Altjóða ársfrágreingin fyri 2022
Á hvørjum ári gevur Amnesty International frágreiðing út, har víst verður á mannarættindastøðuna í farna ári. Í ársins frágreiðing er m.a. at lesa:
- Ársfrágreiðingin hjá Amnesty International fyri 2022 varpar ljós á dupultstandardar kring heimin, tá ið ræður um mannarættindi, og at altjóðasamfelagið ikki hevur megnað at staðið saman um at brúka mannarættindi og universell virðir.
- At vesturheimurin avgjørdur hevur svarað russiska áganginum móti Ukraina aftur, stendur í skærari andsøgn við tað syndarliga atgerðaloysið hjá sama vesturheimi, tá ið ræður um álvarslig brot, sum nøkur av hansara sameindu, teirra millum Ísrael, Saudiarabia og Egyptaland, fremja.
- Kvinnurættindi og frælsi at mótmæla eru hótt, tá ið lond ikki verja og virða rættindi innlendis.
- Nú ið mannarættindasáttmálin verður 75 ár, krevur Amnesty eina reglugrundaða altjóða skipan, sum verður grundað á mannarættindi og brúkt allastaðni.
Russiska álopið og dupultstandardar
Russiska innrásin í Ukraina elvdi til eina ta verstu mannarættindakreppuna í nýggjari evropeiskari søgu. Kríggið hevur rikið hópin av fólki á flótta, elvt til krígsbrotsverk og orku- og matvøruótryggleika og enntá vakt tað ræðandi atomkrígsspøkilsið úr dvala.
Russiska innrásin í Ukraina er eitt ræðandi dømi um, hvat ið kann henda,
tá ið lond halda seg kunna hevja seg upp um altjóða rætt og fremja mannarættindabrot uttan avleiðingar
– Agnès Callamard, aðalskrivari hjá Amnesty International.
Vesturheimurin var skjótur at seta búskaparlig tiltøk í verk mótvegis Moskva og at senda Kiev hernaðarhjálp. Altjóða revsidómstólurin fór at kanna møgulig brotsverk ímóti mannaættini í Ukraina, og aðalfundurin hjá Sameindu tjóðum atkvøddi fyri at fordøma russisku innrásina sum eitt álopsstig. Hesin avgjørdi og kærkomni leisturin stóð tó í skærari andsøgn við, hvussu farið er fram í sambandi við onnur álvarslig brot, sum Russland og onnur hava framt, og hvussu syndarlig aftursvørini hava verið í sambandi við stríð sum tað í Etiopia og Myanmar.
Frágreiðingin The State of the World’s Human Rights kom eftir, at dupultstandardar og ónøktandi aftursvar til mannarættindabrot kring heimin hava elvt til óstøðugleika, og at sek eru sloppin undan revsing. Nevnast kunnu tann larmandi tøgnin um mannarættindastøðuna í Saudiarabia, líkasælan mótvegis Egyptalandi og tann vantandi átalan av ísraelsku apartheidsskipanini mótvegis palestinum.
“Sigur álopskríggið hjá Russlandi okkum nakað um framtíðina hjá heiminum, er tað, hvussu umráðandi tað er, at vit fáa eina munadygga og avgjørda reglugrundaða altjóða skipan. Øll lond skulu gera meira fyri at fáa til vega eina slíka reglugrundaða skipan, sum gagnar øllum allastaðni,” segði Agnès Callamard.
Fyri palestinar á tí hersetta Vestara áarbakka gjørdist 2022 eitt tað deyðiligasta árið, síðan Sameindu tjóðir í 2006 fóru undir skipaða skráseting av deyðum. Ísraelsk herlið beindu fyri 152 fólkum, og teirra millum vóru nógv børn. Ísraelskir myndugleikar hildu fram at noyða palestinar úr húsi og heimi, og stjórnin boðaði frá ætlanum um at víðka tær ólógligu búsetingarnar á hersetta Vestara áarbakka munandi. Í staðin fyri at krevja, at Ísrael gevst við apartheidsskipanini valdu nógvar vesturlendskar stjórnir at harta tey, sum fordømdu skipanina.
Mannarættindaráðið hjá Sameindu tjóðum setti ein serligan eygleiðara at fylgja mannarættindastøðuni í Russlandi, umframt at ráðið setti eina kanningarskipan í verk í kjalarvørrinum á teimum deyðiligu mótmælunum í Iran. Men ráðið atkvøddi ímóti at kanna nærri ella yvirhøvur at umrøða tað, at kanningar hjá Sameindu tjóðum sjálvum benda á møgulig brotsverk móti mannaættini í Xinjiang í Kina, og tók av eina samtykt viðvíkjandi Filipsoyggjum.
“Lond brúktu mannarættindi frá máli til mál og sýndu eyðsýnt og ørkymlandi hykl og dupultstandardar. Lond kunnu ikki átala mannarættindabrot einastaðni og løtu seinni lata sama slag av brotum í øðrum londum um seg ganga, bara tí at tað tænir teirra egnu áhugamálum. Tað er samvitskuleyst og máar støðið undan hugsanini um universell mannarættindi,” segði Agnès Callamard.
Eirindaleys kúgan av politiskum andstøðingum um allan heim
Í 2022 vórðu russar drignir fyri rættin og miðlahús stongd bara fyri at nevna kríggið í Ukraina. Journalistar vórðu fongslaðir í Afganistan, Etiopia, Myanmar, Russlandi, Hvítarusslandi og nógvum øðrum londum um allan heim, har ið stríð herjar.
Í Avstralia, India, Indonesia og Stórabretlandi samtyktu myndugleikar nýggja lóggávu, sum avmarkar møguleikan at mótmæla, og í Sri Lanka vórðu neyðheimildir brúktar til at avmarka hópmótmælir móti tí alsamt versnandi fíggjarkreppuni. Bretska lógin gevur løgreglufólki víðfevndar heimildir, m.a. at forbjóða ‘larmandi mótmælum’. Hetta máar støðið undan talufrælsinum og rættinum til frítt at taka lut í friðarligum samkomum.
Tøkni varð brúkt sum vápn ímóti mongum fyri at teppa atfinningarsamar røddir, forða fyri almennum fundum ella bera falstíðindi.
Iranskir myndugleikar svaraðu søguliga uppreistrinum ímóti kúgan í áratíggjur aftur við ólógligum valdi, tá ið teir skutu við skørpum, við metalkúlum og við táragassi og brúktu harðskap. Fólk í hundraðtali, teirra millum nógv børn, lógu eftirá. Í desembur brúktu peruisk trygdarlið ólógligt vald, serliga ímóti upprunafólki og bóndum, fyri at køva mótmælir ímóti politisku kreppuni, sum tók seg upp, eftir at fyrrverandi forsetin, Castillo, varð frákoyrdur. Journalistar, mannarættindastríðsfólk og politiskir andstøðingar vórðu eisini fyri kúgan, m.a. í Simbabvi og Mosambik.
Fyri at svara vaksandi hóttanum ímóti rættinum at mótmæla aftur skipaði Amnesty International í 2022 fyri einum átaki um allan heim, har ið felagsskapurin mótmælti teimum alt meira víðfevndu royndunum hjá londum at máa støðið undan tí grundleggjandi rættinum til frítt at taka lut í friðarligum samkomum.
Rakar kvinnur harðast, at lond ikki verja og virða rættindi
Kúgan av politiskum andstøðingum og vantandi avgjørd støða til mannarættindi høvdu eisini stóra ávirkan á kvinnurættindi.
Hægstirættur í USA kolldømdi rættin til fría abort, sum í nógv ár hevur verið grundlógartryggjaður, og hótti samstundis onnur rættindi hjá kvinnum, gentum og øllum, sum kunnu gerast upp á vegin, í milliónatali, m.a. rættin til lív, heilsu, privatlív og tryggleika og rættin til ikki at vera fyri mismuni.
Síðst í 2022 høvdu fleiri amerikanskir statir samtykt lóggávu, sum bannaði ella avmarkaði atgongdina at abort, og í Póllandi vórðu mótmælisfólk rættasøkt fyri at hjálpa kvinnum at fáa hendur á abortpillarar.
Lutfalsliga vóru framvegis flestar innføddar kvinnur fyri neyðtøku og øðrum kynsligum harðskapi í USA. Í Pakistan varð sagt frá fleiri skakandi kvinnumorðum framdum av húsfólki, men lóggávutingið vildi ikki samtykkja lóggávu um harðskap í heiminum. Lóggávan hevur bíðað síðan 2021. Í India fór harðskapur móti dalit- og adivasikvinnum, m.a. kastugrundað hatursbrotsverk, fram, uttan at nakar varð drigin til svars.
Í Afganistan viknaði rætturin hjá kvinnum og gentum til persónligt sjálvræði, útbúgving, arbeiði og atgongd at almenna rúminum munandi orsakað av fyriskipanum lýstum av Taliban. Í Iran handtók siðalagsløgreglan við harðskapi Mahsu (Zhinu) Amini fyri at hava latið hárið síggjast undan turriklæðnum. Hon doyði fáar dagar seinni í varðhaldinum – har hon sambært trúverdum frágreiðingum varð pínd – og hetta birti í mótmælir um alt landið, har nógvar kvinnur afturat vórðu særdar, afturhildnar ella myrdar.
Trongdin hjá londum at stýra kroppinum hjá kvinnum og gentum,
teirra seksualiteti og lívi, leggur eina ræðuliga slóð eftir seg av harðskapi, kúgan og skerdum møguleikum
– Agnès Callamard.
Altjóða stovnum tørvar ábøtur
Tað er avgerandi, at altjóða stovnar og skipanir, sum skulu verja okkara rættindi verða styrkt, heldur enn at støðið verður máað undan teimum. Tað fyrsta stigið er, at mannarættindaamboðini hjá Sameindu tjóðum verða fíggjað til fulnar, so at fólk kunnu verða drigin til svars, kanningar gjørdar og rættvísi útint.
Amnesty International mælir eisini til, at tann týdningarmesti avgerðarstovnurin hjá Sameindu tjóðum, Trygdarráðið, verður broyttur, so at lond og støður, sum higartil hava verið gloymd, serliga í suðurpartinum av heiminum, fáa eina rødd.
“Altjóða skipanini tørvar álvarsligar ábøtur fyri at endurspegla veruleikan í dag. Vit kunnu ikki loyva teimum føstu limunum í Trygdarráðnum hjá Sameindu tjóðum áhaldandi at brúka sín sýtingarrætt og misbrúka síni framíhjárættindi ótálmað. Vantandi gjøgnumskygni og munadygd í avgerðartilgongdini hjá Trygdarráðnum gera, at skipanin stendur víðopin fyri óreiðiligari framferð, misbrúki og ólag,” segði Agnès Callamard.
Men alt meðan sjálvsóknar stjórnir ikki vilja seta okkara mannarættindi fremst, vísir mannarættindarørslan, at vit framvegis kunnu leita okkum íblástur og vón hjá teimum, sum hesi londini áttu at havt vart.
Tað er lætt at kenna vónloysi orsakað av ræðuleikum og valdsgerðum,
men hetta síðsta árið hava fólk víst, at vit eru ikki máttleys
– Agnès Callamard
Í Kolumbia gjørdu áhaldandi kvinnurættindaaktivisma og rættarmál sítt til, at grundlógardómstólurin strikaði revsingarheimildirnar fyri abort tær fyrstu 24 vikurnar av viðgongutíðini. Í Suðursudan varð Magai Matiop Ngong leyslatin, eftir at hann í 2017 var dømdur til deyða bara 15 ára gamal. Hann varð leyslatin, eftir at fólk í túsundatali úr øllum heiminum høvdu strongt á myndugleikarnar at fáa teir at sleppa honum leysum.
“Vit hava verið vitni til ótrúligt treiskni, m.a. hjá afganskum kvinnum, sum hava marsjerað ímóti Taliban-stýrinum, og iranskum kvinnum, sum eru farnar úr turriklæðnum ella hava klipt hárið fyri at mótmæla lóggávu, sum áleggur øllum kvinnum at hylja seg” sigur Agnès Callamard.
“Heimsyvirlýsingin um mannarættindi varð til fyri 75 árum síðan burtur úr øskuni eftir seinna heimskríggj. Kjarnin er tann universella viðurkenningn av, at øll menniskju hava rættindi og grundleggjandi frælsisrættindi. Hóast ruðuleiki valdar í valdsdynamikkinum í heiminum, kunnu vit ikki lata mannarættindini fara fyri skeytið. Tey eiga at vísa heiminum leið, tá ið hann skal halda kós í einum alt meira óstøðugum og vandamiklum umhvørvi. Vit kunnu ikki bíða eftir, at heiminum aftur brennur” sigur Agnès Callamard.
Les ársfrágreiðingina her