EIN TÍÐINDAKVINNA Í MAROKKO HEVUR FINGIÐ FONGSULSREVSING FYRI ILLGRUNA UM FOSTURTØKU. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT FÁA HAJAR RAISSOUNI LEYSLATNA.
Tann 31. august í ár vórðu tíðindakvinnan Hajar Raissouni og unnustin sædd koma út úr eini læknastovu í Rabat, høvuðsstaðnum í Marokko. Seks sivilklæddir løgreglumenn – ein við myndatóli í hond – steðgaðu Hajar og vildu vita, um hon hevði fingið fosturtøku. Hajar, unnustin, læknin og tvey starvsfólk á læknastovuni vórðu øll handtikin. Hóast eingi prógv vóru fyri ákærunum, vóru tey øll fimm hildin í varðhaldi, meðan málið var viðgjørt í rættinum.
AFTURSTIG FYRI KVINNURÆTTINDI
Tann 30. September fekk Hajar sín dóm: Hon var dømd eitt ára fongsul fyri at hava fingið fosturtøku og fyri at hava havt kynsligt samband uttan fyri hjúnaband. Unnustin fekk somuleiðis eitt ára fongsulsrevsing fyri at hava hjálpt til at fáa fosturtøkuna í lag. Læknin á læknastovuni fekk tvey ára fongsulsrevsing og starvsfólkini hjá honum fingu ávíkavist eitt ára fongsulsrevsing og átta mánaðir fongsulsrevsing.
Talsfólkið fyri Amnesty International í Norðurafrika, Heba Morayef, sigur um dómin, at tað er eitt afturstig fyri kvinnurættindi í Marokko:
“Hajar Raissouni og hini fýra, sum eru partur av málinum, áttu ongantíð at verið handtikin”, sigur Heba Morayef, og heldur fram: “Í staðin fyri at vera eftir Hajar Raissouni og gera innrás í hennara privatlív, áttu mynduleikarnir í Marokko nú beinanvegin at leyslatið hana og hini í málinum.”
REVSA VIÐ ONGUM PRÓGVUM
Tað eru eingi prógv fyri, at Hajar veruliga hevur fingið fosturtøku – tvørturímóti eru øll tekin um, at hon er ósek. Sambært sakføraranum hjá Hajar, Saad Sahli, er hon handtikin av politiskum ávum, av tí at hon sum journalistur í blaðgreinum hevur funnist at stjórnini.
Undir varðhaldsfongslingini var Hajar eisini spurd um sítt arbeiði. Løgreglan spurdi hana eisini um arbeiðið hjá pápabeiggjanum, Ahmed Raissouni, sum er mannarættindastríðsmaður og stovnari av eini tí størstu islamsku rørsluni í Marokko.
Hetta vísir sambært sakføraranum hjá Hajar, at hon eftir øllum at døma er handtikin av politiskum ávum, og at talan er um ágang á hana sum journalist. Hvussu er og ikki, so ger fosturtøkulóggávan í Marokko kvinnur til brotsfólk, hon ger seg inn á teirra privatlív, og hon tekur rættin at ráða yvir egnum kroppi frá teimum.
SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT LEGGJA TRÝST Á MYNDUGLEIKARNAR Í MAROKKO, SO HAJAR RAISSOUNI OG HINI FÝRA Í MÁLINUM KUNNU VERÐA LEYSLATIN. VIT KREVJA, AT ALLAR ÁKÆRUR MÓTI HAJAR RAISSOUNI VERÐA SLEPTAR, OG AT HENNARA GRUNDLEGGJANDI MANNARÆTTINDIR VERÐA VIRD.
BAKSÝNI
Marokko er ikki tað einasta landið, sum ger kvinnur, sum fáa fosturtøku, til brotsfólk. Fleiristaðni í heiminum verða kvinnur revsaðar við fongsli – í nøkrum londum upp í 30 ára fongsli. Amnesty heldur tað vera kynmismun at gera eina heilsuveiting sum fosturtøku til eitt brotsverk, tí tað rakar fyrst og fremst kvinnur. Kvinnur hava eisini sambært altjóða rætti rætt til at ráða yvir egnum kroppi og at taka avgerðir um egin kynslívs- og nøringarviðurskiftir.
Í Marokko verður fosturtøka revsað við fongsli í upp í tvey ár. Tað einasta undantakið er, um kvinnan er í heilsuvanda. Í slíkum førum skal kvinnan tó hava samtykki frá manninum, áðrenn hon fær fosturtøku. Kynsligt samband uttan fyri hjúnalag verður í Marokko revsað við fongsli í upp í eitt ár.
ANNAÐ VIÐKOMANDI TILFAR:
Mín kroppur, míni rættindir: https://amnesty.dk/emner/lighed/my-body-my-rights
Fosturtøka og symbolskt vald: https://amnesty.dk/nyhedsliste/2019/abortens-symbolske-magt
Nú er Evelyn fræls: https://amnesty.dk/nyhedsliste/2019/loesladelsen-af-evelyn-hernandez-er-en-sejr-for-menneskerettighederne
Les um Írland og teirra nýggja fosturtøkulóg: https://amnesty.dk/nyhedsliste/2019/lucy-og-gaye-naegter-at-skamme-sig?fbclid=IwAR3eyezR_s-yn66IAmLqexBVWTrqe84SFDyUhCeamXjWTw4nx2uNEK6-6AA
Okkara fyrrverandi mál í El Salvador:https://amnesty.dk/reag%C3%A9r/lifeline/lifeline-sager-2017/30-aars-faengsel-for-abort
Video – hetta hendir, um tú fært fosturtøku í El Salvador:https://vimeo.com/132535370
Fosturtøkuforboð kostar gentum og kvinnum í El Salvador lívið: https://amnesty.dk/nyhedsliste/arkiv-2014/el-salvadors-abortforbud-koster-piger-og-kvinder-livet
DAGFØRING – GÓÐ TÍÐINDI!
21. OKTOBER 2019
Hajar Raissouni er leyslatin eftir at hava fingið eina kongaliga náðing saman við unnustini, læknanum og teimum báðum starvsfólkunum á læknastovuni, ið øll vóru handtikin.
Leyslatingin broytir tó einki uppá tað órættvísi tey hava verið fyri. Sakin vísir á, hvussu nógv enn er at kempa fyri, fyri at verja rættindini hjá kvinnum í Marokko. Mynduleikarnir mugu avkriminalisera abort í stundini og strika allar lógir sum gera mismun ímóti kvinnum.