07.12.2023
Ísrael/hersettu palestinsku økini: USA skal ikki forða fyri, at vápnahvíld verður kravd
USA og hini limalondini í Trygdarráði Sameindu Tjóða skulu stuðla eini samtykt, sum í stundini krevur vápnahvíld millum allar partar í hersetta Gazageiranum og Ísrael. Tað sigur Amnesty International nú dagin eftir, at aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, heitir staðiliga Trygdarráðið á at krevja vápnahvíld.
Altjóða aðalskrivarin í Amnesty International Agnés Callamard, sum í dag skal hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken, segði soleiðis:
– Við at nýta grein 99 í Stovningssáttmála Sameindu Tjóða – eitt ógvuliga serstakt stig at taka – ávarar og kunnar aðalskrivrin í ST heimin um stóra óttan, hann hevur um vanlukkuligu, og mest sannlíkt, óbótaligu avleiðingarnar av ræðuligu ísraelsku álopunum á hersetta Gasageiran. Einki fordømi er um líðingina og drápini í hersettu palestinsku økjunum, og sivil verða framhaldandi álopin av Ísrael, sum ikki skilir ímillum sivil og hernaðarlig mál. Átrokandi áheitanini á Trygdarráðið hjá ST er ein týðilig ávaring um, at rúgvusmikli ágangurin, vit eru vitni til, hóttir øll fólk í økinum og í síðsta enda eisini altjóða støðufesti og altjóða frið.
– Hann sendur út eina ávaring, sum skal takast í álvara. Tað skal samtykkjast við eini bráfangis og bindandi samtykt frá Trygdarráðnum hjá ST um vápnahvíld alt fyri eitt. Trygdarráðið má spæla leiklutin, tað varð setta á stovn til. USA og aðrir limir í Trygdarráðnum mugu handla nú fyri at støðga ófatiligu líðingini í Gazageiranum og fyri at tryggja, at stríðið ikki vindur upp á seg – eldur má ikki setast á Miðeystur, og spreiða seg víðari til restina av heiminum.
– USA og hinir limirnir í Trygdarráðnum hjá ST hava eina greiða skyldu undir altjóða lóg at verja ímóti grimdargerðum. Einki rættvísger at áhaldandi forða fyri týdningarmiklum stigum hjá Trygdarráðnum at støðga sivilum blóðbaði, fullkomna skrædlinum av humaniteru skipanini, og enntá verri ræðuleikum orsaka av at samfelagsskipanir detta sundur og umfatandi burturrekingini av sivilum.
– moralskur greidleiki, altjóða leiðsla og bráðneyðuga skyldan at verja sivil má sigra við eini samtykt um vápnahvíld. Hvønn minutt vit bíða, doyggja fólk, og vandin fyri at altjóða friðurin dettur sundur verður øktur. Selektiv virðing av altjóða lóg skal støðga. Vit hava einfalt ikki tíðina til drál ella politiskt spæl.
Grein 99
Tað var ein sjáldsom hending, tá ST aðalskrivarin Antonio Guterres nýtti grein 99 í ST sáttmálanum, og í brævi til Trygdarráðið hjá ST 6. desembur heitti á at seta vápnahvíld í verk. Hann ávaraði ímóti álvarsamum vanda fyri einum skrædli av humaniteru skipanini, og eini vanlukku við møguleika fyri óbroytiligum avleiðingum fyri allar palestinar og fyri frið og trygd í økinum.
Grein 99 er ein áseting í ST sáttmálanum, sum loyvir aðalskrivaranum at gera Trygdarráðið vart við eitt hvørt, sum eftir hansara meting, kann hótta altjóða frið og trygd.
Seinastu ferð ein ST aðalskrivari brúkti grein 99 var í 1989, tá stríð var í Libanon. Tá kravdi Trygdarráðið vápnahvíld.