EITT LJÓS ER SLÓKNAÐ
7. januar andaðist Roland R. Thomsen, 85 ára gamal.
27. juni 1965 varð í útvarpinum bjóðað til kunnandi fund um altjóða felagsskapin, Amnesty International, sum fá ár framanundan var settur á stovn. Tað var Roland R. Thomsen, ið fyrr á árinum var fluttur til Føroya her hann hevði konu og tvær døtur, sum bjóðaði fólki á fund at hoyra um felagsskapin og ætlanirnar um at seta eina føroyska deild á stovn. Árið fyri hevði Roland sjálvur verið til kunnandi fund í studentahúsi í Keypmannahavn um ætlanirnar at stovna donsku deildina, sum hann eisini gjørdist virkin í eitt tíðarskeið.
Roland er her avmyndaður á skrivstovu okkara í Vertshúsinum. Gøtuskiltið hevur Ole Wich gjørt í samband við eina listaverkætlan við gøtuskilti við nøvnunum hjá útlendingum, sum hava gjørt eitthvørt týdningarmikið fyri føroyska samfelagið, og sum Oli helt áttu at verið viðurkendir.
Nakrar mánðir seinni varð fundurin hildin, og 21 fólk møttu. Ein fyribils nevnd var sett, og í hana komu Jóhanna Jensen, Eyðun Johannesen, Finnur Johansen, Poul Skårup og so Roland, sum eisini gjørdist fyribils formaður. Á altjóða mannarættindadegnum – 10. desembur – sama ár varð stovnandi aðalfundurin hildin, og í nevndina vórðu vald Palle Burla, Marius Johannesen, Fraser Eysturoy, Maud Heinesen og Roland, sum gjørdist fyrsti formaður felagsins. Maud Heinesen tók yvir sum forkvinna seinni á nevndarárinum, men Roland sat í nevndini í fleiri ár.
Roland flutti til Grønlands í 1977, og har tók hann stig til at stovna eina grønlendska deild, har hann var virkin í nógv ár.
Roland var ein ómetaliga blíður og fyrikomandi maður, og so var hann eisini mentafólk. Roland vann sær skjótt ein vinarskara í Føroyum, og saman við øðrum setti hann sanniliga dám á føroyskt mentanarlív. Saman við Eyðuni Johannesen og Jens Paula Heinesen gjørdi hann heimildarfilmin “Jamen, se nu Færøerne”, og hann var við at skipa fyri konsertum við stórum nøvnum, mentanarstevnum og listaframsýningum – eisini til frama fyri felagsskapinum.
Her eru Roland og “Amnestyðj national” teknaði á baksíðuni á Sosialinum. Tónleikur, listafrasýning og píkatráður.
Tá ið Roland vitjaði familju og vinir í Føroyum, kom hann onkuntíð á gátt á skrivstovuni. Og tá ið Amnesty International Føroyar hevði 50 ára hald í 2015, var Roland við til hátíðarhaldið – tað eru vit ógvuliga glað og takksom fyri.
Myndirnar eru frá 50 ára haldinum í 2015. Á ovastu myndini er Roland avmyndaður við Lív Patursson, sum tá var nevndarlimur í Amnesty Føroyum. Niðara myndin er av Amnesty-eldsálum: limum, nevndarlimum, ungdómi í Amnesty, fyrrverandi nevndarlimum og starvsfólki.
Tá ið Roland vitjaði í Føroyum 2015 hitti hann okkara andlit til andlit-starvsfólk, Barbaru og Bárð, á gongugøtuni í Havn. Tey vóru so heppin at fáa eina selfie við Rolandi.
Nú Roland ikki er millum okkara longur, kunnu vit gleðast um, at hann var so eldhugaður, at hann sama ár, sum hann flutti til Føroya, tók stig til at seta Amnesty Føroyar á stovn. Hetta var einans trý ár eftir, at Amnesty International varð stovnað.
Vit í Amnesty senda tykkum, sum eftir sita, okkara djúpastu samkenslu.