NASRIN SOTOUDEH HEVUR SITIÐ Í FONGSLI SÍÐAN JUNI 2018 FYRI MILLUM ANNAÐ AT MÓTMÆLA IRANSKA KRAVINUM UM TURRIKLÆÐI. AMNESTY HELDUR DÓMIN VERA PÚRA BURTURVIÐ OG KREVUR, AT NASRIN VERÐUR LEYSLATIN BEINANVEGIN.
Tann navnframi mannarættindasakførarin og kvinnurættindastríðskvinnan Nasrin Soudeh er dømd 33 ára fongsul og 148 koyrilssløg. Amnesty heldur dómin vera ógvuliga órættvísan og púra burturvið.
Tað var maður Nasrin, Reza Khandan, sum tann 11. mars skrivaði á Facebook, at Nasrin eftir tvær ómetaliga órættvísar rættarsakir var dømd tilsamans 38 ára fongsul. Í septembur 2016 varð Nasrin Sotoudeh dømd fimm ára fongsul í eini aðrari rættarsak.
AMNESTY: SLEPPIÐ HENNI LEYSARI BEINANVEGIN
“Tað er skelkandi, at Nasrin Sotoudeh skal í fongsul í næstan fýra áratíggjur fyri sítt friðarliga mannarættindaarbeiði, sum millum annað fevnir um at verja kvinnur, sum mótmæla tí niðrandi lógini um turriklæði. Nasrin Sotoudeh eigur at verða leyslatin beinanvegin og uttan treytir, og hesin ósømiligi dómurin eigur at verða ógildaður alt fyri eitt,” sigur Philip Luther, kanningarleiðari á skrivstovuni hjá Amnesty í Miðeyðstri og Norðurafrika.
“Nasrin Sotoudeh hevur vígt sítt lív til at verja kvinnurættindir og stríðast ímóti deyðarevsing, og tað líkist snøgt sagt ongum, at iransku myndugleikarnir revsa hana fyri hennara mannarættindaarbeiði. Dómurin staðfestir umdømið hjá Iran sum einum ræðuligum kvinnurættindakúgara,” leggur hann afturat.
HARÐASTI DÓMUR Í NÓGV ÁR
Talan er um tann harðasta dómin móti einum mannarættindastríðsfólki í Iran, sum Amnesty hevur skjalprógvað tey seinnu árini. Og dómurin bendir á, at myndugleikarnir – eggjaðir av, at mannarættindabrot í so lítlan mun eru revsiverd – skrúva alt meira upp fyri kúganini.
Tað var í juni 2018, at Nasrin Sotoudeh varð handtikin í heiminum. Í síðstu viku frætti hon frá skrivstovuni, sum varðar av at fremja dómar í Evin-fongslinum í Teheran, at hon var dømd sek í sjey lógarbrotum og dømd 33 ára fongsul og 148 koyrilssløg. Sambært ákærunum hevði hon m.a. “eggjað til siðloysi og skøkjulevnað”, “opið gjørt seg seka í syndugari gerð við at vísa seg alment í ongum turriklæði” og “órógvað lóg og landaskil”.
DÓMARIN HERDI REVSINGINA
Í rættarsakini varð grein 134 í iransku revsilógini brúkt. Lógargreinin gevur dómaranum møguleika at døma hægri revsing enn tað, sum vanliga er hægsta revsing, tá ið tann ákærdi er ákærdur fyri meira enn trý viðurskiftir. Í sakini hjá Nasrin Sotoudeh brúkti dómarin henda møguleikan í sambandi við øll tey sjey viðurskiftini, sum Nasrin var ákærd fyri, og legði fýra ár afturat, so at hon varð dømd 33 heldur enn 29 ára fongsul.
ES EIGUR AT KOMA UPP Í LEIKIN
”Stjórnir við ávirkan á Iran eiga at brúka sítt vald til at leggja trýst á at fáa Nasrin Sotoudeh leyslatna. Altjóða samfelagið – og ikki minst ES, sum leypandi samskiftir við Iran – eigur greitt at vísa sína misnøgd við tann vanæruliga dómin og skjótast gjørligt at leggja uppí fyri at tryggja, at hon verður leyslatin beinanvegin og uttan treytir,” sigur Philip Luther.
SKRIVA UNDIR
Á altjóða heimasíðuni ber til at skriva undir, at Iran skal sleppa Nasrin Sotoudeh leysari beinanvegin og frídøma hana.