Meining frá Kvinnuhúsinum og Amnesty International Føroyar:
Ein kreppa rakar allar liðir í samfelagnum. Men fyri serliga sárbærar bólkar merkir korona-kreppan, at truplar umstøður gerast enn truplari.
Sum COVID-19 hevur flutt seg frá landi til land, hevur tað víst seg, at ein óhugnaligur fylgisveinur fylgir við. Tølini fyri harðskap í nærsambondum hava víst seg at økjast munandi. Í Kina trýfaldaðust áheitanir til løgregluna um harðskap í februar, og í Onglandi, sum eisini er rakt av COVID-19, vísti seinasta vikan í mars, at áheitanir til kreppumiðstøðir eru øktar við einum triðingi. Harðskapur móti kvinnum vaks við 32% í Fraklandi, og í Paris við heili 36% longu ta fyrstu vikuna eftir landið var farið í “lock-down”.
“Kreppur føra til øktan harðskap, og kvinnur og børn, sum eru fyri harðskapi heima, eru serliga útsett í hesum døgum”, sigur leiðarin í donsku kreppumiðstøðini Danner, Lisbeth Jessen.
Almannamálaráðið hevur longu sett seg í samband við Kvinnuhúsið fyri at vita, um støðan krevur, at serlig tiltøk verða sett í verk. Boðskapurin hjá Kvinnuhúsinum er, at larmandi tøgnin í dag kann fara at vísa seg sum eitt nógv størri trýst um stutta tíð. Og tí er viðkomandi at seta tiltøk í verk nú.
Truplari at fáa hjálp
Í Føroyum er støðan tann, at talið av áheitanum til Kvinnuhúsið minkaði við tveimum triðingum í mars mánaði samanborið við januar og februar. Larmandi tøgn valdar, og hetta førir til stúran um, hvat er í væntu.
“Harðskapsraktar kvinnur eru ofta sera hart merktar av at liva í harðligum parløgum. Hettar kemur til sjóndar við, at tær eru strongdar, hava ótta og/ella angist, tunglyndi og líknandi avbjóðingar. Teirra sjálvskensla er lá og hevur við sær, at tað gerst serliga trupult at hugsa klárt, at varðveita yvirlit og at hava orku at søkja sær hjálp. Hetta er undir vanligum umstøðum, og tí er tað væl hugsandi, at tað er nógv verri undir núverandi umstøðum, har fólk eru avbyrgd heima stóran part av degnum,” sigur Ann-britt F. Mortensen, sum er dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum í Føroyum.
Knappliga minkingin í uppringingum til Kvinnuhúsið er ikki óvæntað, og sama mynstur ger seg galdandi í Danmark, har kreppumiðstøðin Danner vísir á, at talið av áheitanum stendur í stað.
Sambært Lisbeth Jessen frá Danner er orsøkin til lága talið av uppringingum helst, at tað er truplari hjá kvinnum at søkja sær hjálp, tá tær eru avbyrgdar í heimi sínum.
“Í løtuni uppliva vit í Danner, eins og í Italia, at talið av kvinnum, sum venda sær til telefonráðgevingina, er lægri enn vanligt. Tað merkir ikki, at kvinnur ikki hava tørv á at ringja til okkum, men tað merkir, at tað eru fleiri forðingar fyri at ringja beint nú,“ sigur Lisbeth Jessen.
Tørvur á nýggjari tøkni
Kvinnuhúsið hevur tikið stig til nýggjar talgildar møguleikar hjá harðskapsraktum kvinnum at seta seg í samband við Kvinnuhúsið. Sambært leiðaranum í Kvinnuhúsinum, Ann-britt F. Mortensen, er tað serliga í arbeiðstíð, at kvinnur hava møguleika at ringja til teirra, men hesin møguleiki er nú avmarkaður orsakað av Corona-kreppuni. Tað er sosatt ein ítøkligur tørvur á meira hóskandi samskiftismøguleikum, og tí verður í løtuni arbeitt við eini loysn við einum kjattmøguleika á heimasíðuni, sum ikki kann sporast aftur á telefonini ella telduni. Tí tað elvir til stóra stúran, at kvinnur eru noyddar at “finna seg í harðskapinum”, tí tær ikki hava møguleika at tosa frítt, meðan tær eru í sínum egna heimi.
Harðskapur økist í eini kreppu
Vit vita, at ein av fimm kvinnum í ES uppliva kropsligan og/ella seksuellan harðskap av eínum núverandi ella fyrrverandi partnara. Fyri nógvar av hesum kvinnum hevur áheitanin um “at vera heima” stórar avleiðingar. Áðrenn COVID-19 kundu tey, sum uppliva harðskap, fáa eitt andarhol frá ótryggleikanum í heiminum, tá tey vóru til arbeiðis ella í skúla. Hesi andarhol eru ikki til staðar í løtuni, og tí liva hesi í stórum ótryggleika alt døgnið. Sambært Lisbeth Jessen vísa altjóða royndir og gransking, at harðskapur móti kvinnum og børnum økist í eini kreppu.
“Longu løturnar heima økja um harðskapsringrásina, tí eingin sleppur út úr húsinum at fáa luft og frið. Tí er ein slík samfelagsstøða, sum vit uppliva í løtuni, við til at útloysa harðskap. Hetta økir um vandan fyri, at harðskapurin verður títtari og ógvusligari. Tað er tíverri eisini vandi fyri, at harðskapur tekur seg upp í familjum, har harðskapur ikki hevur verið áður. Hetta stendst av trýstinum, sum nógv liva undir”, sigur Lisbeth Jessen, leiðari á kreppumiðstøðini Danner.
Myndugleikarnir mugu hjálpa
Harðskapur í nærsambondum er ein samfelagstrupulleiki, sum vit eiga og mugu loysa í felag. Myndugleikar í Fraklandi og í Spania hava sett átøk í verk, sum skulu hjálpa teimum, sum eru fyri harðskapi. Tey hava m.a. tryggjað, at kvinnur, sum eru fyri harðskapi, kunnu lána eina telefon á apotekum og í útvaldum matvøruhandlum, so at tær fáa søkt sær hjálp uttan at verða sporaðar.
Harafturat hevur franska stjórnin gjørt løgregluna varuga við, at tey í hesum tíðum skulu vera serliga árvakin í sambandi við áheitanir um harðskap í nærsambondum.
Í Danmark er peningur settur av til at økja um plássini á kreppumiðstøðum kring landið. Harafturat er ein sokallaður “barnapakki” samtyktur, har endamálið er at hjálpa og verja útsett børn og familjur teirra. Tað er avgerandi, at vit í Føroyum eisini gera alt fyri at verja hesi útsettu børnini eisini. Fyri okkum er tað tó ógreitt, hvat ítøkiliga verður gjørt.
Kvinnuhúsið og Amnesty heita á almennu myndugleikarnar
Langtíðaravleiðingar av øktum harðskapi fara at vísa seg langt aftaná tíðina við “lock-down” og sóttarhaldi, og tí er neyðugt at raðfesta økið og atkomuliga hjálp bæði nú og framyvir.
Tað er avgerandi, at myndugleikar gera alt fyri at tryggja, at harðskapsraktar kvinnur og børn fáa nøktandi vitan og atkomuliga hjálp, soleiðis at tey eru vard, og soleiðis at tey hava ein veruligan møguleika at søkja sær hjálp og trygd, hóast tey í løtuni eru avbyrgd heima stóran part av degnum.
Hesi fólk hava tørv á tryggum støðum, sálarligari hjálp, heiligvági og løgfrøðiligari hjálp. Harafturat skal løgregla vera serliga árvakin og bera skjótt at, tá mistanki er um harðskap.
Tað er neyðugt at hugsa um nýggjar tøkniligar møguleikar. Til dømis við nýggjum atkomuligum appum, sum eru gjørdar soleiðis, at fólk fáa givið boð frá sær, sum ikki kunnu sporast á telefonini.
/Amnesty International Føroyar og Kvinnuhúsið.