RÆTTINDIR HJÁ PÓLSKUM KVINNUM FYRI SKOTUM
Pólland hevur, longu sum er, eina ta strangastu fosturtøkulóggávuna í Evropa. Í dag er fosturtøka bara loyvd, um kvinnan er vorðin við barn við blóðskemd ella neyðtøku, um hon er í lívsvanda, ella um fostrið ber álvarslig ella lívshættislig brek.
Hóast tað sostatt, longu sum er, er torført at fáa fosturtøku, viðger lóggávutingið í løtuni eitt lógaruppskot, sum skal gera tað uppaftur tvørligari.
Verður uppskotið samtykt, fer tað ikki longur at bera til at fáa fosturtøku, tá ið fostrið ber álvarslig ella lívshættislig brek. Hetta hevði komið nógvum kvinnum í stóran heilsuvanda.
Vit vita, at vit kunnu steðga uppskotinum, um vit standa saman. Í oktobur 2016, tá ið pólskar kvinnur tustu út á vegin og skipaðu fyri átøkum á netinum, sum rukku um allan heimin, feldi tað pólska lóggávutingið eitt uppskot, sum skuldi seta fullkomið forboð fyri fosturtøku í landinum.
LATIÐ OKKUM ENDURTAKA TAÐ, SUM EYDNAÐIST Í 2016!
Í gjár tustu pólskar kvinnur aftur út á vegin at mótmæla tí nýggja lógaruppskotinum og verja rættin at ráða yvir egnum kroppi.
Styðja kvinnurættindini í Póllandi. Skriva undir kravið til forsetan og lóggávutingið um at vraka uppskotið.