ALTJÓÐA KVINNUDAGUR 2023 – KVINNUR SKULU RÁÐA YVIR EGNUM KROPPI OG NØRING
Í dag, á altjóða kvinnudegnum, hava vit handað løgmanni, Aksel V. Johannesen, undirskriftir stílaðar Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, sum varar av abortlógini, men er í barnsburðarfarloyvi í løtuni.
Í Amnesty International Føroyum halda vit, at vit hava tørv á dagførdari aborlóggávu, tí verandi lóg frá 1956 ikki virðir tey rættindi, sum vit í Amnesty International halda, at gentur og kvinnur hava sambært altjóða mannarættindasáttmálum. Vit hava tí heitt á avvarðandi landsstýrismann, Bjarna K. Petersen, um at byrja arbeiðið at dagføra abortlóggáva, so hon tryggjar, at kvinnur fáa møguleikan at taka abort, um tær ynskja tað, undir tryggum umstøðum við virðing fyri teirra ynski, tørvi og rætti.
Rætturin at taka avgerðir um egna heilsu, nøring, framtíð og rætturin til javnrætt, til ikki at vera fyri mismuni og til virðing fyri og verju av privatlívinum er staðfestur í altjóða mannarættindasáttmálum. Hava kvinnur ikki møguleikan at velja abort, verða tí nøkur av grundleggjandi mannarættindinum ikki vird.
Harafturat eru seksual- og nøringarrættindi hjá gentum og kvinnum nágreinaði í kvinnurættindasáttmálanum hjá ST, sum staðfestir, at tað er valið hjá gentum og kvinnum, um og nær tær vilja hava børn, hvussu nógv og við hvørjum.
Tá hesi rættindini eru tryggjaði í altjóða mannarættindasáttmálum, halda vit í Amnesty International Føroyum, at tey eisini skulu endurspeglast í føroyskari abortlóggávu.
Tað eru ikki einans vit í Amnesty International Føroyum, sum halda tað, tí sambært nevndarlimi í nevndini, sum varar av kvinnurættindasáttmálanum hjá ST, virða vit í Føroyum ikki rættindini hjá kvinnum við verandi abortlóg:
“Seksual- og nøringarrættindi eru grundleggjandi rættindi.
Ikki at virða hesi rættindi er eitt slag av kynjaðum harðskapi
og er eitt brot á rættindini hjá kvinnum.”
-Nicole Ameline