FRÍGGJADAGIN KEMUR UPPSKOT UM DAGFØRINGAR Í RÆTTARGANGSLÓGINI TIL 1. VIÐGERÐ Á FØROYA LØGTINGI. HESUM HEVUR AMNESTY SÓKNAST EFTIR Í NÓGV ÁR, OG TÍ FEGNAST VIT UM, AT ARBEIÐIÐ NÚ ER SO MIKIÐ ÁLIÐIÐ.
Felagsskapurin vil nýta høvið at seta spurnartekn við, um dagføringarnar í sambandi við varðhaldsfongsling og avbyrging fara at hava nøktandi broytingar við sær, um eingi krøv um alment atkomandi tøl fylgja við. AMNESTY vónar, at myndugleikarnir fara at síggja til, at so verður, nú rættarganslógin verður dagførd. Eisini vil felagsskapurin nýta høvið at vísa á, at umstøðurnar í varðhaldinum er orsøk til, at avbyrging verður brúkt meira, enn neyðugt hevði verið, um vit bæði høvdu eitt varðhald og eitt fongsul í Føroyum.
Tað er gott og neyðugt, at rættargangslógin nú verður dagførd. Talan er um nógvar broytingar. Amnesty hevur serliga hugt at broytingunum, sum hava við drúgva varðhaldsfongsling og avbyrging í varðhaldinum at
gera. Varðhaldsfongslað eru undir stórum trýsti, og nógv teirra stríðast við sálarligar trupulleikar. Tey hava avmarkaða atgongd at sosialari samveru og fáar virkismøguleikar við innihaldi at velja í. Tey liva tí undir ógvuliga truplum umstøðum, hóast tey ikki eru dømd fyri nakað. Eisini eru tølini fyri avbyrgingar í varðhaldinum alarmerandi, hóast vit vita, at summi eftir bara heilt fáum døgum kunnu fáa varandi sálarligt mein av at sita avbyrgd.
ALTJÓÐA MANNARÆTTINDI
Í ST-heimsyvirlýsingini frá 1948 verður staðfest, at “eingin skal verða píndur ella harðliga, ómenniskjansliga ella vanæruliga viðfarin ella revsaður”. Nógvar aðrar altjóða samtyktir staðfesta hetta sama, eitt nú tann evropeiski mannarættindasáttmálin, ST-sáttmálin um borgarlig og politisk rættindi og sáttmálin móti píning og aðrar grimari, ómenniskjansligari ella niðrandi viðferð ella revsing. Hetta eru ásetingar, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja. Tað er tó ivasamt, um vit lúka hesar ásetingarnar í øllum viðurskiftum. Serliga nýtslan av varðhaldsfongsling og avbyrging er viðkomandi at hava í huga.
Í sambandi við uppskotið um at dagføra rættargangslógina sendi Amnesty International Føroyar landsstýrinum eitt hoyringarskriv við yvirskipaðum viðmerkingum. Í hoyringsskrivinum setur felagsskapurin spurnatekin við, um dagføringin av rættargangslógini fer at hava nøktandi broytingar við sær, um eingi krøv um alment atkomandi tøl fyri varðhaldsfongslingar og avbyrgingar í varðhaldinum fylgja við. Amnesty vísir somuleiðis á, at fongsulsviðurskiftini elva til óneyðuga nógvar avbyrgingar, og at avbyrgingarnar høvdu verið færri, um vit høvdu meira enn bara eitt varðhald í Føroyum.
VARÐHALDSFONGSLING
Amnesty fegnast um, at krøvini fyri at varðhaldsfongsla á summum økjum verða herd, soleiðis at tey samsvara við donsku lógina. Men sammmet við onnur Norðurlond er Danmark eingin fyrimynd, tá ið um varðhaldsfongsling ræður. Danmark liggur nevniliga á odda við flestum varðhaldsfongslingum. Í 2012 vóru 33 % av øllum innsettum varðhaldsfongslað móti 25 % í Noregi og Svøríki. Í Finnlandi vóru tey 19 % og í Íslandi 12 %.
Í hesum sambandi er viðkomandi at meta um fyrimunir og vansar við at víðka um reglurnar fyri rættarverjuvarðhaldsfongsling, sum uppskotið annars leggur upp til í samband við ávíst brotsverk.
AVBYRGING
Hyggja vit nærri at tølunum fyri avbyrging í varðhaldi í Danmark, síggja vit greitt, at tølini eru heilt nógv minkað síðan 2001, tá ið broytingar vórðu gjørdar í donsku lógini. Havast má í huga, at talan ikki bara var um eina lógarbroyting, tí lunnar vórðu samstundis lagdir undir eina grundleggjandi hugburðsbroyting. Serliga áhugavert er tað, at ríkisákærin í eini árligari frágreiðing almannakunnger tølini fyri langar varðhaldsfongslingar og avbyrgingar í Danmark. Tølini benda á eitt sokallað paradigmuskifti eftir lutfalsliga stuttari tíð. Talið fyri avbyrgingar í varðhaldinum er minkað úr 553 avbyrgingum í 2001 niður í 17 avbyrgingar í 2017. Tað er ein minking upp á meira enn 90 %.
Sambært útsøgnum hjá avvarðandi myndugleikum í Føroyum fylgja føroyskir myndugleikar í stóran mun donsku lógini, og tí er áhugavert at spyrja, um gongdin hevur verið tann sama í Føroyum tey seinastu árini. Tað er ikki so einfalt at svara hesum spurninginum, tí tølini eru ikki alment atkomandi. Ákæruvaldið hevur tó útflýggjað Amnesty tølini fyri tey seinastu fimm árini, og tey síggja soleiðis út:
TØL TALA
Hava vit fólkatalið í Føroyum í huga, eru tølini lutfalsliga nógv hægri í Føroyum enn í Danmark. Hyggja vit t.d. at 2017, vóru tilsamans 17 avbyrgingar í donskum fongslum móti heilum 13 í føroyska varðhaldinum.
Tá vit bert síggja tøl fyri 5 ár skulu fyrivarni takast fyri hesum, men tølini benda á, at tað er ógvuliga ivasamt, um broytingarnar og hugburðsbroytingin, sum hendar eru í Danmark síðan 2001, og sum hava havt eina minking upp á meira enn 90 % við sær, í sama mun eru hendar í Føroyum.
Amnesty vónar tí, at ríkisákærin ella onkur annar myndugleiki fer at almannakunngera føroysku tølini í framtíðini. Amnesty vónar, at føroyskir politikkarar fara at síggja til, at so verður, nú rættargangslógin verður dagførd.
UMSTØÐURNAR VIÐ EINUM VARÐHALDI ERU ORSØK TIL FLEIRI AVBYRGINGAR
Amnesty hevur í samrøðu við bæði ákæruvald, verja, kriminalforsorg og dómara fingið ábendingar um, at umstøðurnar við bara einum varðhaldi hava við sær, at avbyrging verður brúkt meira, enn neyðugt hevði verið, um vit bæði høvdu eitt varðhald og eitt fongsul í Føroyum.
Hóast varðhaldið í Mjørkadali er eitt varðhald, virkar tað eisini sum opið og afturlatið fongsul. Fólk, sum arbeiða í skipanini, siga, at av tí at varðhaldsfongslað sita saman við fangum, sum kunnu fáa vitjan, fara út o.s.fr., mugu tey oftari lata sær avbyrging og bræva- og vitjanareftirlit lynda. Umstøðurnar hava eisini avleiðingar fyri tey, sum sita dóm, tí hesi noyðast at laga seg eftir varðhaldsumstøðum, hóast tey hava rætt til fongsulsumstøður. Hetta hevur stóra ávirkan á gerandisdagin, tí umstøðurnar í einum varðhaldi krevja meira eftirlit og fleiri avmarkingar.
Undir nøktandi umstøðum eigur tilveran hjá einum varðhaldsfongslaðum at verða ‘normaliserað’, um viðkomandi fær dóm. Viðkomandi eigur at fáa atgongd at nógv fleiri møguleikum sum til dømis vitjanum undir minni eftirliti, fleiri tilboðum um virkismøguleikar og sosialum sambondum við onnur, sum inni sita. Men megna vit hetta undir núverandi umstøðum? Og ein annar stórur spurningur er, um tað kann góðtakast, at fangar verða sendir til Danmarkar at sita drúgvari dómar?
Øll hesi viðurskiftini eiga at verða lýst gjølla, og okkurt ítøkiligt eigur at verða gjørt við hesar samfelagsligu avbjóðingarnar.
31. mars 2020 fer Amnesty International Føroyar at skipa fyri almennum fundi um fongsulsviðurskiftini í Føroyum.