FLEIRI NEYÐTØKUR MELDAÐAR TIL LØGREGLUNA
1. juni kom nýggja ásetingin í neyðtøkulógini, sum staðfestur, at sex uttan samtykki er neyðtøka, í gildi. Tøl frá løgregluni vísa, at tað vórðu fleiri neyðtøkur meldaðar í 2022 enn undanfarin ár.
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sigur í samrøðu við Kringvarpið, at hon metur orsøkina vera, at fleiri neyðtøkur vórðu meldaðar, og at einki bendur á, at fleiri neyðtøkur vórðu framdar. Katrin Thorsvig Hansen væntar, at av tí at nógv hevur verið tosað um neyðtøkulógina og neyðtøkur í almenna rúminum, eru fólk vorðin meiri tilvitað um, hvat ein neyðtøka er. Hon vónar, at økta tilvitskan um neyðtøkur eisini fer at føra við sær, at færri neyðtøkur verða framdar.
Sama gongd var eisini at síggja í Danmark, tá ásetingin um neyðtøku varð broytt. Sambært Jonas Mannov, greinara hjá Det Kriminalpræventive Råd, er nýggja neyðtøkuásetingin og almenna kjakið um neyðtøku og neyðtøkulógina orsøkin til, at fleiri neyðtøkur verða meldaðar. Tað sigur hann við Berlingske.
Fleiri dómar eru eisini sagdir, eftir at nýggja neyðtøkulógin kom í gildi í Danmark. Jørn Vestergaard, professari á Københavns Universitet, sigur við Tv2, at orsøkin ikki einans er, at fleiri mál verða meldaði, men at útbúgving av løgreglufólki eisini spælur ein avgerðandi leiklut. Hann sigur, at løgreglan dugur betri nú enn áður at handfara neyðtøkumál: løgreglan er betri før fyri at meta um frágreiðingarnar hjá órættaðu, løgreglan hevur eitt betri innlit í traumareaktiónir, og er meira tilvitað um mýtur um neyðtøkur. Hetta ger, sigur hann, at málini verða betri handfarin og kannaði, og tí føra til, at tey oftari verða avgreidd.
RÍKIS- OG STATSADVOKATARNIR: LÓGIN RIGGAR EFTIR ÆTLAN
16. mars skrivaði danski ákærumyndugleikin í tíðindaskrivi, at eftirkanning av rættarpraksis vísur, at samtykkisgrundaða neyðtøkulógin riggar eftir ætlan.
Lógarbroytingin hevur ført til fleiri dómar í neyðtøkumálum, har órættaði var passiv/ur í gerningsløtuni, og eisini eru fleiri dømi um, at ákærd eru fríkend, tí tey ikki vóru varug við, at samtykki ikki var givið. Varastatsadvokatur, Jessika Auken, staðfestur tí, at lógin riggar eftir ætlan.