BRÆV VIÐ EINARI MILLIÓN UNDIRSKRIFTUM SENT FIFA: KREVJA RÆTTVÍSI FYRI MISBRÚKTAR HM-ARBEIÐARAR
FIFA hevur fingið eitt bræv við einari millión undirskriftum, har ið kravt verður, at FIFA veitir gestaarbeiðarunum, sum vóru fyri ræðuligum mannarættindabrotum, í sambandi við at HM í fótbólti í 2022 varð fyrireikað í Katar, endurgjald. Avaaz og Amnesty International savnaðu undirskriftirnar inn í 190 londum.
Kravið varð handað framman undan árligu FIFA-ráðstevnuni tann 16. mars í Ruanda, har ið nakrir av limunum í felagsskapinum løgdu trýst á at fáa FIFA at veita endurgjald fyri ta ræðuligu viðferðina.
”Fundurin gevur FIFA enn ein møguleika at veita endurreisn og leggja eina neyva tíðarætlan fyri skjótt at endurrinda arbeiðarum og teirra familjum, sum hava verið fyri skakandi mannarættindabrotum, fyri at tryggja eitt HM, sum bygdi á teirra offur,” sigur Steve Cockburn, stjóri í Amnesty International fyri fíggjarligt og sosialt rættvísi.
”FIFA hevur fíggjarligu orkuna til at gera sítt til
at bøta um hetta órættvísið og veita arbeiðarunum
og teirra familjum lívsbroytandi stuðul.”
– Steve Cockburn, stjóri í Amnesty International fyri fíggjarligt og sosialt rættvísi.
”Arbeiðararnir vóru fyri ræðuligum valdsgerðum, tá ið teir gjørdu eina HM-kapping til veruleika, sum vann FIFA milliardir av dollarum, men samstundis hevði menniskjaligar avleiðingar við skuldarbundnum familjum og deyðum arbeiðarum. Hóast einki kann endurbøta missin av einum kærum, er eingin ivi um, at FIFA hevur fíggjarligu orkuna til at gera sítt til at bøta um órættvísið og veita arbeiðarunum og teirra familjum lívsbroytandi stuðul” sigur Steve Cockburn.
Eftir at FIFA hevði latið Katar HM-vertsleiklutin í 2010, rindaðu gestaarbeiðarar í hundraðtúsundatali ólóglig útveljingargjøld, lønin hjá teimum varð afturhildin, og teir mistu enntá lívið, meðan teir arbeiddu fyri at gera kappingina til veruleika. Tey seinnu árini hevur Katar sett fleiri arbeiðsmarknaðarnýskipanir í verk, sum skulu betra um viðurskiftini hjá arbeiðarum, men av tí at nýskipanirnar ikki verða handhevjaðar, heldur tann ringa viðferðin í stóran mun fram. Í 2018 stovnaði Katar ein endurgjaldsgrunn fyri arbeiðarar, sum fáa rættin at staðfesta við dómi, at teir eiga rætt til ógoldna løn, men tað er framvegis mestsum ógjørligt hjá teimum flestu arbeiðarunum, sum longu eru farnir úr aftur landinum, ella hjá familjum, sum hava mist síni kæru, at fáa endurgjald.
Síðan mai 2022 hevur ein samgonga av felagsskapum skipað fyri átøkum at tryggja misbrúktum arbeiðstakarum endurgjald. Meira enn 12 fótbóltssambond og HM-stuðlar hava tikið undir við áheitanini, og sambært eini meiningakanning í 15 londum stuðlaðu 84 % av teimum, sum ætlaðu at hyggja at HM 2022, uppskotinum.
Í desembur 2022 boðaði Gianni Infantino frá, at FIFA vann meira enn sjey milliardir. dollarar burtur úr HM-endaspælinum í 2022, t.e. meira enn eina milliard meira enn væntað.