COP 28: Avtalan verjir ikki mannarættindi
Fyri fyrstu ferð er semja á ST-veðurlagsráðstevnuni um, at neyðugt er, at vit flyta okkum frá lívrunnum brennievnum. Hóast tað ikki verður nevnt í avtaluni, at lond skulu gevast við lívrunnum brennievnum, er avtalan ein viðurkenning av, at livrunnin brennievni eru orsøk til veðurlagskreppuna og árinini á veðurlag og umhvørvi. Avtalan sendur ein greiðan boðskap um, at vit ikki sleppa undan at gevast við at nýta lívrunnu brennievnini.
“COP28 hevur fyri fyrstu ferð givið tekin um, at tørvur er á, at vit flyta okkum frá lívrunnum brennievnum. Tað er eitt prógv um tað trýstið og stríðið, sum fólk hava ført í áratíggu. Kortini eru hol í lógini, sum gera tað møguligt hjá framleiðarum av lívrunnum brennievnum og londum at halda á fram sum vant, og tí røkkur avtalan ikki tí, sum er neyðugt fyri at verja rættindini hjá milliardunum av fólkum, sum eru fyri skaðum av veðurlagsbroytingum” segði Marta Shaaf, leiðari fyri veðurlag, búskaparligt og sosialt rættvísi hjá Amnesty International.
“Vantandi lyftini frá ríkaru londunum at hjálpa hart raktu londunum at laga seg til avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum eru fullkomiliga ónøktandi og setur upprunafólk, tey mest ávirkaðu samfeløgini og aðrar marginaliseraðar bólkar í vanda” sigur Marta Shaaf.
Ov lítil fígging til Loss and Damage Fund
Á seinastu COP-ráðstevnuni var avtala gjørd um, at sokallaði Loss and Damage Fund skuldi setast á stovn. Grunnurin hevur til endamáls at veita fíggjarliga hjálp til tey samfeløg og bólkar, sum eru fyri álvarsamastu avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum. Grunnurin varð samtyktur í ár, men við alt ov lágari fígging verður endamálið við grunninum máað undan honum. Ráðgevin hjá Amnesty International í veðurlagsbroytingum, Ann Harrison, segði tað vera ørkymlandi, at tað liggur í avtaluni, at tøkni sum kolevnistøka og -goymsla, og sum enn ikki er liðugt ment, er ein loysn upp á upphitanina. Eisini nevnur hon, at áherslan á leiklutin sum ‘umskiftisbrennievni’ (tað er m.a. jarðgass) fáa og tey væntandi lyftið um at londini skulu gevast við at nýta lívrunnin brennievni, gevur oljuídnaðinum orsøk at at halda áfram við at økja um framleiðsluna.
Avmarkingar á mannarættindi
Avmarkingar á talu- og savningarfrælsið eyðkendu COP28. COP28 var dálkað av avmarkingunum og av mongu olju- og gasslobbyistunum, ið vóru á veðurlagsráðstevnuni. Vit mæla tí til, at vertskipanir verða styrktar, og at hesar avtalur verða almennar fyri at tryggja verju og virðing av mannarættindum. Harumframt eigur UNFCCC, United Nations Framework Convention for Climate Change, at menna ein politikk um stríðandi áhugmál, sum kunnu vera á veðurlagsráðstevuni, og seta í verk eina sterka ábyrgingaravtalu.
“avmarkingar av almenna rúminum á hesum COP hevur kastað ein langan skugga yvir frælsið at tala sannleikan til tey, ið sita við valdið. Vit mugu læra av hesum og fyriskipanir mugu setast í verk fyri at verja talufrælsið og rættin at savnast betri á COP-ráðstevnum í framtíðini. Veðurlagsrættvísi krevur djarvar, áhaldandi og samstarvandi avgerðir, sum skulu savnast um verju og virðing av mannarættindum” segði Ann Harrison.
Les meira her.