2020: Áheitanir um harðskap øktar við 50%

2020: Áheitanir um harðskap øktar við 50%

25. November 2020: Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum: Í dag er Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Hetta er ein dagur, har vit varpa ljós á, at harðskapur móti kvinnum er ein samfelagstrupulleiki, sum er áleikandi í flestu londum kring heimin – eisini í Føroyum. Og sambært nýggjastu tølunum hjá Kvinnuhúsinum er 2020 eitt…

ALTJÓÐA DAGUR MÓTI HARÐSKAPI MÓTI KVINNUM

ALTJÓÐA DAGUR MÓTI HARÐSKAPI MÓTI KVINNUM

HVUSSU TAKA VIT Í FØROYUM ÍMÓTI OG TOSA VIÐ KVINNUR, SUM ERU ELLA HAVA VERIÐ FYRI HARÐSKAPI? OG KUNNU VIT FÁA ÍBLÁSTUR ÚR ÍSLANDI, TÁ TALAN ER UM AT HJÁLPA TEIMUM, SUM ERU RAKT AV HARÐSKAPI? Hesar spurningar seta vit í Perluni fríggjadagin 22. november klokkan 13.30. Tá skipa Kvinnufelagið, Kvinnuhúsið, Amnesty og Sig frá/AMR…

MAROKKO: Í FONGSUL FYRI ILLGRUNA UM FOSTURTØKU

MAROKKO: Í FONGSUL FYRI ILLGRUNA UM FOSTURTØKU

EIN TÍÐINDAKVINNA Í MAROKKO HEVUR FINGIÐ FONGSULSREVSING FYRI ILLGRUNA UM FOSTURTØKU. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT FÁA HAJAR RAISSOUNI LEYSLATNA. Tann 31. august í ár vórðu tíðindakvinnan Hajar Raissouni og unnustin sædd koma út úr eini læknastovu í Rabat, høvuðsstaðnum í Marokko. Seks sivilklæddir løgreglumenn – ein við myndatóli í hond – steðgaðu Hajar…

SLEPPIÐ SAUDIARABISKU NASSIMU AL-SADA LEYSARI

SLEPPIÐ SAUDIARABISKU NASSIMU AL-SADA LEYSARI

SAUDIARABISKA MANNARÆTTINDASTRÍÐSKVINNAN NASSIMA AL-SADA HEVUR SÍÐAN JUNI 2018 VERIÐ FONGSLAÐ ORSAKAÐ AV SÍNUM STRÍÐI FYRI KVINNURÆTTINDUM. SKRIVA UNDIR, SO AT HON KANN VERÐA LEYSLATIN. Nassima al-Sada situr framvegis í fongsli fyri sítt friðarliga virksemi til at bøta um rættindini hjá kvinnum í Saudiarabia. Hon hevur eitt nú virkað fyri rættinum hjá kvinnum at koyra bil…

IRANSK STRÍÐSKVINNA FYRI KVINNURÆTTINDUM 33 ÁRA FONGSUL OG 148 KOYRILSSLØG

IRANSK STRÍÐSKVINNA FYRI KVINNURÆTTINDUM 33 ÁRA FONGSUL OG 148 KOYRILSSLØG

NASRIN SOTOUDEH HEVUR SITIÐ Í FONGSLI SÍÐAN JUNI 2018 FYRI MILLUM ANNAÐ AT MÓTMÆLA IRANSKA KRAVINUM UM TURRIKLÆÐI. AMNESTY HELDUR DÓMIN VERA PÚRA BURTURVIÐ OG KREVUR, AT NASRIN VERÐUR LEYSLATIN BEINANVEGIN.   Tann navnframi mannarættindasakførarin og kvinnurættindastríðskvinnan Nasrin Soudeh er dømd 33 ára fongsul og 148 koyrilssløg. Amnesty heldur dómin vera ógvuliga órættvísan og púra…

SLEPPIÐ KVINNUNUM, SUM SLÓÐAÐU FYRI, AT KVINNUR Í SAUDIARABIA SLUPPU AT KOYRA BIL, LEYSUM

SLEPPIÐ KVINNUNUM, SUM SLÓÐAÐU FYRI, AT KVINNUR Í SAUDIARABIA SLUPPU AT KOYRA BIL, LEYSUM

TÆR TRÍGGJAR ODDAKVINNURNAR Í STRÍÐNUM FYRI RÆTTINUM HJÁ KVINNUM Í SAUDIARABIA AT KOYRA BIL, SLUPPU IKKI SUM AÐRAR KVINNUR AT SETA SEG VIÐ RÓÐRIÐ, TÁ IÐ MYNDUGLEIKARNIR TANN 24. JUNI Í ÁR SETTU FORBOÐIÐ ÚR GILDI. TÆR SÓTU NEVNILIGA Í GEGLINUM FYRI SÍTT FRIÐARLIGA MANNARÆTTINDAVIRKSEMI. OG HAR SITA TÆR ENN. Síðan miðjan mai hava myndugleikarnir…

KANN ENDA Í FONGSLI FYRI AT HJÁLPA KVINNUM

KANN ENDA Í FONGSLI FYRI AT HJÁLPA KVINNUM

AZZA SOLIMAN KANN FÁA 15 ÁRA FONGSULSREVSING FYRI AT HJÁLPA EGYPTISKUM KVINNUM, SUM HAVA VERIÐ FYRI HARÐSKAPI OG NEYÐTØKU. BANKAKONTAN ER LÆST, OG HON SLEPPUR IKKI ÚR LANDINUM, BARA TÍ HON BERJIST FYRI KVINNURÆTTINDUM. Sakførarin Azza Soliman setur hvønn dag egna trygd og frælsi í váða fyri at verja rættindini hjá egyptiskum kvinnum. Saman við…

VAKTIR NEYÐTAKA KVINNUFANGAR

VAKTIR NEYÐTAKA KVINNUFANGAR

Tær verða neyðtiknar og bukaðar og svølta og tysta. Kvinnufangar í fongslum í Somalilandi eru fyri kynsligum valdsgerðum og aðrari píning og hava ongan møguleika at klaga. Royna tær at klaga hjá fongsulsstjórnini, verða tær ofta revsaðar við meira harðskapi. Kvinnufangar í Gabiley-fongslinum í Somalilandi siga frá, hvussu vaktir á kvøldvaktini píndu tær. Kvinnurnar siga…

BURTURFLUTTAR KVINNUR VERÐA SVIKNAR

BURTURFLUTTAR KVINNUR VERÐA SVIKNAR

Yazidikvinnurnar har norðuri í Irak liva hvønn dag í stúran fyri, at IS fer at burturflyta tær. Tær vita, at ein slík burturflyting merkir neyðtøku, píning og trælahald. Tíverri fáa kvinnur, sum hava verið burturfluttar, heldur ikki ta hjálp, teimum tørvar. Tær eru hinvegin í vanda fyri at verða settar í fongsul. Eitt dømi um…