Aftur í ár hevur Amnesty International havt úr at gera við at fremja bøtandi broytingar kring heimin. Lóggáva er umskrivað, virðislønir eru vunnar, samvitskufangar eru leyslatnir og stuðlar hava aftur í ár stuðlað átøkum at tryggja, at fólk sleppa at liva uttan píning, ágang og órættvísa fongsling. Her verður trivið í nakrar týdningarmiklar mannarættindasigrar at fegnast um í ár.
Januar
Á altjóðastigi: Eftir at ein slóðbrótandi frágreiðing hjá Amnesty International hevði avdúkað, hvussu heilsustarvsfólk kring heimin hava verið fyri ágangi og eru tept og álopin undir alheimsfarsóttini, vórðu læknin Ibramhim Badawi og tannlæknin Ahmad al-Daydoumy í januar og mars í ár loystir úr varðhaldi í Egyptalandi. Teir vóru bara tvey av mongum egyptiskum heilsustarvsfólkum, sum kanningararbeiðið hjá Amnesty avdúkaði vórðu tilvildarliga handtikin í 2020 við ógreiðum skuldsetingum um at bera falstíðindi og fremja yvirgang.
Februar
Sri Lanka: Tá ið covid-19 av álvara breyt út í Sri Linka, vórðu líkini av fólki úr muslimska minnilutanum í landinum tvingsilsbrend eftir boðum frá myndugleikunum og ímóti viljanum hjá familjunum, sum eftir sótu. Amnesty International heitti á srilankiskar myndugleikar um at virða rættin hjá átrúnaðarligum minnilutum at útinna tey síðstu ritualini í samsvari við egnar siðir, uttan so at tørvur var á tiltøkum til at forða fyri smittuspjaðing. Amnesty heitti eisini á OIC-lond um at leggja trýst á srilankisku stjórnina at fáa hana at halda uppat at gera mismun og sendi miðlunum í Pakistan og Bangladessj fráboðanir undan einum týdningarmiklum fundi í ST-mannarættindaráðnum. Úrslitið var, at myndugleikarnir í Sri Lanka í februar góvust at tvingsilsbrenna lík í sambandi við covid-19.
Mars
Barain: Amnesty International slóðaði fyri, at fleiri fangar vórðu leyslatnir í Barain í ár, teirra millum fýra børn, sum vóru rættarsøkt sum vaksin. Í mars ógildaði ein barainskur dómstólur seks mánaða fongsulsdómin hjá teimum fýra børnunum og flutti tey á eitt endurmenningarskeið í staðin. Hetta hendi, eina viku eftir at Amnesty hevði sett eitt skundátak í verk. Í apríl bórust aftur góð tíðindi, tá ið samvitskufangin Mohammed Hassan Jawad, sum sat ein 15 ára fongsulsdóm fyri friðarliga at hava tikið lut í uppreistrinum í 2011, varð leyslatin. Amnesty hevur í tíggju ár skipað fyri átøkum at fáa hann leyslatnan. Onnur frambrot sóu vit, tá ið Evroparáðið tann 11. mars samtykti eina samtykt um mannarættindastøðuna í Barain, og hvussu landið fer við mannarættindaverjum, og aftur eina í septembur um samvitskufangan Ahmed Mansoor úr Sameindu Emirríkjunum – í samsvari við áheitanir frá Amnesty.
Japan: Í mars staðfesti ein japanskur dómstólur, at tað var í ósamsvari við japansku grundlógina, at stjórnin ikki viðurkendi samkynt hjúnalag. Hetta var fyrsti rættarúrskurður um hjúnalagsjavnstøðu í Japan. Úrskurðurin var eitt slóðbrótandi stig til frama fyri samkynd pør, sum stremba eftir javnrættindum, og kann gerast eitt týðandi fyridømi fyri mál hjá øðrum samkyndum pørum í Japan. Hetta hendi eftir áheitanir frá Amnesty og øðrum
Irak: Irakiska lóggávutingið samtykti lóggávu um yezidiundankomingar, sum tryggjaði eina endurgjaldsskipan fyri tey, sum komu undan ISIS-valdsgerðunum har norðuri í Irak við lívinum, teirra millum kvinnur og gentur, sum vóru fyri kynsligum harðskapi, og burturflutt børn. Hetta var høvuðstilmælið í eini frágreiðing hjá Amnesty International í fjør um ta likamligu og sálarligu heilsukreppuna, sum yezidibørn fóru ígjøgnum, tá ið tey vórðu skild frá sínum næstu. Angelina Jolie vísti til hesa somu frágreiðingina í eini røðu fyri ST-trygdarráðnum um kynsligan harðskap í kríggi. Fleiri samtyktir vórðu samtyktar í septembur.
Á altjóðastigi: Í mars, oktobur og novembur boðaði Altjóða revsidómstólurin (ICC) frá, at farið varð undir formligar kanningar viðvíkjandi støðuni í teimum hersettu palestinsku økjunum, tí harðrenda krígnum hjá stjórnini í Filipsoyggjum móti rúsevnum og brotsverkum móti mannaættini í Venesuela. Amnesty International hevur í øllum hesum londunum skjalfest áralong brotsverk móti mannaættini, og ákæruritið endurgav dúgliga burtur úr kanningarúrslitum hjá Amnesty International.
Madagaskar: Eftir í mánaðir at hava sýtt fyri at viðurkenna covid-19 slepti madagaskiska stjórnin umsíðir politikkinum at sýta fyri at útvega fólki koppseting. Tað var eftir trýst frá Amnesty og øðrum, at fólk fingu atgongd at lívbjargandi koppseting.
Suðurafrika: Í mars tók løgreglan kanningararbeiðið upp aftur í málinum um vinmenninar Popi Qwabe og Bongeka Phungula, sum vórðu myrdir í 2017. Hetta hendi, eftir at 341.000 amnestystuðlar um allan heim høvdu skrivað undir kravið um at draga drápsmenninar til svars. Løgreglan er nú liðug við kanningararbeiðið og hevur latið ákæruvaldinum málið. Eftir í fleiri at hava harmast og ilskast um skeivleikar og seinkingar í tí upprunaliga kanningararbeiðinum hjá løgregluni hava vinirnir og skyldfólkini hjá Popi og Bongeka nú orsøk at halda, at rættvísi er í eygsjón. ”Eg havi góðar vónir,” segði systir Popi, Thembelihle. ”Tað kennist, sum okkurt fer at broytast umsíðir.”
Apríl
Á altjóðastigi: Amnesty International læt úr hondum ta árligu flaggskipsfrágreiðingina, The State of the World’s Human Rights. Henda síðsta útgávan varpaði ljós á mannarættindastøðuna í 149 londum og varð týdd til 38 mál. Í frágreiðingini vóru ítøkiligar áeggjanir til at virka fyri ymsum mannarættindamálum.
Mai
Á altjóðastigi: Amnesty International vann eina virda Webby-heiðursløn fyri eina mikroheimasíðu um misbrúk av táragassi hjá løgreglu kring heimin. Heimasíðan varð av fyrstan tíð sjósett miðskeiðis í 2020 og verður javnan dagførd við nýggjum innihaldi og próvtilfari um misbrúk. Innihaldið verður eisini framvegis endurgivið, m.a. í einum orðaskifti í amerikansku kongressini herfyri um at áseta nærri reglur fyri ella banna brúki av táragassi.
Juni
Burundi: Ngo-arbeiðarin og mannarættindaverjin Germain Rukuki varð leyslatin eftir at hava sitið meira enn fýra ár í fongsli fyri at verja mannarættindir. Við ógrundaðum ákærum varð hann í fyrstu atløgu dømdur 32 ára fongsul, og hann slapp ongantíð at halda á tí yngsta barninum, sum varð føtt, fáar vikur eftir at hann varð varðhaldsfongslaður í 2017. Eftir at meira enn 400.000 áheitanir vórðu sendar um at sleppa honum leysum, roynir Germain nú aftur at verða sameindur við familjuna, sum flýddi úr landinum av ótta fyri hevndaratgerðum.
Kina: Amnesty International almannakunngjørdi eina víðfevnda frágreiðing, sum nágreiniliga lýsir ta beinhørðu kúganina av muslimum í tí sjálvstýrandi kinesiska Xinjiang-landslutinum sum brotsverk móti mannaættini. Frágreiðingin fekk týðandi umrøðu í heimsmiðlunum, og eftir frágreiðingina varð skipað fyri einum átaki at fáa myndugleikarnar at lata varðhaldslegurnar aftur. Higartil hava meira enn 323.000 fólk um allan heim skrivað undir áheitanina um at sleppa teimum afturhildnu leysum, og amnestydeildir í tíggju londum hava skipað fyri tiltøkum.
Pakistan: Amnesty International skipaði fyri væleydnaðum átøkum at fáa kristnu hjúnini Shafqat og Shagufta Emmanuel, sum sótu sjey ár í deyðakliva fyri gudsspottan, fríkend og leyslatin.
USA: Við verkætlanini Decode Surveillance kortløgdu amnestystuðlar úr 144 londum 15.000 vakmyndatól í New York City. Við andlitsgreinandi ritbúnaði kann løgreglan brúka vakmyndatólini til at fylgja fólki við. Úrslitini av tí nýskapandi verkætlanini vóru eitt hent amboð í átøkunum at leggja trýst á staðbundnar lóggevarar at fáa teir at seta bann fyri at brúka tøkni til at fremja mismun.
Nepal: Eftir at Amnesty International hevði latið úr hondum frágreiðingina Struggling to Breathe: The Second Wave of Covid-19 in Nepal og síðan skipað fyri ymsum átøkum, játtaði bretska stjórnin Nepal 1,4 mió. koppsetingar.
Nigeria: Dómstólurin hjá vesturafrikansku búskaparsamgonguni (ECOWAS) hevur við einum úrskurði forbjóðað nigerianskum myndugleikum at rættarsøkja allar twitterbrúkarar í landinum. Hesin sigurin fyri talufrælsið varð vunnin, eftir at Amnesty International hevði hjálpt nigeriansku ngo’ini The Socio-Economic Rights and Accountability Project (SERAP) at stevna nigerianskum myndugleikum fyri ECOWAS-dómstólin fyri at hótta við at rættarsøkja allar twitterbrúkarar, eftir at myndugleikarnir høvdu sett í verk fullkomið bann fyri tí sosiala pallinum í juni.
Juli
Nikaragua: Eftir at hava sitið meira enn tvey ár í flóttafólkavarðhaldi í Kalifornia, har ið hon varð illa viðfarin og ikki slapp undir læknahond, varð Maura Martínez, ein tvørkynd kvinna, upprunaliga úr Nikaragua, leyslatin í juli. Martínez hevði brúkt helmingin av lívinum í USA, har ið hon søkti um friðskjól, eftir at hon hevði verið fyri ræðiligum kyngrundaðum harðskapi, tá ið hon hevði búð í Meksiko. Men eftir eina løgfrøðiliga hending hildu amerikanskir myndugleikar henni aftur og hóttu við at vísa henni úr landinum. Einum heimsfevndum átaki hjá Amnesty International og samstarvsfelagsskapum fyri at takka er hon nú fræls og sleppur at búgva í USA, meðan hon bíðar eftir úrskurðinum í málinum friðskjól.
Honduras: Tann 5. juli 2021 dømdi ein dómstólur í Honduras David Castillo, fyrrverandi stjóran í felagnum Desarollos Energéticos, sum hevði ábyrgdina av hydroelektrisku verkætlanini Agua Zarca, sekan í at hava tikið lut, tá ið mannarættindaverjin Berta Cáceres varð myrdur í 2016. Amnesty International hevur í fleiri ár skipað fyri átøkum at tryggja Bertu rættvísi og krevur áhaldandi, at øll, sum góvu boð ella tóku lut, tá ið hon varð myrd, verða drigin til svars.
Danmark: Tíðliga í 2012 legði danska stjórnin eitt lógaruppskot fyri fólkatingið, sum gav løgregluni vald at seta í verk trygdarskapandi savningarbann, um ein bólkur av fólki sýndi ótryggleikaelvandi atburð. Amnesty Danmark og samstarvsfelagar forðaðu stjórnini í at fremja lógaruppskotið, sum í óneyðuga stóran mun hevði avmarkað rættin at mótmæla. Fyri átøkini vunnu tey Civic Pride-virðislønina 2021. Ein annar virðislønarvinnari var Amnesty Ungarn, sum saman við samstarvsfeløgum í tí sokallaðu Siðmenningarsamgonguni skipaði fyri átøkum at mótmæla tí grovu og stigmatiserandi LexNGO-lógini. Í trý ár stríddist samgongan ímóti LexNGO og legði málið fyri ES-dómstólin. Hetta hevði at enda við sær, at lógin varð sett úr gildi aftur.
Sierra Leona: Eftir áhaldandi átøk í fleiri ár hjá Amnesty International og øðrum atkvøddi lóggávutingið fyri at avtaka deyðarevsing í Sierra Leona fyri øll brotsverk. Lógin, sum lóggávutingið samtykti í juli, skal góðkennast endaliga, áðrenn Julius Maada Bio, forseti, kann lýsa hana. Tilgongdin at broyta allar óframdar deyðarevsingar er longu byrjað. Higartil hava 21 lond í Afrika sunnan fyri Sahara avtikið deyðarevsing fyri øll brotsverk.
Latínamerika: Amnesty International fegnaðist um úrslitið av fimm ára mannarættindaútbúgvingini It’s My Body, sum hevði til endamáls at læra og kunna ung í Argentina, Kili og Peru um kynslig rættindir og nøringarrættindir fyri at gera tey betur før fyri at gera gagnligar broytingar í samfelagnum. Ung í hundraðtali vórðu lærd at hjálpa øðrum, og úrslitið hevur verið framúr. Í Argentina hevur eitt ungt fólk megnað at broytt lestrarætlanina í skúlanum til at fevna um seksualundirvísing, og í Peru undirvístu ung, sum tóku lut í verkætlanini, foreldrum og lærarum um alt landið.
USA: Eftir at undanfarna samveldisstjórn hevði framt 13 avrættingar eftir seks mánaðum, boðaði amerikanski løgmálaráðharrin, Merrick Garland, tann 1. juli 2021 frá, at steðgað verður við øllum avrættingum fyribils, meðan Løgmálaráðið kannar politikkir og mannagongdir. Amnesty International er ein av felagsskapunum, sum hava virkað fyri hesum, og fer at halda fram, til fyribilssteðgurin er vorðin til varandi avtøku av samveldisdeyðarevsing í USA og allir deyðadómar eru ógildaðir.
August
Afganistan: Síðan afganska stjórnin fall og Taliban tók valdið um miðjan august 2021, hava kanningarfólk hjá Amnesty International hildið fram at kanna valdsgerðirnar hjá Taliban. Tað hevur eydnast at vátta tvey hópmorð av Hazara-fólki í landslutunum Ghazni og Daykundi. Hesar frágreiðingarnar vóru millum tey fyrstu prógvini um, at Taliban helt fram at jagstra trongstaddar bólkar í Afganistan eftir at hava tikið valdið í landinum. Amnesty International almannakunngjørdi eisini rámandi vitnisfrásagnir hjá gentum, sum vóru koyrdar úr skúlanum orsakað av áhaldandi talibanhóttanum og -harðskapi.
Septembur
Guinea: Eftir at Amnesty International og stuðlar í mánaðir høvdu skipað fyri átøkum, varð fólkaræðisaktivisturin Omar Sylla treytaleyst leyslatin tann 6. septembur, dagin eftir at herurin hevði framt stjórnarkvett móti forsetanum, Alpha Conde. Eftir at Omar var leyslatin, vórðu eisini nógvir aðrir politiskir aktivistar leyslatnir, og ákærurnar vórðu sleptar.
Tunesia: Kanningararbeiði hjá Amnesty International gjørdi sítt til, at tey tilvildarligu ferðabannini, sum vórðu áløgd nógvum tunesarum, eftir at Kais Said, forseti, hevði tikið við tí útinnandi valdinum, vórðu sett úr gildi. Eftir at Amnesty hevði almannakunngjørt eina søgu um støðuna, álegði forsetin í eini fráboðan tann 17. septembur marknaløgregluni ikki at áleggja nøkrum ferðabann uttan við rættarúrskurði.
Á altjóðastigi: Eftir átøk og trýst hjá Amnesty International í fleiri ár viðurkendi ST-mannarættindaráðið rættin til trygt, reint, sunt og burðardygt umhvørvi og setti ein serligan eygleiðara fyri mannarættindi og veðurlagsbroytingar. Hetta var ein týðandi fráboðan upp undir COP26 um sambandið millum mannarættindir og umhvørviskreppuna.
Miðafrikalýðveldi: Said Abdel Kani og Eugene Barret Ngaikosset, sum vóru undir illgruna fyri brotsverk ímóti mannaættini, vórðu loksins handtiknir, og Tann serligi revsidómstólurin (SCC) varðhaldsfongslaði Ngaikosset. Hetta var fyrstu ferð, at SCC alment setti navn á ein, sum var undir illgruna, og hetta hendi, eftir at Amnesty International hevði heitt á SCC um at gera okkurt við tað vantandi gjøgnumskygnið. Amnesty hevur í fleiri ár talað fyri rættvísi í sambandi við krígsbrotsverk og brotsverk ímóti mannaættini í Miðafrikalýðveldi, og hetta arbeiðið gjørdi saman við arbeiðinum hjá øðrum sítt til, at teir báðir menninir vórðu handtiknir.
Oktobur
Á altjóðastigi: Daphne Caruana-virðislønin hjá Evroparáðnum fyri journalistikk varð latin Pegasusverkætlanini, har ið Amnesty saman við nøkrum stórum miðlafeløgum avdúkaði, at rættarbrot í stórum tali verða framd gjøgnum loyniligt neteftirlit. Avdúkingarnar skaptu yvirskriftir í heimsmiðlunum og elvdu til, at spyware-fyritøkan NSO Group varð svartlistað í USA, umframt at kanningar vórðu settar í verk í fleiri londum og krøv sett um strangari reglur fyri eftirlitsídnaðin.
Moldova: Tá ið lóggávutingið í Moldova setti sáttmálan hjá Evroparáðnum um at fyribyrgja og basa harðskapi móti kvinnum og harðskapi við hús (istanbulsáttmálan) í gildi, slóðaði tað fyri betri vernd og stuðli til teirra, sum hava verið fyri slíkum harðskapi. Sambært moldovsku stjórnini hevur landið sett meira enn 20 lóggávutiltøk í verk til at lúka sáttmálakrøvini. Umframt Moldova er Georgia einasta land í Eysturevropa og Miðasia, sum higartil hevur sett sáttmálan í gildi. Amnesty hevur í fleiri ár skipað fyri átøkum at fremja kvinnurættindir og basa ófriði við hús.
Kosovo: Eftir at Amnesty International hevði lagt seg uppí, slepti fyritøkan Kelkos Energy við høvuðssæti í Eysturríki sínum ógrundaðu stevningum um ærumeiðing móti umhvørvisaktivistunum Shpresa Loshaj og Adriatik Gacaferi, sum alment høvdu sagt seg stúra fyri umhvørvisávirkanini av nøkrum vatnorkuverkætlanum. Við stevningunum royndi Kelkos Energy at loypa ótta á og teppa Shpresa Loshaj og Adriatik Gacaferi fyri at fáa tey at gevast at gera vart við umhvørvisskaða, sum kundi standast av gagnnýtsluni hjá fyritøkuni av náttúrutilfeinginum í Kosovo.
Turkaland: Ein dómstólur fríkendi 18 lesandi og ein akademikara, sum vóru rættarsøkt fyri at hava tikið lut í eini friðarligari Pride-gongu á einum kampusi í Ankara í mai 2019, har ið løgreglan svaraði aftur við piparsprayi, plastkúlum og táragassi. Frídømingin eftir langrøknan løgfrøðiligan dyst var ein sigur fyri rættvísi. Málið um tey lesandi á METU var partur av flaggskipsátakinum hjá Amnesty International, Skriva fyri lívi, í 2020. Meira enn 445.000 fólk úr 43 londum kravdu frídøming.
Á alheimsstigi: Eftir trýst frá Amnesty International og samstarvsfelagsskapum kunngjørdi tann útinnandi skrivstovan hjá ST-aðalskrivaranum ætlanir um taka barnarættindir við í ta vanligu ST-skipanina. Fráboðanin kom í kjalarvørrinum á einum væleydnaðum ST-síðutiltaki, sum Amnesty International og samstarvsfelagsskapir skipaðu fyri, og har ið Agnes Callamard, aðalskrivari í Amnesty International, var ein av røðarunum.
Novembur
Guinea Bissau og Niger: Guinea Bissau og Niger kunngjørdu, at tey fóru at sleppa einstaklingum og ngo’um at kæra til Afrikanska manna- og fólkarættindadómstólin. Við hesum kom talið á londum, sum hava skrivað undir yvirlýsingina, upp á átta. Arbeiðið hjá Amnesty var avgerandi í hesum sambandi við einum undirvísingarfilmi, átøkum á sosialum miðlum og áhaldandi samskifti við umboð fyri African Union og bólkar í sivilsamfelagnum.