TAÐ ER 19. APRÍL KL 19:00 OG TAÐ ER PERLUNI Í TÓRSGØTU 3 Í HAVN.
GENTAN UTTAN SKOMM, OG DRONGURIN, SUM IKKI TÍMDI AT GANGA Í SKÚLA. TVEIR REBELLAR HITTAST Í FØROYUM.
Á skránni eru kveikjandi framløgur frá NANCY HERZ, aktivisti og samfelagskjakara, og MOUSTA MOU, menniskjarættindaverja og sakførara. Eisini fara Springsystrarnar at diska aftur við onkrum góðum til góman og tostan.
Menniskjarættindi eru undir søguligum hørðum trýsti. Milliónir av fólki liva í ótta, orsakað av hóttanum, harðskapi og hatri. Orsakað av brotum á altjóða lóg og grundleggjandi menniskjarættindi. Men tá politiska skipanin og stjórnir kring heimin svíkja, so talar fólkið at. Amnesty International vísti á árið 2017, sum árið hjá sosialari aktivismu. Árið, tá fólk í hundraðtúsundatali hava mótmælt á gøtunum og á sosialu miðlunum. Womens march, #metoo, #neveragain og “timesup” eru dømi um sosiala aktivismu, sum verurliga hevur fest seg í sjónarringin.
Men hvat er aktivisma. Hvat er ein gerandisaktivistur? Hvussu kan EIN persónur gera mun, og hvat krevur tað av okkum? Hví er tað neyðugt, vigtigt og átrokandi at hava aktivistar í samfelagnum? Hevur tú DIRVI til at siga tína meining? Er tað neyðugt at siga hana hart? Hvussu kann eg hjálpa onkrum, uttan at standa fremst í eini mótmælisgongu? Hvussu skipar mann eina mótmælisgongu? Alt hetta kunnu vera viðkomandi spurningar til tey bæði Nancy og Mousta, sum sjálvi fara greiða frá um sína aktivismu og sítt íkast til samfelagskjakið.
UM LUTTAKARAR OG SKRÁNNA
Nancy Herz úr Noregi er 22 ára gomul, hon er menniskjarættindaverji, klummuskribentur, samfelagskjakari og rithøvundi á bókini “Shameless” ella “Skamløs” sum kom út í Noregi í oktober 2017. Saman við øðrum norskum aktivistum, stovnaði Nancy #Shameless bylgjuna, sum setur sjóneykuna á negativt sosialt kontrol og avleiðingarnar av at vaksa upp í einum skomm-heiðursmentan. Hon berjist og talar fyri frælsi, og vónar at inspirera aðrar ungar gentur og kvinnur til at slíta seg leysar úr stirvnum kynsrollum og væntanum.
Nancy hevur móttikið Fritt Ords Honnørpris, Human Rights Activist of the year, The shameless price frá Sex og Samfunn, Kverulantprisen, Rachel Grepp Prisen for work on equality, Brosteinprisen frá Kirkens Bymisjon, Sjur Holsens Minneoris, Emerging Young Leaders Award og fleiri aðrar.
Fyri bókina “Skamløs” ella “Shameless” varð hon instillað til bókmentavirðirsløn fyri ungdómsbókmentir av mentamálaráðið Noregs. Hon hevur hitt forsetar, verið talskvinna fyri Noreg í Brussel (ES) og verið við í óteljandi pallborðum, fundum, hildið fyrilestrar og luttikið á ráðstevnum um allan heimin.
Moustafa Mahmoud Moustafa er yngsti sakførari í danska kongaríkinum. Tað lá ikki í kortinum, at hann skuldi gerast sakførari; hann var rebelskur og illsintur, tímdi illa at ganga í skúla og endaði ofta í bardaga. Men alt hetta fekk eina vend, og í dag kann hann kalla seg yngsta sakførara í ríkinum. Umframt at arbeiða sum sakførari, ferðast hann eisini í dag í skúlar og prátar við serliga ungar dreingir um, hvussu eisini teir kunnu koma burtur úr óføri og saktans kunnu vera smartir, frískir og livandi, samstundis sum teir tryggja sær eina góða útbúgving.
SPRINGSYSTRARNAR diska !
Umframt hesi innsløg, fáa vit eisini okkurt gott til góman og tostan.
Tað eru AMNESTY UNG, sum skipa fyri.
Vit gleða okkum at síggja teg <3