MÍTT NAVN ER IKKI “FLÓTTAFÓLK”
Tá vit umrøða menniskju, sum mugu flýggja frá húsi og heimi, so hevur tað týdning at minnast til at tað eru ikki hesi menniskju, sum eru trupulleikin. Tað eru ikki tølini, sum er trupulleikin. Tað eru kríggini, veðurlagsbroytingarnar, ójavnin og fátækradømi, sum er trupulleikin. Tað eru orsøkirnar til, at hesi menniskju, sum eru í dýrastu neyð, eru noydd, tvingað, kroyst í móti sínum vilja at flyta seg frá A til B.
“Flóttafólk” ella “tilflytari” eru tíðaravmarkað heiti, og tey fevna einans um ein part av samleikanum hjá einum persóni. Øll menniskju hava meira enn ein samleika. Tey hava eina søgu.
Í dag er altjóða flóttafólkadagur og vit nýta høvi at geva orðið til Raniu. Hon er ein kvinna, dóttir, fjølmiðlafólk, systur, lesandi, Game of Thrones fjeppari og menniskja.
FLÓTTAFÓLK ERU Í NÆRUMHVØRVINUM
Um vit lata tølini tala, so er eingin ivi um, at flóttafólk fyri tað mesta eru í tí sokallaða nærumhvørvinum, og tað eru menningarlond, ið bera nógv tað størstu byrðarnar.
85% av flóttafólkum eru í menningarlondum. Í Jordan eru 164 av 1000 íbúgvum flóttafólk, og tað merkir, at 16% av fólkinum eru flóttar úr grannalondunum. Bert ein lítil partur av hesum býr í flóttafólkalegum. Altjóða samfelagið megnar als ikki at hjálpa landinum fíggjarliga, og tí er økið sambart UNHCR undirfíggja við 96%.
Altjóða samfelagið megnar heldur ikki at bjóða seg fram og húsa teimum, sum ikki eru trygg í økinum. Íalt metir UNHCR at 1,4 millión flóttafólk hava átrokandi tørv á endurhúsing, men altjóða samfelagið megnar bert at bjóða einum brotparti (4,7%)av hesum eitt nýtt heim undir sólini í 2018.
Føroyar ganga ikki á odda. Heldur ikki Danmark, sum seinastu árini hava steðgað móttøku av kvotaflóttafólki.
Amnesty fer áhaldandi at arbeiða við at minna polistisku skipanina á okkara altjóða ábyrgd. Føroya Deild hevur ta greiðu sannføring, at politiski myndugleikin eigur at taka eina støðu og átaka sær altjóða ábyrgd yvirfyri heimsins neyðstøddu. Og politiski myndugleikin eigur síðani at gera eina ætlan við bæði stutttíðar- og langtíðarmálum sum greitt áseta, hvussu vit kunnu hjálpa heimsins neyðstøddu.