Í vikuni almannakunngjørdi Amnesty International frágreiðing um støðuna í Danmark í samband við neyðtøku. Í frágreiðingini verður staðfest, at Danmark tørvar nýggja neyðtøkulóggávu, sum verjir ofrini nógv betur enn í dag. Harafturat vísir Amnesty á, at tað er stórur tørvur á upplýsing og útbúgving um kyn og kynsleiklutir fyri at mana burtur fordómar í skipanini. Hetta er viðkomandi á øllum stigum í samband við eitt mál um neyðtøku. Endaliga staðfestir Amnesty í hesi frágreiðing týdningin av at bjóða ungum nøktandi seksualundirvísing, sum eisini fevnir um hugtakið samtykki og um grundleggjandi kropslig rættindi.
ØLL HESI VIÐURSKIFTI ERU EISINI GALDANDI FYRI FØROYAR.
Amnesty Føroyar hevur ítøkilig krøv til broytingar bæði í samband við mannagongdir hjá myndugleikunum og til lógarverkið, men ikki minst til tørvin á nøktandi upplýsing um rættindi og atgongd til seksualundirvísing. Eitt evni, sum Amnesty saman við Fólkaheilsuráðnum, Sig Frá, Apoteksverkinum, SSP og Gigna gjørdi greitt í samband við Viku Sex í 2019.
Í mai 2019 fer Amnesty Føroyar at skipa fyri almennum fundi, har hetta álvarsama evnið verður viðgjørt, tí Føroyar eiga at gerast nógv betur til at lofta ofrum fyri neyðtøku og at fyribyrja, at eitt av grovastu mannarættindabrotunum nærmast er revsifrítt í einum so framkomnum landi, sum okkara, har javnrættini grundleggjandi verða vird.