26.10.2023
Ísrael og hersettu palestinsku økini: Amnesty International heitir á at fáa í lag vápnahvíld
Amnesty International heitir á at fáa í lag eina vápnahvíld millum allar bólkar í Gazageiranum og Ísrael fyri at forða fyri, at fleiri ósek lata lív, fyri at tryggja lívsneyðuga hjálp inn í Gazageira og so umstøðurnar gerast betri at samráðast um at leyslata gíslarnar.
“Seinastu hálvutriðju vikurnar hava vit verið vitni til ræðuleikarnar, sum fara fram í ófatiliga stóran mun í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum. Fleiri enn tvær milliónir menniskju í Gazageiranum stríðast fyri at yvirliva mitt í eini vanlukkuligari humaniterari kreppu og talið av sivilum, sum hava latið lív, er uttan fordømi. Fleiri enn 6.546 fólk eru dripin í Gazageiranum og í minsta lagi 1.400 í Ísrael, og fólk í túsundatali eru løstað. Fleiri enn 200 fólk eru tikin sum gíslar av Hamas. Álvarsom brot á altjóða humanitera lóg, herundir krígsbrotsverk, av øllum pørtum í stríðnum halda fram við sama lag. Í slíkari oyðing og líðing, sum ikki áður er sædd, má menniskjaheitin sigra” segði Agnès Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
“Átrokandi átøk eru neyðug fyri at verja tey sivilu og forða fyri, at menniskjasliga líðingin versnar. Vit heita á allar limir í altjóða samfelagnum at standa saman og krevja eina humanitera vápnahvíld millum allar partar í stríðnum í stundini.”
Amnesty International tekur undir við mongu ST-stovnunum, serliga rapportørinum fyri mannarættindi í palestinska økinum í ST, aðalskrivaranum í ST og hásendiharranum fyri mannarættindi í ST, sum eisini krevja vápnahvíld millum partarnar.
Síðan ræðuligu álopini vórðu framd í syðra parti av Ísrael tann 7. oktobur, tá Hamas og onnur vápnaði stríðslið drupu í minsta lagi 1.400 fólk og tóku fleiri enn 200 gíslar, tey flestu sivil, hava ísraeksk herlið framt álop í túsundatali á Gazageiran, sambært ísraelskum myndugleikum. 6.546 fólk eru dripin, tey flestu sivil, og herav eru 2.704 børn, sigur palestinska heilsumálaráðið í Gazageiranum. Fleiri enn 17.439 fólk eru løstaði, og enn eru fleiri enn 2.000 deyð undir húsaleivdunum.
Tað kann fáa ómetaliga álvarsamar avleiðingar fyri vanliga fólkið í Gazageiranum, um Ísraelski herurin fer inn í Norðurgaza, sum er fráboðað teimum, sum enn eru stødd har. Sivil í Ísrael eru eisini fyri álopum, sum ikki silja ímillum sivil og hernaðarlig mál, frá Hamas og øðrum vápnaðum stríðsliðum í Gazageiranum.
“Hava vit í huga menniskjaligu vanlukkana í Gazageiranum, vit áður ikki hava sæð, og sum verður verri fyri hvønn dag, er ein vápnahvíld millum partarnar avgerðandi fyri, at hjálparfelagsskapir kunnu fáa neyðugu hjálpina inn í Gazageiran og útflýggja hjálpina trygt og treytaleyst. Sjúkrahús kunnu fáa lívsneyðugan heilivág, vatn og útgerð, tey alneyðugt hava tørv á umframt at deildir, sum hava fingið skaða, kunnu setast í stand” segði Agnés Callamard.
“ein vápnahvíld, ið varð fingin í lag í stundini, er eisini besti máti at verja sivil, tí stríðandi partarnir halda áfram við álvarsomu álopunum. Tað kundi forðað fyri vaksandi talinum av deyðum í Gazageiranum og kundi skapað ein møguleika at tryggja, at gíslar trygt vórðu leyslatnir.”
Amnesty International hevur skjalprógvað krígsbrotsverk framd av Ísrael og Hamas og øðrum vápnaðum stríðsliðum. Við eini vápnahvíld hevði eisini verið gjørligt at gjørt óheftar kanningar – m.a. av altjóða revsidómstólinum og óhefta kanningarkommissjónini fyri hersettu palestinsku økini – av mannarættindabrotum og krígsbrotsverkum framd av øllum pørtum í stríðnum. Arbeiðið hjá hesum stovnum er avgerðandi fyri at støðga krígsbrotsverkunum og brotsverkum móti mannaættini, fyri at forða fyri, at ræðuleikarnir endurtaka seg og fyri at loysa grundleggjandi orsøkirnar til hetta stríðið, sum m.a. er ísraelska apartheitskipanin móti palestinum.
Amnesty International endurtekur áheitanirnar um at:
- allir partar støðga ólógligu álopunum m.a. álopum, ið ikki skilja millum sivil og hernaðarlig mál; tilætlaðum álopum á sivil og sivilar lutir; og óproportionellum álopum
- Ísrael beinanvegin loyvir humanitera hjálp inn í Gazageiran, at Ísrael støðgar stongslinum av Gazageiranum og gevur óheftu kanningarkommissjónini atgongd til hersettu palestinsku økini
- altjóða samfelagið setur í verk eitt vápnaforboð móti øllum pørtum í stríðnum, tí brot á altjóða lóg fara fram
- kanningin hjá Altjóða Revsidómstólinum, sum er í gongd, skal halda áfram og fáa neyðugan stuðul og umstøður
- Hamas og øll onnur vápnaði stríðslið leyslata gíslarnar beinanvegin og treytaleyst, fara væl við teimum og veita teimum læknahjálp
- Ísrael leysletur allar palestinar, sum tilvildarliga eru afturhildnir
- grundleggjandi orsøkirnar til stríðið verða loystar, herundir at ísraelska apartheidskipanin móti palestinum verður avtikin