran. í minsta lagi 260 fólk vórðu dripin. Álopið á festivalinum byrjaði um sjeytíðina leygarmorgunin við fleiri rakettálopum úr Gazageiranum, og aftaná komu vápnaðir bólkar á festivalsøkið. Crisis Evidence Lab hjá Amnesty International megnaði at verifisera staðsetingina og tíðspunkt fyri 18 filmsbrot, sum í høvuðsheitum vórðu filmað av fólkum, sum yvirlivdu álopið. Í minsta lagi eitt filmsbrot sær út til at verða filmað av limum av einum av vápnaðu stríðsliðnum.
Sjey verfiseraði filmsbrit vísa vápnaðir menn, sum skjóta móti sivilum, og samtundis hoyrast støðugir skotbrestir í bakgrundini. Fimm filmsbrot vísa fólk, sum royna at flíggja m.a. gjøgnum ein bø ella við at goyma seg aftan fyri buskar. Í einum filmsbroti skýtur ein vápnaður maður beinleiðis móti einum sivilum persóni, sum liggur á niðri. Í einum øðrum filmsbroti skjóta vápnaðir menn beinleiðis móti bilum, sum royna at sleppa sær frá festivaløkinum. Fimm filmsbrot vísa fólk, sum verða tikin sum gíslar.
Amnesty International tosaði við ein 22 ára gamlan mann, sum yvirlivdi. Beinvegin ófriðurin byjaði rann hann í skógin beint við, har hann gravaði eitt hol við hondunum og gravaði seg millum trøini og brúkti alt, hann fekk eygu á at fjala seg við. Hann varð verðandi har í seks tímar, meðan hann hoyrdi skotbrestir allatíð. Eina ferð lyfti hann høvdi nokk til at síggja stríðsmenn skjóta flýggjandi menniskju í ryggin.
“So sá eg, at tey kastaðu brennievni allastaðni fyri at brenna økið. Eg luktaði bálið. Ta løtuna skilti eg, at eg ikki hevði nakað val – antin gangi eg og verði skotin, ella verði eg brendur í staðnum, har eg fjaldi meg. Eg megni ikki at sova um náttina, og eg megni ikki at vera einsamallur. Hvørja ferð eg blundi, mennist eg ræðsluna við staðið – lík allastaðni, fólk, sum sótu føst í brennandi bilum, luktin av blóði” segði hann.
Yaacov Argamani, hvørs dóttir, Noa, varð takin sum gísli, segði, at hann byrjaði at gerast ørkymlaður leygarmorgun eftir at hann hevði hoyrt sirenur og ikki fekk fatur á henni. Hann segði:
“Eg føldi, at okkurt var í galið. Eg hevði eina ringa kenslu. Eg klári ikki at greiða frá tí. Eg eri pápi, og tú veist, tá ið foreldur hava eina ringa kenslu. Eg megni ikki at greiða frá tí. So royndi eg at koma í samband vi hana, men eg fekk ikki fatur á henni.”
Yaacov setti seg í samband við sjúkrahús og leitaði eftir dóttir síni, men hon var ikki skráett nakrastaðni. Ein ringdi seinni til hann og segði, at hann hevði sæð eitt filmsbrit av Noa verða tikna inn í Gazageiran á motorsúklu. Yaacov segði við Amnesty International: “eg fekk meg ikki at trúgva tí. Eg trúði tí ikki fyrr eg seinni sá fleiri filmsbrot, har eg sá hana á motorsúklu og sjeikin hjá henni á øðrum akfari við síðurnar av henni verða tikin inn í Gazageiran. Eg kann ikki lata vera við at hugsa um hana.”
Systrarnar Tair og Hodaya David eru báðar saknaðar. Pápi teirra, Uri David, segði á tíðindafundi 9. oktobur:
“Tað eru gingnir 48 tímar, og nógvar familjur vita einki. Einki. Eg tosaði í telefon við døtur mínar gjáramorgunin. Tær lógu niðri … og so hoyrdi eg í bakgrundini, sum um tað var ein skjótibani.. róp á arabiskum rundanum. Eg hoyrdi tað og bað tær leggja seg niður við andlitunum niðureftir ella ímóti hvørjari aðrari og halda í hond. ‘Andið ikki eingongd. Haldið ondini.’ Tað var ikki lætt. Eg tosaði í telefon við tær í okkurt um hálvan tíma. Til eg hoyrdi tær anda tungt fýra ferð, tær kikaðu eftir ondini, og so svaraðu tær ikki. Eg biði til, at allur heimurin sær hetta. Vit skulu hava okkara børn aftur so skjót sum gjørligt.”
Hamas skal ábyrgjast fyri ræðuligu álopini. Amnesty International heitir eisini á Hamas um at leyslata allar gíslar beinanvegin og treytaleyst. Somuleiðis heita vit á ísraelsku mynduleikarnar og vápnaðu palestinsku stríðsliðini um at virða altjóða humanitera lóg. Sivil skulu ikki lata lív í hesum stríðnum, og fyrilitini skulu takast fyri at avmarka skaða á sivil og sivilan infrastruktur.