GÓÐ TÍÐINDI
UTTAN OKKARA LIMIR OG STUÐLAR HEVÐI EINKI AV HESUM BORIÐ TIL. TÍ VILJA VIT FEGIN LUTA SIGRARNAR VIÐ TYKKUM. SIGRAR, SUM VÍSA, AT TYKKARA ÍKAST GER STÓRAN MUN HJÁ SERA NÓGVUM FÓLKUM Í TÍ VERULIGA HEIMINUM.
APRÍL 2018
FØROYINGAR SKRIVAÐU FYRI MAHADINE Í 2017
“Tað er mær ein stórur heiður at teljast millum málini, sum tit hava valt at skriva fyri í sambandi við átakið Skriva fyri lívi. Tað er ein heiður at kenna fólk sum tykkum, sum fordøma órættvísið, sum myndugleikar og stjórnir fremja. Tit hava givið mær gleði í hjartað. Takk.” – Mahadine, Skriva fyri lívi 2017
Mahadine, ein netaktivistur í Kjadd, varð leyslatin tann 5. apríl 2018 eftir at hava verið fongslaður í meira enn 18 mánaðir við íspunnum ákærum. Hann stóð til at fáa lívlangt fongsul fyri at hava funnist at stjórnini í einum uppslagi á Facebook.
OKTOBER 2018
TEY ERU NÚ ØLL LEYSLATIN
“Eg vil vegna tey tíggju í Istanbul takka tykkum øllum fyri tykkara ídni at fáa okkum leyslatin. Eg eri sera, sera takksom. Uttan tykkara ídni vóru vit ikki her í dag. Takk, takk, takk.” – Idil Eser, Skriva fyri lívi 2017
Idil Eser, leiðari fyri Amnesty International í Turkalandi, og níggju aðrir aktivistar – saman eru tey kend sum tey tíggju í Istanbul – vóru eitt av málunum, sum vit skrivaðu fyri í 2017. Tey vórðu handtikin í Turkalandi tann 5. juli 2017, og formaðurin í Amnesty International í Turkalandi, Taner Kılıç, var handtikin ein mánað frammanundan. Tey eru nú øll leyslatin.
“Øllum teimum, sum sendu mær óteljandi brøv úr øllum heraðshornum, beri eg mína innastu tøkk. Átøkini góvu mær lívstreysti í fongslinum.” – Taner Kılıç, Skriva fyri lívi 2017
Taner Kılıç, sum er formaður í Amnesty International í Turkalandi, varð handtikin í Turkalandi í 2017. Hann sat meira enn eitt ár í fongsli fyri sítt friðarliga mannarættindavirksemi. Hann er nú frælsur og saman við familjuni aftur.
2017
HÆGSTIRÆTTUR Í ARKANSAS STEÐGAR AVRÆTTING
62 ára gamli Jack Greene skuldi avrættast tann 9. novembur. Men bara tveir dagar undan avrættingardegnum avlýsti tann amerikanski staturin Arkansas avrættingina.
TATAR-LEIÐARAR AV KRIM LEYSLATNIR
Teir báðir tatarisku leiðararnir av Krim, Ilmi Umerov og Akhtem Chiygoz, blivu báðir dømdir fongsulsrevsing av tí veruliga stýrinum á hálvoynni, sum er undir russiskum ræði. Men nú eru teir loksins frælsir í Ukraina.
SIGUR! ERKIN MUSAEV LEYSLATIN FYRI TÍÐ
Erkin Musaev, fyrrverandi usbekiskt stjórnarstarvsfólk og ST-starvsfólk, sum bleiv píndur og órættvíst fongslaður, er leyslatin fyri tíð. Hann sendir øllum limum og stuðlum hjá Amnesty sína hjartans tøkk.
MUDAWI DOKTARI LEYSLATIN EFTIR ÁTTA MÁNAÐIR Í FONGSLI
Eitt tað fremsta mannarættindastríðsfólkið í Sudan, Mudawi Ibrahim Adam, er eftir átta mánaðir í fongsli leyslatið og aftur hjá familjuni.
KILI HAVNAR FULLKOMNUM FOSTURTØKUBANNI
Í Kili, sum var eitt av fáum londum í heiminum við fullkomnum fosturtøkubanni, hevur tingið nú samtykt at avkriminalisera fosturtøku.
PEYMAN BJARGAÐUR FRÁ AVRÆTTING
Trýsti frá Amnesty International fyri at takka er tann deyðadømdi Peyman Barandah nú bjargaður. Takk, øll tit, sum skrivaðu undir!
QIN CHAO LEYSLATIN
Sum tann síðsta av teimum seks handtiknu borgaramiðlafólkunum er Qin Chao nú loksins leyslatin. Hon bleiv upprunaliga handtikin fyri at hava havt ætlanir um at siga frá mótmælistiltøkum í sambandi við G20-toppfundin í Hangzhou í Kina.
ENDURGJALD EIGUR AT HAVA VIÐ SÆR, AT FLÓTTAFÓLK VERÐA ENDURHÝST
Við eini søguligari semju fáa 2000 flóttafólk og flytandi, sum avstralskir myndugleikar hava hildið aftur á oyggjunum Nauru og Manus undir umstøðum, sum minna um píning, 352 milliónir krónur í endurgjaldi. Ein týdningarmikil sigur, sum tó eigur at hava við sær, at flóttafólkini verða endurhýst, heldur Amnesty.
TAIVAN FER AT LOYVA SAMKYNDUM AT GIFTAST
Grundlógardómstólurin í Taivan hevur givið politikarunum í landinum tvey ár at broyta lóggávuna, so at hjúnaband millum tvey av sama kyni verður lógligt.
DÓMSTÓLUR Í KENJA GEVUR UPPRUNAFÓLKI NÝGGJA VÓN
Eftir kúgan og tvingsilsflytingar í nógv ár hevur Tann afrikanski mannarættindadómstólurin staðfest, at Ogiek-fólkið í Kenja hevur rætt til sítt upprunaliga øki.
CHELSEA MANNING ER LEYSLATIN
Tann fyrrverandi fregnargreinarin Chelsea Manning bleiv í 2013 dømd 35 ára fongsul. Í 2010 lak hon hernaðarupplýsingar til WikiLeaks. Amnesty savnaði 241.289 undirskriftir og brøv við áheitanum um at sleppa henni leysari. Nú er hon leyslatin.
NÝGGJ LÓG GER LÍVIÐ TRYGGARI HJÁ FÓLKI VIÐ ALBINISMU
Tann nýggja lógin og fleiri aðrir batar skulu tryggja, at fólkajagstranin heldur uppat. Batarnir eru framdir eftir trýst frá Amnesty International.
MEKSIKO: NÝGGJ OG BETRAÐ LÓG UM PÍNING
Tann meksikanska kongressin samtykti tann 19. apríl eina nýggja og betraða píningarlóg, sum m.a. fer at betra um viðurskiftini hjá teimum, sum hava kent píning á egnum kroppi. Lógin er ikki fullkomin, men eitt týðandi fet tann rætta vegin og í nógv betri samsvari við altóðja lóg.
ARGENTINA: BELÉN FRÍKEND
I mars 2014 fekk hon óviljað fosturtøku í 22. viku. Seinni bleiv hon handtikin og ákærd fyri morð á fostrið.
I am text block. Click edit button to change this text. Lorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit. Ut elit tellus, luctus nec ullamcorper mattis, pulvinar dapibus leo.