KANNING ÍMILLUM UNG UM ÁBYRGD AV NEYÐTØKU
Í samband við mína starvslæru í Amnesty, havi eg gjørt eina vegleiðandi kanning, ið vísir at hugburðurin um neyðtøku er broyttur seinastu árini.
Seinastu dagarnar havi eg arbeitt við einari kanning viðvíkjandi neyðtøku. Spurt varð talgilt á alnótini. Eg spurdi nakrir 9. flokkar um kyn og síðani ein spurning.
Spurt varð: ,,Ein genta er í veitslu og dansar og flirtar við einum drongi. Tey fara inn í eitt kamar, men tá hon kemur inn í kamarið, angrar hon. Kvøldið endar við neyðtøku. Hevur gentan eina ábyrgd, tí hon fór inn í kamarið?’’
Niðurundir verður svarið fyri kanningina víst. Av tí at kanningin bert var fyri 9. flokkar, og svarað varð ígjøgnum alnótina, var ringt at røkka út til málbólkin. 67 ung svaraðu í alt, og tí er kanningin bert vegleiðandi, fyri at geva eina fatan av meiningini hjá ungum í dag.
9. FLOKKUR – 2019
9. FLOKKUR – 2019
Fyri nøkrum árum síðani varð sama kanning gjørd í 7. flokkum til eitt SSP tiltak, sum var hildið á venjingarskúlanum. Her vóru spurnarbløð latin næmingunum at lata inn aftur. Tá var talið nakað øðrvísi.
Kanningin varð eisini gjørd ímillum nakrir 9. flokkar í landinum sama ár, og tær eru eisini at síggja longri niðri.
9. FLOKKUR – 2016
7. FLOKKUR – 2016
GRAFIKKUR MANGLAR
BROYTINGAR FRÁ TÁ TIL NÚ
Kanningarnar vísa eina stóra broyting í tannárunum. Frá 7. til 9. flokk broytist ein nógv og lærir av royndum sínum. 7. flokkur er kanska ikki serliga tilvitaður um evnið, og tað er harmiligt, av tí at tað ikki er aldursmark fyri nær ein neyðtøka kann koma fyri seg. Tað kann eisini vera at búningin hevur gjørt, at svarað er meira seriøst í 9. flokki.
Um kanningarnar í 2016 og kanningarnar í 2019 verða samanlíknaðar, er munur á hvussu spurt varð. Í 2016 varð spurt á pappíri til eitt tiltak, har nógv børn vóru saman. Tá hava tey ikki somu møguleikar at svara júst tað, tey hugsa, í mun til tá tey sita á telefonini einsamøll.
SEX KREVUR SAMTYKKI
Í 2016, eftir kanningin varð gjørd, var landsumfatandi átakið ,,Sex krevur samtykki’’, ið ferðaðist kring Føroyar. Tá vórðu filmar vístir, ið løgdu dent á rættin til at siga ,,nei’’, og hvar markið ímillum sex og neyðtøku liggur. Eisini vóru øll bussteðgistøðini prýdd við stórum plakatum, og einnýtis tatoveringar vórðu deildar út til festivalar. Tað er sera stórur munur á tølunum frá 2016 til 2019, serliga ímillum dreingirnar. Tað er sera positivt, og tað kann tí hugsast, at átakið hevur gjørt mun. Ljós er varpað á samtykki, og tað sæst.
MUNUR ÍMILLUM GENTUR OG DREINGIR
Tað er sera áhugavert, hvussu stórur munurin er á, hvussu dreingir og gentur svara. Hjá gentunum halda næstan allar (76%), at gentan onga ábyrgd hevur fyri neyðtøkuni. Hjá dreingjunum er svarað umleið helvt um helvt.
Tað er sannlíkt at genturnar betur kenna seg aftur í spurninginum. Tær hava kanska fleiri ferðir upplivað líknandi støður, har tær hava følt kynsligan ágang. Tað er sera gott, at gentur duga at standa upp fyri hvørja aðra, og siga seg verða samdar í at offrið aldrin hevur ábyrgd, tá neyðtøka kemur fyri seg. Tó eru tey 20%, ið halda, at gentan hevur ábyrgd, harmilig, av tí at tað kann føra til, at tær í slíkari støðu, fara at koyra skuldina á seg sjálva.
Dreingirnir kenna seg kanska aftur í einari støðu, har teir skulu finna eina javnvág ímillum hvar markið er. Tá neyðtøkukjak er, verður ringt ljós ofta varpað á dreingirnir. Teir føla ofta, at tosað verður, sum um at allir dreingir eru neyðtakarar, og tað kann kennast ákærandi. Tá er so spurningurin, um ,,Sex krevur samtykki’’ átakið er komið nóg væl út til dreingirnar. Kanska skal ein finna aðrar mátar at røkka út til dreingirnir, so at teir ikki føla boðskapin, sum eina ákæru á teir. Hetta rættvísger sjálvandi ikki, at helvtin av dreingjunum halda, at ein genta, ið verður neyðtikin hevur ábyrgdina sjálv. Tað kann eisini ofta verða møðandi, at altíð skula forklára dreingjunum, at tað ikki skal takast sum eitt álop, og at tað sjálvandi ikki eru allir, ið neyðtaka. Men tá endamálið er at broyta eina samtykkismentan, og um hon ikki verður broytt við núverandi upplýsing, verður ein noyddur at finna nýggjar mátar.
Samanumtikið er tað sera positivt hvussu nógv tølini eru broytt frá 2016 til 2019, og at ,, Sex krevur samtykki’’ allarhelst hevur havt ávirkan. Tó eru vit ikki heilt á mál, tí tað heilt feilfríða hevði verið, at øll somul vóru vís í, at ein undir ongum umstøðum hevur nakra ábyrgd fyri neyðtøku, óansæð støðuna. Eitt størri arbeiði er eftir hjá dreingjunum, enn hjá gentunum, og spurningurin er hvussu ein best møðuligt røkkur út til teir.