2021 skuldi havt verið eitt ár við endurreising og stuðli eftir tær víðfevndu avleiðingarnar, sum Covid-19 hevði fyri rættindir og lívskor hjá fólki í milliónatali. Í staðin varð árið merkt av uppaftur størri ójavna og einum óstøðugleika, sum fer at merkja heimin tey næstu árini, ávarar Amnesty International í ársfrágreiðingini hjá felagsskapinum.
Heimsins ríku tjóðir og fremstu heilivágsfyritøkur hava so dyggiliga svikið í handfaringini av Covid-19-heimsfarsóttini, og tað hevur lagt lunnar undir nýtt stríð og gjørt heimin meira óstøðugan.
Hetta er boðskapurin hjá heimsins størsta mannarættindafelagsskapi, Amnesty International, sum í nýggjastu ársfrágreiðingini greinar mannarættindagongdina í heiminum í álmanakkaárinum 2021 og tekur saman um kanningarúrslitini hjá felagsskapinum í 154 londum.
”Í 2021 sóu vit vaksandi fátækadømi, matvøruóvissu og stjórnir, sum brúktu heimsfarsóttina sum umbering fyri at køva atfinningar og mótmælir. Koppsetingarnationalisma og grammleiki hjá heimsins ríkastu tjóðum stuðlaðu upp undir hetta,” sigur Agnès Callamard, aðalskrivari í Amnesty International.
Í ársfrágreiðingini staðfestir Amnesty, at ríkar tjóðir – sum ES-limalondini, Stórabretland og USA – gjørdu sær goymslur við avlopskoppseting og lótust einki at síggja, tá ið heilivágsfyritøkur aftan fyri Covid-19-koppsetingarnar sýttu fyri at luta sína tøkni við onnur, hóast tað kundi slóðað fyri, at koppsetingin rakk út til fleiri.
Fyritøkur sum Pfizer, BioNTech og Moderna heystaðu milliardaavlop, samstundis sum minni enn tvey prosent av koppsetingarskamtunum vórðu latin londum við lítlum inntøkum, staðfestir Amnesty.
”Ein stjórnarleiðari fyri og annar eftir lovaði at byggja upp aftur til nakað betri enn tað, sum hevði verið frammanundan, og at gera nakað við tann rótfesta ójavnan, sum gjørdi avleiðingarnar av heimsfarsóttini verri enn annars. Í staðin hava teir og fleiri risastórar heilivágsfyritøkur staðið aftan fyri vanlukkuligar svikagerðir, sum raka heimsins marginaliseraðu og fátæku samfeløg harðast,” sigur Agnès Callamard.
Marginaliserað samfeløg harðast rakt
Meðan nógv menningarlond kendu sviðan av, at stjórnir og risafyritøkur í vestanlondum sviku, gjørdi tað ofta skaðan uppaftur størri, at heilsuskipanir og sosialar stuðulsskipanir longu frammanundan vóru á fallandi føti. Ongastaðni rakti hetta so meint sum í Afrika, metir Amnesty. Av somu orsøk hevur felagsskapurin í ár valt at kunngera ársfrágreiðingina úr Suðurafrika.
”Í nógvum av heimsins londum rindaðu tey, sum frammanundan vóru ringast stødd, tann hægsta prísin orsakað av tilvitaðum politikki ásettum av teimum fáu við forrættindum. Stór brot vórðu framd á rættin til lív og heilsu, fólk í milliónatali vórðu slept upp á fjall og máttu stríðast fyri neyðsynjarvørum, fátækadømið tók dik á seg, og børn sluppu ikki skúla,” sigur Agnès Callamard.
Við árslok í 2021 vóru minni enn átta prosent av fólkinum í Afrika koppsett. Hetta var tað lægsta koppsetingarstigið í heiminum. Í Suðurafrika vóru í mai 2021 um 750.000 børn farin úr skúlanum – meira enn tríggjar ferðir so nógv sum undan heimsfarsóttini. Uttan fyri afrikanska meginlandið gjørdi heimsfarsóttin eisini ta verandi menniskjaligu neyðina verri í Venesuela, har ið 94,5 prosent av fólkinum livdu í fátækadømi og 76,7 prosent í ógvisligum fátækadømi.
Sameindu tjóðir virkislamdar
Í 2021 kyknaði nýtt vápnastríð fleiri staðni, og verandi stríðsstøður stóðu við ella versnaðu, staðfestir Amnesty í greiningini.
Felagsskapurin staðfestir, at stríðandi partar framdu brot á mannarættindini og altjóðarætt í londum sum Afganistan, Burkina Faso, Etiopia, Ísrael og teimum hersettu palestinsku økjunum, Libya, Myanmar og Jemen. Vanligir borgarar í túsundatali lógu eftirá, fólk í milliónatali vórðu rikin á flótta, kvinnur vóru fyri kynsligum harðskapi, og frammanundan skroypiligar búskapar- og heilsuskipanir hoknaðu.
Tað, at tað so dyggiliga miseydnaðist hjá heimssamfelagnum at gera nakað við stríðstøðurnar, elvdi til uppaftur størri óstøðugleika, metir Amnesty, sum serliga ger vart við, at tað virkislamda ST-trygdarráðið ikki megnaði at gera nakað við brotsgerðirnar hjá hernaðarstýrinum í Myanmar, valdsgerðirnar í Afganistan og krígsbrotsverkini í Sýria.
”Í alt ov fáum stríðsstøðum sóu vit tað neyðuga altjóða aftursvarið, og tí harðnaði stríðið. Virðið á vanligum mannalívum fall, og støðugleikin í heiminum kom undir ovurhonds stórt trýst,” sigur Agnès Callamard.
Tilmælini hjá Amnesty
Við støði í ársfrágreiðingini fyri 2021 hevur Amnesty International nøkur tilmælir til leikararnar á altjóða pallinum og einstakar tjóðir:
- Tjóðir og heilivágsfyritøkur eiga at tryggja javnbjóðis atgongd at Covid-19-koppseting. Rík lond eiga at luta avlopsskamtar við lond við lítlum inntøkum, og heilivágsfyritøkur eiga opið at luta sína vitan og tøkni við slík lond og at leggja seg eftir at veita londum, har ið heilsutørvurin er størstur, koppseting.
- ST tørvar ábøtur, so at tað betur megnar at handfara stríð, trygdina í heiminum og mannarættindakreppur. Serliga eigur Trygdarráðið at verða broytt, so at ikki ber til at misnýta sýtingarrættin, tá ið tørvur er á felags átøkum at steðga hópbrotsverkum.
- Stjórnir skulu halda skylduna at verja flóttafólk, sum leita sær altjóða friðskjól. Amnesty fegnast um, at tjóðir skjótt og avgjørt hava boðið ukrainskum flóttafólkum vælkomnum og boðið teimum vernd, og eggjar samstundis tjóðunum til eftir sama leisti at hjálpa flóttafólkum, sum flýggja undan øðrum kreppum í heiminum.