TÆR TRÍGGJAR ODDAKVINNURNAR Í STRÍÐNUM FYRI RÆTTINUM HJÁ KVINNUM Í SAUDIARABIA AT KOYRA BIL, SLUPPU IKKI SUM AÐRAR KVINNUR AT SETA SEG VIÐ RÓÐRIÐ, TÁ IÐ MYNDUGLEIKARNIR TANN 24. JUNI Í ÁR SETTU FORBOÐIÐ ÚR GILDI. TÆR SÓTU NEVNILIGA Í GEGLINUM FYRI SÍTT FRIÐARLIGA MANNARÆTTINDAVIRKSEMI. OG HAR SITA TÆR ENN.
Síðan miðjan mai hava myndugleikarnir í Saudiarabia handtikið fleiri mannarættindastríðsfólk, sum stríðast fyri kvinnurættindum, m.a. tær tríggjar oddakvinnurnar í stríðnum fyri rættinum hjá saudiarabiskum kvinnum at koyra bil, Loujain al-Hathloul, Iman al-Nafjan og Aziza al-Yousef. Stutt eftir at tær vóru handtiknar, byrjaðu stjórnarvinarligir miðlar eitt útspillingarátak, har ið tær vórðu lýstar sum svíkjarar, sum hava havt ”illgrunavert tilknýti til útlendskar eindir”.
Amnesty ber ótta fyri, at ákærda verður reist móti teimum djørvu kvinnunum, og at tær koma fyri tann tiltikna saudiarabiska dómstólin móti yvirgangi. Síðan 2014, tá ið lógin móti yvirgangi kom í gildi, hava myndugleikarnir misbrúkt lógina til at geva friðarligum aktivistum drúgva fongsulsrevsing. Verða tær tríggjar dømdar, kunnu tær fáa upp í 20 ára fongsul.
SKRIVA UNDIR OG GER TÍTT TIL AT LEGGJA TRÝST Á MYNDUGLEIKARNAR Í LANDINUM, SO AT TEIR ALT FYRI FYRI EITT OG TREYTALEYST SLEPPA TEIMUM TEIMUM TRIMUM AKTIVISTUNUM, LOUJAIN, IMAN OG AZIZA, LEYSUM.
Mannarættindastríðsfólk í Saudiarabia er undir sera stórum trýsti. Tær seinastu handtøkurnar síðst í juni hava elvt til diplomatiska kreppu millum saudiarabisku og kanadisku stjórnina.
Fyrst í august heitti kanadiski uttanríkisráðharrin, Chrystia Freeland, á Saudiarabia um at sleppa aktivistunum, sum stýrið hevur fongslað, leysum. Tað, sum higartil hevur spurst burturúr, er, at kanadiski sendiharrin er burturvístur úr Saudiarabia, flogferðslan millum londini er steðgað, og saudiarabisk lesandi í Kanada eru biðin um at sleppa sær úr landinum.
Vit í Amnesty fegnast um, at Kanada hevur funnist at Saudiarabia, og vóna, at onnur lond fara at taka undir við atfinningunum, sum Kanada av røttum hevur sett fram. Heimurin má gevast at látast ikki at síggja, hvussu ið saudiarabiska stjórnin støðugt liggur eftir mannarættindastríðsfólki.