Yazidikvinnurnar har norðuri í Irak liva hvønn dag í stúran fyri, at IS fer at burturflyta tær. Tær vita, at ein slík burturflyting merkir neyðtøku, píning og trælahald. Tíverri fáa kvinnur, sum hava verið burturfluttar, heldur ikki ta hjálp, teimum tørvar. Tær eru hinvegin í vanda fyri at verða settar í fongsul. Eitt dømi um hetta er tann 34 ára gamla Bassema.
Bassema Murad var við barn, tá ið IS burturflutti hana og mannin. Eftir nakrar mánaðir í varðhaldi hjá IS, varð hon bjargað. Men heldur enn at fáa sálarliga hjálp varð Bassema, sum var komin at eiga, sett í fongsul. Hóast hon og dóttirin, Nour, hava sitið í fongsli í tvey ár, er hon framvegis hvørki alment ákærd ella dømd fyri nakað.
Amnesty hevur tosað við 18 kvinnur og gentur sum Bassemu. Tær siga frá ræðuligum søgum um tíðina hjá IS. Søgum um neyðtøkur aftur og aftur, harðskap, píning, trælahald og kvinnur, sum gera enda á sær fyri at sleppa undan eyðmýkingini.
Kvinnur í hundraðtali liva við likamligum og sálarligum løstum eftir at hava verið burturfluttar, men tær fáa ikki ta læknahjálp og ta sálarligu hjálp, sum teimum tørvar. Teimum leyslatnu kvinnunum og gentunum tørvar hjálp og stuðul frá altjóðasamfelagnum alt fyri eitt.
BEINT NÚ VARPA VIT LJÓS Á BASSEMU, SUM SITUR Í FONGSLI.
Vit vilja hava hana leyslatna í stundini og krevja, at sakin hjá henni verður kannað. Vit heita eisini á myndugleikarnar um at geva yazidikvinnunum ta neyðugu hjálpina.
Skriva undir fyri, at Bassema beinanvegin verður leyslatin. Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.