Aðalfundur hjá Amnesty Føroyum verður í Smæruni hóskvøldið 28. apríl kl. 18.00 – 19.30.
Skrá sambært lógum felagsins (tær kunnu lesast her)
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Mál á skrá?
Ynskir tú at fáa mál á skrá, skal hetta fráboðast í telduposti til nevndia í seinasta lagi 25.apríl (chair@amnesty.fo).
Øll kunnu seta spurningar til nevndina á fundinum.
Vilt tú ávirka arbeiðið við mannarættindum í Føroyum?
Ynskir tú at stilla upp til nevndina og hevur spurningar hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við formannin Regin Berg á chair@amnesty.fo
Hug at koma í ungdómsbolkin?
Um tú hevur hug at gerast virkin í ungdómsbólkinum, ert tú eisini vælkomin á fund. Umboð frá ungdómsbólkinum verða til staðar.