13.10.2023
SKAKANDI BOÐINI UM AT NORÐURGAZA SKAL EVAKUERAST, SKULU TAKAST AFTUR
Ísraelski herurin gav í gjár boð um, at palestinar í Norðurgaza hava 24 tímar at fara úr økinum fyri teirra “egnu trygd og verju”.
Amnesty International finst at hesum boðunum. Hetta kann ikki síggjast sum ein effektiv ávaring, og tað kann føra til eina tvingaða burturreking av sivilum, sum er eitt brot á altjóða humanitera lóg. Hetta er eitt ómøguligt krav, og sum ein ísraelskur talsmaður viðgekk í gjár, 13. oktobur, so kann hetta ikki gerast upp á 24 tímar.
Líkamikið tíðarrammuna kann Ísrael ikki síggja norðara part av Gazageiranum sum ein “open fire zone” tí at tey nú hava givið hesi boðini. Ísraelsk hernaðarlið hava eina skyldu at taka allar fyritreytir, sum eru møguligar, fyri at avmarka skaðan á sivil sama hvar tey eru í Gaza.
“Við hesum boðunum seta ísraelsk hernaðarlið í gongd eina hópreking av fleiri enn 1.1 milliónir fólkum frá Gaza býi og øllum norðara parti av Gazageiranum. Tað hevur ført til nógva ræðslu og hevur koyrt innanhýsis burturrikin palestinar á gøturnar uttan at vita, hvaðar tey skulu fara ella hvar tey kunnu finna trygd. Hesi boðini mugu takast aftur beinan vegin” sigur Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
Í dag, eina viku eftir at stríðið hesuferð byrjaði, eru fleiri enn 532.000 palestinar í Gazageiranum longu innanhýsin burturrikin, sambært ST. Vegirnir í norðara parti av Gaza eru ógvuliga illa farnir av luftálopum, tað er eingin almennur transportur, og heldur ikki er nógv brennievni eftir, nú Ísrael hevur kvett fyri tí.
Eitt humanitert hjálparfólk í Gaza segði við Amnesty International: “tey (ísraelski herurin) má siga mær, hvussu vit kunnu evakuera sjúkrahús við sjúklingum við tørvi á intensivari røkt og øll tey sáraðu frá seinastu álopunum, tað er nonsens, tað er ógjørligt.”
Av tí at vegir eru lagdir í oyði, og at tað vantar brennievni, er ómøguligt hjá bjargingarliðum at koma til økir í Norðurgaza at grava líkini í hundraðtali undan húsaleivdunum.
Ein íbúgvi, sum Amnesty hevur tosað við, segði frá, at tað var kaos og panikkur, tá fólk royndi at flýggja gjøgnum oyðiløgdu gøturnar í Norðurgaza: “at koyra í ein tíma kendist sum 30 ár. Vit vórðu noydd at skifta veg fleiri ferðir. Øll renna fyri lívinum, tað er meira enn ræðsla. Børn gráta og eru ræðslusligin.”
“vit royna at fáa líkini av børnunum burtur, hvat so enn er eftir av teimum, við okkara egnu hondum. Bulldozarar kunnu ikki koma fram til økini fyri at burturbeina húsaleivdirnar. Eg havi verið her í tríggjar dagar síðan bumbuálopini, 19 familjulimir eru dripnir, og eg havi bara funnið líkið av verdóttrini og økslina hjá soni mínum”, segði Fawzi Naffar, sum yvirlivdi luftálopið á Radwan býarpartin, har í minsta lagi 40 sivil vórðu dripin.
Amnesty International hevur longu skjalpróvað, at fleiri familjur flýddu frá teirra heimum til umráði, sum tey hildu vóru trygg, men sum endaðu við at verða bumbaði.
Ein maður greiddi okkum frá, at at hann flýddi úr Beit Hanoun við familju síni tíðliga um morgunin fyri at fáa friðskjól á einum ST-skúla í Jabalia. Tá 19 ára gamli sonurin fór at keypa breyð til familjuna, varð han dripin í einum luftálopi á einari marknaðargøtu.
Millum tey, sum longu eru rikin burtur, eru mennisku við breki og kroniskum sjúkum. Vit hava tosað við kvinnur og gentur við menningartarni, sum til gongu flýddu frá teirra heimum. Tær gingu í fleiri tímar fyri at finna friðskjól í einum ST-skúla í Norðurgaza, við óttanum fyri álopum allatíðina. Tær eru ikki førar fyri at taka langa túrin til Suðurgaza. Amnesty International heitir á, at tað skal vera ein raðfesting at verja slíkar sárbærar bólkar.