Nýggj frágreiðing: Abortrættindini eru ikki ein spurningur um persónlig sjónarmið
“Rættindini til abort er ikki ein spurningur um sjónarmið. Tað er ein spurningur um altjóða reglur og altjóða løgfrøðinormar. Tað eru eini rættindi, sum verða stuðlaði av fleiri mannarættindum” sigur Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
At verja og útinna abortrættindi verður alsamt torførari og vandamiklari, verður staðfest í nýggjari frágreiðing hjá Amnesty International. Frágreiðingin ‘An Unstoppable Movement: A global call to recognize and protect those who defend the right to abortion’ lýsur við 48 frásagnum úr 30 londum, hvussu heilsustarvsfólk, aktivistar og stuðlar um allar heim eru fyri ágangi, handtøkum, ákærum og fongsulsrevsing fyri at stuðla abortrættindum. Sjálvt í londum, har abort í ávísum førum er loyvd, verða heilsustarvsfólk og aktivistar forfylgd.
“Tað er avgerðandi fyri virðið hjá øllum kvinnum, gentum og øllum, sum kunnu gerast upp á vegin. Tey, sum verja hesi rættindi og tey sum tryggja, at onnur kunnu hava hesi rættindi, hava uppiborið okkara stórstu virðing og verju”
– Agnés Callamard
Hjálpti 13 ára gamlari gentu, sum var neyðtikin
“Nokk er nokk. Tíðin er komin til at tey, sum hjálpa við abortum, verða viðurkend sum mannarættindastríðsfólk, og at vit stuðla teimum, sum seta lívið í vanda fyri at hetta valið er møguligt” sigur Sarah Shaw, leiðari í MSI Reproductive Choices
Venesuelska lærarinnan, Vannesa Rosales, varð ákærd, tí hon hjálpti eini kvinnu og 13 ára gamlu dóttir hennara at fáa eina trygga abort. Gentan, sum varð næmingur hjá Vannesu, varð neyðtikin og gjørdist upp á vegin. Vennesa varð handtikin í oktobur 2020, og eftir at hava verið tríggjar mánaðir í fongsli og seks mánaðir í húsavarðhaldi, varð sakin løgt til viks.
Dømd samfelagstænastu í átta mánaðir
Justyna Wydrzyńska er pólskur abortaktivistur og partur av ‘Abortion Dream Team’ og ‘Abortion Without Borders’. Hon er dømd samfelagstænastu í átta mánaðir fyri at hjálpa eini kvinnu við at fáa aborttablettir:
“Eg sendi tablettir til Aniu*, tí eg visti, at hon var í einum harðskapsraktum parlagi. Tá ein er í einum harðskapsraktum parlagi, er ikki lætt at síggja, at ein hevur mist valdið yvir egnum kroppi og lívi. Eg ynski ikki at búgva í einum heimi, har summar kvinnur verða noktaðar atgongt til álítandi kunning og stuðul frá sínum medmenniskjum. Fyri meg er hettar rættarmálið symbolskt fyri øll, sum nakrantíð hava hjálpt einum persóni í neyð” segði Justyna Wydrzyńsk, tá ið rættarmálið móti henni for fram. Justyna legði afturat:
“Mítt arbeiði at verja lívið og heilsuna hjá kvinnum skal ikki kúgast. Og eg fari ongantíð at gevast við tí, skamma meg um tað ella halda, at tað er ein brotsgerð at hjálpa.”
Justyna og hennara sakførar hava kært dómin.
*Ania er ikki veruliga navnið á kvinnuni, Justyna hjálpti.
Fangað í tvídrátti um moral og lóg
At banna abortum er størsta orsøkin til tær 35 milliónir ótryggu abortirnar, sum væntast verða framdar um árið. Sambært WHO eru ótryggar abortir triðfremsta orsøk til móðurdeyða í heiminum. Hetta talið kundi verið nógvar ferðir lægri, tí verða abortir framdar undir tryggum umstøðum av fakfólki, er ógvuliga trygt at fáa abort framda.
Tá ið lond hava avmarkaða abortlóggávu, enda heilsustarvsfólk ofta í einum tvídratti millum teirra etisku og fakligu skyldur um at veita bestu møguligu heilsutænastuna og fremja lógarbrot, fylgja tey ikki lóggávuni.
“Avmarkandi abortlóggávur og hugburður føra skaðar við sær. Tey skapa gróðrarlíkindi fyri ótryggum umhvørvi við abortstigma, sum áleggur heilsustarvsfólkum og teimum, sum leita sær abort, at vera kriminell. Vit øll kenna starvsfelagar, tíverri, sum hava stríðst við stigma, hava mist arbeiðsmøguleikar, fingið hóttanir, verið fyri ágangi, verið fongslaði og í ógvuligastu førunum eru heilsustarvsfólk dripin” sigur Anne-Beatrice Kihara, forkvinna í altjóða felagnum fyri gynekologi og burðarfrøði, FIGO.
“Abort er grundleggjandi heilsutænasta. Kortini eru heilsustarvsfólk ferð eftir ferð fyri mismuni og ágangi bara fyri at gera okkara arbeiði.”
– Anne-Beatrice Kihara
Amnesty International heitir á øll lond um at liva upp til skyldurnar um at verja rættin til trygga og lógliga abort, og at virða og verja rættindini hjá øllum teimum, sum stríðast fyri at verja hesi rættindini.