Almenna ráðstevna um fongsulsviðurskifti í Føroyum. Ráðstevnan varð sett á skrá tann 31. mars, men varð útsett vegna korona. Nýggjur dagur er tann 22. oktober 2020.
SKRÁ*:
Stað: Smæran
Tíð: 22. oktober frá kl. 13.00 – 16.00.
Ábit og stuttir steðgir
Orðstýrari: Óluva Zachariassen
Høvuðstalari, upplegg og orðaskifti verða á skrá:
VIT BYRJA KL. 13.00
PETER SCHARFF SMITH, OSLO UNIVERSITET:
“EITT FONGSUL Í FONGSLINUM – AVBYRGING FRÁ 1800 TALINUM OG FRAM TIL Í DAG”
Peter Scharff Smith er serfrøðingur innan fongsulsviðurskifti. Seinastu nógvu árini hevur hann granskað í fongsulsviðurskiftum og mannarættindum. Hann hevur m.a. granskað í evnum sum avbyrging, píning og børn í varðhaldi.
Peter Scharff Smith fer at hava eitt fakligt upplegg um fongsulsviðurskifti, har hann viðmerkir føroysku umstøðurnar, og hvørt tað er nøktandi, at vit senda fangar av landinum at sita dóm.
MAGNI HØJGAARD,
MAGNI HØJGAARD, MEGNA TÍTT LÍV:
“EITT LÍV Í FONGSLINUM”
Magni Højgaard, sum er toymisleiðari í MEGNA TÍTT LÍV, fer at tosa um, hvussu umstøðurnar í føroyska varðhaldinum ávirkan tey, sum eru serliga útsett.
PETER JØRGENSEN FER AT GREIÐA FRÁ
Peter Jørgensen hevur sjálvur roynt at sita í avbyrging, og hann fer at seta orð á hetta.
FAKLIGT ORÐASKIFTI:
“HVUSSU ÁVIRKA UMSTØÐURNAR Í FØROYSKA VARÐHALDINUM TEY INNSETTU?”
Peter Scharff Smith, Oslo Universitet
Rikke Jørgensen, Kriminalforsorgin
Magni Højgaard, Megna títt lív
POLITISKT ORÐASKIFTI:
“ER TÍÐIN KOMIN TIL AT SETA FONGSULSVIÐURSKIFTI Á POLITISKA DAGSKRÁ?”
Umboð frá politisku flokkunum
Umboð frá eftirlitsnevndini
Umboð frá rættarnevndini
VIT ENDA KL. 16.00
*Skráin kann verða dagførd nakað
Les meria um, hvat Amnesty hevur sagt um fongsulsviðurskifti í Føroyum HER