Eftir 11 ár í starvi hjá Amnesty International Føroyum gevst Katrin á Neystabø sum aðalskrivari.
“Eftir 11 ár í tí, sum eg sjálv havi hildið vera heimsins besta starv, er tiðin komin at lova onkrum øðrum fram at. Felagsskapurin er í góðum hondum og er vælvirkandi. Vit hava nógv ómetaliga góð samstørv við onnur, og seinastu árini hava vit sæð, at myndugleikarnir hava tikið okkum í álvara.” Sigur Katrin.
Katrin byrjaði sum samskipari hjá Amnesty fyri 11 árum síðan, og í 2012 tók hon við starvinum sum aðalskrivari. Frá fyrsta degi í starvi hjá felagsskapinum, hevur Katrin víst ótroyttiligan innsats og vilja at betra um mannarættindastøðuna í Føroyum. Katrin hevur javnan verið at hoyrt í miðlunum, og hevur hon staðið á odda fyri fleiri átøkum og sett nógv í verk. Úr rúgvuni kunnu vit nevna heildarætlanina fyri harðskap, broyting í neyðtøkulóggávuni, fongsulsviðurskifti, Katrin setti gongd á stovnanina av LGBT+ og so hevur hon – saman við øðrum – staðið á odda á øllum átakunum um samtykki.
“Nevnd og skrivstova hava verið ómetaliga glað fyri at hava Katrina sum aðalskrivara. Katrin gongur á odda og dugur at fáa fólk við sær, og allar avbjóðingar eru møttar við stórum áræði og vilja. Hon hevur verið við til at uppbyggja ein sterkan og virknan felagsskap. Vit fara at sakna Katrina ómetaliga nógv – eingin ivi um tað. Eg vil vegna nevnd og skrivstovu takka Katrini fyri tað megnar arbeiðið, hon hevur gjørt fyri felagsskapin og mannarættindini í Føroyum “ sigur Turið Maria Jóhansdóttir, nevndarforkvinna.
Amnesty fer í næstum at søkja eftir nýggjum aðalskrivara.