Ungdómsbólkurin hjá Amnesty Føroyum skipa á Fólkafundinum tann 27. oktober fyri tiltaki, har 20 ára gamla Najmo fer at tosa um hennara lagnuferð frá barnabrúður í Somalia til aktivist í Íslandi.
TILTAKIÐ ER PARTUR AV FÓLKAFUNDINUM OG VERÐUR Í PERLUNI Í HAVN KL. 18.30 TIL 19.30
Vit fara eisini at tosa við Najmo um integratión og flóttafólk í Íslandi, og í samband við hetta tiltak seta vit spurningin til almennu myndugleikarnar í Føroyum: “Tá Ísland kann, kunnu Føroyar so ikki eisini hjálpa onkrum?”
LES EISINI: “EG KOM HER EINSAMØLL, OG EG VIL KLÁRA MEG SJÁLVA!”
Meira um Najmo Kiyasko, sum er 20 ár:
Najmo býr í dag í Íslandi, men er upprunaliga úr Somalia. Pápi hennara var aktivistur og stríddist m.a. fyri rættindunum hjá gentum. Men tá Najmo var 11 ára gomul varð hann myrdur. “Tey vildu drepa hansara hugsjónir. Men eg vil tryggja, at tær liva víðari. Eg vil vera tann røddin, sum tey royndu at drepa.” Soleiðis sigur Najmo, sum 13 ára gomul einsamøll flýddi úr Somalia frá einum tvungnum hjúnabandi.
Einsamøll megnaði hon at ferðast norður ígjøgnum Sahara, Sudan, Malta og endaði í Íslandi.
Hon er nú ein djørv ungdómsrødd, sum ynskir at varpa ljós rættindi hjá gentum. Tí hvussu ber tað til, at heimurin letur standa til, tá fleiri enn 90% av gentum í Somalia eru fyri tvungnari umskering?
“Hygg í speglið og spyr: Er hetta tað, sum eg ynski fyri mítt lív? Um svarið er nei, ger so krav uppá tíni rættindi. Ikki siga, at soleiðis hevur tað altíð verið, tí tú ert ikki fortíðin. Tú ert framtíðin.” – Najmo Fiyasko, 20 ár.