27. januar var almennur minningardagur um Holocaust og onnur fólkadráp. Hvørt ár skipa Nám og Amnesty fyri minningarhaldi á degnum fyri hádeild, eftirskúlum, miðnáms- og yrkisskúlum. Í ár mintust vit í fólkadrápið Holodomor. Holodomor merkir hungursdráp, og fór fram í núverandi Ukraina í 1932-1933, tá Stalin tømdi korngoymslurnar í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð og millum 3,5 og 7 milliónir lótu lív.
Á tiltakinum greiddi Oddur á Lakjuni, lærari og søgufrøðingur, frá søguligu hendingini Holodomor. Hanus Kamban, rithøvndur, setti sín dám á, hvussu og hví Holodomor fór fram. Tóra Petersen, trivnaðarráðgevi á Námi, greiddi frá í samrøðu, hvussu menniskjað er sett saman og hvussu óndskapur kann taka skap. Mariia Shvets Olsen, er úr Ukraina, men búsitandi Føroyum. Hon segði frá um, hvussu søguliga Holodomor ávirkar Ukraina í dag, og hvussu hennara familja er rakt av krígnum, ið herjar í landinum í dag. Georg Petersen, tíðindaleiðari á KVF, greiddi frá um, hvussu KVF velur til og frá tíðindir úr einum krígsherjaðum landi. Aksel V. Johannesen, Løgmaður Føroya, vísti frá, hvussu Føroyar kunnu hjálpa londum í neyð.
Á undirvísingarportalinum hjá Nám er tilfar gjørt til undirvísing í Holocaust og Holodomor, og eisini eru samrøður við allar luttakararnar. Her er tað Mariia, ið sigur frá:
Síðan um Holocaust og onnur fólkadráp hjá Snar, undirvísingarportalinum hjá Nám, er at finna her.