20. oktobur 2023
Greið prógv um krígsbrotsverk
Meðan ísraelsk hernaðarlið økja um vanlukkuligu álopini á Gazageiran, hevur Amnesty International skjalprógvað ólóglig álop. Álopini, har tað ikki verður skilt millum sivil og hernaðarlig mál, og sum hava viðført dráp av sivilum í túsundatali, skulu kannast sum krígsbrotsverk.
Amnesty International hevur tosað við eygnavitni og við fólk, sum eru komin undan við lívinum, vit hava greinað verifiseraðar myndir, filmsbrot og satelittmyndir fyri at kanna álopini, sum vórðu framd av ísraelskum hernaðarliðum millum 7. og 12. oktobur, og sum førdu við sær ræðuliga oyðing og í summum førum drap heilar familjur.
Her eru fimm tilburðir, vit hava kannað, og fevna teir um álop á bústaðarbygningar, eina flóttafólkalegu, eitt heim og ein marknaða. Hesi álopini eru í stríð við altjóða humanitera lóg m.a. tí, at neyðugu fyrilitini ikki vóru tikin um at verja sivil og sivilan infrastruktur; talan er um álop, har ikki var skynað ímillum sivil og hernaðarlig mál; og álop, sum tilætlað kunnu hava verið rættaði sivilum málum.
“í fráboðanini um ætlanir teirra at brúka øll ráð at leggja Hamas í oyði, hava ísraelsk hernaðarlið víst eina skakandi líkasælu fyri sivilum lívi. Tey hava lagt gøtur eftir gøtur við bústøðum í oyði, sum hevur dripið ómetaliga nógv sivil og oyðilagt týdningarmiklan infrastruktur, samstundis sum at nýggju avmarkingarnar merkja, at Gazageirurin skjótt ikki hevur meira vatn, heilivág, brennievni og streym. Vitnisfrágreiðingar hjá sjónarvitnum og yvirlivandi leggja ferð eftir ferð dent á, hvussu ísraelsk álop drepa palestinskar familjur, og sum hava viðført eina slíka oyðing, at avvaðandi, sum eru komin undan við lívinum, hava bara múrsteinsbrot at minnast teirra kæru við” segði Agnès Callamard, altjóða alaðskrivari í Amnesty International.
“Teir fimm tilburðirnir vit her leggja fram, nerta einans yvirflatina av ræðuleikunum, sum Amnesty hevur skjalprógvað, og vísa oyðileggjandi avleiðingarnar, sum ísraelsku álopini hava á fólk í Gazageiranum. Í 16 ár hevur ólógligi stongsilin av Gazageiranum ført til heimsins stórsta fongsul – nú má altjóða samfelagið gera alt fyri at forða, at hetta verður heimins størsti kirkjugarður. Vit heita á ísraelsk hernaðarlið um at støðga ólógligu álopini á Gazageiran og tryggja, at tey taka øll fyrilit fyri at minka um skaðan á sivil og sivil mál. Seimeintu við Ísrael skulu beinenvegin seta í verk eitt umfatandi vápnaforboð, tí álvarsom brot á altjóða lóg verða framd”.
Millum 7. og 20. oktobur hava ísraelsk hernaðarlið framt luftálop í túsundatali á Gazageiran og dripið í minsta lagi 3.793, herav fleiri enn 1.500 børn, sambært palestinska heilsumálaráðnum í Gazageiranum. Umleið 12.500 fólk eru særd og fleiri enn 1000 lík eru enn undir húsleivdunum.
Álopini, sum Hamas og onnur palestinsk vápnaði stríðslið framdu 7. oktobur á Ísrael, drupu fleiri enn 1.400 fólk og løstaði áleið 3.300 fólk, sambært ísraelska heilsumálaráðnum. Vápnaðu palestinsku stríðsliðini, sum sendu rekettir inn í Ísrael, ið raktu sivil mál, og sum fóru inn í sunnara part av Ísrael, framdu krígsbrotsverk, sum fevna um tilætlað dráp á sivil, gíslatøkur og rakettálop, ið ikki skilja millum sivil og hernaðarlig mál. Ísraelski herurin metir, at palestinsku stríðsliðini tóku fleiri enn 200 sivilar gíslar og herfólk við inn aftur í Gazageiran.
“Amnesty International heitir á Hamas og onnur vápnaði stíðslið um at leyslata allar sivilar gíslar og beinanvegin gevast við at skjóta rakettur, ið ikki skyna ímillum sivil og hernaðarlig mál. Tað er eingin grundgeving fyri tilætlaðum drápi á sivil undir nøkrum umstøðum” segði Agnès Callamard.
Fáar tímar eftir at, at Hamas leyp á Ísrael, svaraði Ísrael aftur við ógvusligum bumbuálopum á Gazageiran. Eftir tað hava Hamas og onnur vápnaði palestinsk stríðslið hildið áfram at skjóta sivil mál í Ísrael. Álop, sum skulu kannast sum krígsbrotsverk. Á Vestara áarbakka og Eystur Jerusalem vóru tann 20. oktobur í minsta lagi 79 palestinar, herav 20 børn, dripin av ísraelskum herliðum ella ísraelskum búsetarum.
Ísraelski herurin hevur úttalað seg um, at einans hernaðarlig mál eru fyri álopum, men í fleiri førum hevur Amnesty International ikki megnað at funnið prógv fyri, at stríðsfólk ella onnur hernaðarlig mál vóru nærhendis, tá ið álopini vórðu framd. Amnesty International fann eisini út av, at ísraelski herurin ikki tók øll fyrilit, sum møguleiki var fyri, áðrenn álopini vórður framd m.a. fingu sivilir palestinar ikki greiðar ávaringar áðrenn álopini. Í summum førum vórðu tey sivilu ikki ávaraði, og í øðrum førum vóru ávaringar ónøktandi.
“Okkara kanningar vísa týðilig prógv um krígsbrotsverk í ísraelsku bumbuálopunum, sum skulu kannast beinanvegin. Áratíggju uttan revsiligarloysi og órættvísi og higartil eitt ósæð vav av deyða og oyðing av hesum álopinum fer einans at úrslita í øktum harðskapi og óstabiliteti í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum” sigur Agnès Callamard.
“Tað er avgerðandi, at skrivstovan hjá ákæranum hjá Altjóða Revsidómstólinum ger átrokandi kanningina, sum longu er í gongd, av krígsbrotsverkum og øðrum brotsgerðum sambært altjóða lóg framd av øllum partum. Uttan rættvísi og avtøku av ísraelska apartheidskipanini móti palestinum verður ikki endi á ræðuligu lýðingini hjá teimum sivilu, vit eru vitnu til”
Hjartaleysa bumbingin av Gazageiranum hevur elvt til ófatiliga lýðing fyri menniskju, sum longu eru í einari álvarsamari humaniterari kreppu. Aftaná 16 ár undir ólógliga stongslinum av Gazageiranum er heilsuverkið við at vera í sorli, og fíggjarliga støðan er í smildri. Sjúkrahús hokna undir, megna ikki stóra talið av løstaðum og eisini manglar lívsneyðugur heilivágur og útgerð.
Amnesty International heitir á altjóða samfelagið um at heita á Ísrael um at slíta stongsilin, sum hevur kvett fyri mati, vatni, steymi og brennievni til íbúgvararnar í Gazageiranum. Eisini heita vit á, um at humaniter hjálp umgangandi og ótarnað verður loyvd inn í Gazageiran. Altjóða samfelagið má harafturat leggja trýst á Ísrael um at slíta stongsilin, sum svarar til eina kollektiva revsing av vanliga fólkinum í Gaza. Tað er eitt krígsbrotsverk og er ein avgerðandi liður í ísraelska apartheidskipanini. Ísraelsku myndugleikarnir skulu strika evakueringsboðini av Norðurgaza, sum kann viðføra eina tvungna burturrekin av fólkinum.
Tey sivilu í Gazageiranum rinda prísin
Frá 2012 hava ísraelskir myndugleikar ávíkavist noktað ella ikki svarað aftur upp á fyrispurningar frá Amnesty International um at sleppa inn í Gazageiran. Av hesi orsøk hava vit samstarvað við ein, sum er staddur í Gazageiranum. Samstarvsfelagi okkara hevur vitjað støð, sum hava verið fyri álopum og hevur eisini savnað inn vitnisfrágreiðingar og onnur prógv. Eisini hava kanningarfólk hjá Amnesty gjørt telefonsamrøður við 17 sjónarváttar, avvarðandi og fólk, ið hava yvirlivað álop. Crisis Evidence Lab hjá Amnesty hevur greinað satellitmyndir umframt verifiseraðar myndir og filmsbrot av støðum, sum hava verið fyri álopum.
Í hesum fimm tilburðunum, fann Amnesty International út av, at ísraelsk herlið framdu álop, sum bróta við altjóða humanitera lóg m.a. tí tey fyrilitini, sum vóru møgulig at taka fyri at verja sivil, ikki vórðu tikin; fyri at fremja álop, sum ikki skyna millum sivil og hernaðarlig mál; og við at fremja álop, sum tilætlað kunnu hava verið rættaði sivilum málum.
Sambært altjóða humaniterari lóg skulu allir partar í einum stríði til alla tíð skyna millum sivil og hernaðarlig mál. Beinleiðis álop á sivil ella sivilan infrastruktur er bannað og er eitt krígsbotsverk. Óproportionell álop, har væntaði skaðin á sivil ella sivilar lutir er ovurstórur í mun til tann væntaða hernaðarliga fyrimunin, eru eisini bannaði. At tilvitað fremja eitt óproportionelt álop er eitt krísgsbrotsverk.
Heilar familjur dripnar
Umleið kl. 20.20 tann 7. oktobur lupu ísraelsk hernaðarlið á ein íbúðarbygning í trimum hæddum í al-Zeitoun-býarpartinum í Gaza býi, har trý ættarlið í al-Dos familjuni vóru stødd. 15 familjulimir vórðu dripnir í álopinum, og sjey av teimum vóru børn. Millum tey dripnu eru Awni og Ibtissam al-Dos og teirra fimm børn. Adam, sum var 18 mánaðir, var yngsti familjulimurin, ið varð dripin.
Mohammad al-Dos, hvørs 5 ára gamli sonur varð dripin í álopinum, segði við Amnesty International:
“tvær bumbur duttu knappliga á bygningin og legði hann í oyði. Kona mín og eg vóru heppin at yvirliva, tí at vit búðu ovast. Hon var upp á vegin í 9. mánaði, og átti á al-Shifa sjúkrahúsinum dagin eftir. Okkara familja er týnd.”
Amnesty International gjørdi samrøðu við ein granna, hvørs bústaður var skaddur av álopinum. Eins og Mohammad al-Dos segði hann, at hann hevði ikki fingið fráboðan frá ísraelskum hernaðarliðum og heldur ikki hevði nakar í hansara familju fingið tað.
“tað var brádligt, boom, eingin segði okkum nakað” segði hann.
At fleiri sivil fólk vóru í bygninginum, tá ið álopið hendi, samsvarar eisini við vitnisfrágreiðingar hjá yvirlivandi, sum søgdu okkum, at ísraelsk hernaðarlið ikki góvu nakra fráboðan um álopið. Tað tók avvarðandi, grannum og bjargingarfólkum fleiri enn seks tímar at fáa líkini undan húsaleivdunum.
Kanningarnar hjá Amnesty International hava ikki víst nøkur prógv um hernaðarlig mál í umráðnum, tá ið álopið fór fram. Um ísraelsk hernaðarlið lupu á íbúðarbygningin vitandi um, at tað vóru sivil til staðar, tá ið alopið hendi, er hetta eitt beinleiðis álop á sivil og sivilt mál, sum er bannað, og er eitt krígsbortsverk. Ísrael gav onga frágreiðing um hesa hendingina, hóast tað er skylda hjá partinum, sum leypur á, at prógva legitimitetin av hernaðarligu gerðunum. At sleppa bumbum á ein íbúðarbygning, fullan av sivilum, mitt í einum fjølbygdum øki, har avleiðingarnar vórðu so nógv dripin og slík oyðing, kann ikki rættvísigerast.
Tann 10. oktobur rakti eitt ísraelsk luftálop húsið hjá familjuni Hijazi í al-Sahaba Street í Gaza býi. 12 familjulimir og fýra av grannunum vórðu dripnir. Trý børn vóru millum tey dripnu. Ísraelski herurin segði, at álopini vórðu rættaði Hamas-málum í umráðnum, men góvu ikki gjøllari frágreiðing, og góvu heldur ikki prógv fyri, at talan var um hernaðarligt mál. Kanningar hjá Amnesty International hava ikki funnið prógv fyri hernaðarligum málum í økinum, tá ið álopið fór fram.
Amnesty tosaði við Kamal Hijazi, sum misti eina systur, tveir beiggjar og konur teirra, tvey syskinabørn og fimm børn hjá syskjunum. Hann segði:
“okkara familjuheim, eitt hús í trimum hæddum, varð bumbað kl. 17.15. Tað var brádligt uttan nakra ávaring; tí vóru øll heima.”
Ahmad Khalid Al-Sik, ein av grannunum hjá Hijazi-familjuni, varð eisini dripin. Hann var 37 ár og hevði trý smá børn, sum øll vórðu løstað av álopinum. Pápi Ahmad greiddi frá hendingini:
“Eg var heima í okkara íbúð, og Ahmad var niðriundir, tá húsið yviriav [tað hjá Hijazi-familjuni] varð bumbað, og hann varð dripin. Hann skuldi klippast hjá frisørinum, sum er beint við síðurnar av inngongini til okkara bygning. Tá ið Ahmad fór avstað fyri at verða kliptur, ímyndaði eg mær ikki, at eg ikki fór at síggja hann aftur. Bumbingin var brádlig, óvæntað. Tað var eingin ávaring; fólk vóru upptikin við teirra gerandisuppgávum.”
Barberurin, sum skuldi klippa Ahmad, varð eisini dripin.
Sambært úrslitum hjá Amnesty international vóru eingin hernarlig mál í húsinum ella tætt við, og tað boðar frá, at hetta kann vera eitt beinleiðis álop á sivil og eitt sivilt mál. Tað er eitt krígsbrotsverk.
Ónøktandi ávaringar
Amnesty International kom fram á nógv dømi um, at ísraelski herurin annaðhvørt ikki hevði ávarað sivil ella givið ónøktandi ávaringar um álop. Í nøkrum førum kunnaðu herðliðini ein persón um álop, sum raktu heilar bygnindar ella gøtur við fólki. Eisini eru fleiri dømi um, at herlið sendu ógreið boð um evakueringar, sum førdi við sær, at íbúgvarnir vóru óviss um, nær álopið fór at verða framt. Í ongum førum tryggjaðu ísraelsk herlið, at sivil høvdu eitt trygt stað at evakuera til. Álopið á marknaðin í Jabalia er eitt prógv um júst hetta; fólk, sum høvdu fingið evakueringsboð og høvdu flýggjað til Jabalia, vórðu dripin í álopinum á marknaðin.
Tann 8. oktobur rakti ísraelsk luftálop flóttafólkaleguna Nuseirat miðskeiðis í Gazageiranum. Mohammed og Shuruq al-Naqla og tvey av børnum teirra, Omar, sum var trý ár og Yousef, sum var fimm ár, vórðu dripin. Tvey ára gamla dótturin, Mariam, og trý ára gamli bróðursonin, Abdel Karim, vórðu løstaði. Umleið 20 onnur fólk vórðu løstaði í álopinum.
Ismail al-Naqla, beiggi Mohammed og pápi Abdel Karim, segði við Amnesty International, at nábúgvi teirra fekk eina uppringing frá ísraelska herinum uml. kl. 10.30 við eini ávaring um, at bygningur hjá honum fór at verða bumbaður. Ismail, Mohammed og familjur teirra fóru beinanvegin úr bygninginum eins og nábúgvarnir gjørdu. Uml. kl. 15.30 hevði einki álop verið, so al-Naqlas og hini fóru heim aftur eftir neyðsynjavørum, men ætlaðu sær avstað aftur beinanvegin. Ismail segði frá, at tey hildu, at tað var trygt at gera tað, tí at fimm tímar vóru farnir síðan ávaringina.
Men júst meðan tey vóru heima aftur, rakti ein bumba beint við, og legði heimið hjá al-Naqlas í oyði og skaddi onnur hús í økinum. Mohammed og familja hansara vóru í túninum, tá ið tey vórðu dripin av álopinum. Ismal segði, at hann sá partar av heilanum hjá Yosef, bróðursoninum, og segði, at kroppurin hjá trý ára gamla Omar ikki var at finna undir húsaleivdinum fyrr enn dagin eftir. Eisini segði hann við Amnesty International, at Mariam og Abdel Karim, tey tvey børnini sum yvirlivdu, vórðu útskrivaði av sjúkrahúsinum beinanvegin, tí sjúkrahúsini í Gazageiranum eru full við løstaðum.
Hóast íbúgvar verða ávaraðir um álop, tekur tað ikki skyldina frá pørtinum, sum tey hava sambært altjóða humaniterum rætti. Tá hugsað verður um longu tíðina, sum gekk, eftir at ávaringin varð givin, átti ísraelska herliði at hava kannað, um sivil vóru á staðnum. Hetta er eitt krígsbrotsverk, um talan er um beinleiðis álop á sivilt mál.
“øll leitaðu eftir sínum børnum”
Umleið kl. 10.30 tann 9. oktobur raktu ísraelsk luftálop ein markna í Jabalia flóttafólkaleguni, sum liggur nakrar kilometrar norðan fyri Gaza bý. 69 fólk vórði í minsta lagi dripin. Hendan marknaðargøtan er ein tann mest vitjaða handilsgøtan í norðara parti av Gazageiranum. Og hendan dagin vóru fleiri fólk enn vanligt, tí fólk í túsundatali høvdu flýggjað haðar, eftir at tey høvdu fingið sms-boð frá ísraelska herinum um at evakuera.
Crisis Evidence Lab hjá Amnesty International greinaði seks filmsbrot, sum vístu eftirleikirnar av luftálopinum á Jabalia marknaðin. Myndirnar vísa eitt fjølbygt øki við bygningum í fleiri hæddum. Filmsbrot og satelittmyndir frá eftirleikunum vísa í minsta lagi tríggjar hábygningar, sum eru lagdir í oyði umframt fleiri aðrar bygningar, sum hava fingið nógvan skaða ella vóru púra lagdir í oyði.
Sambært ísraelska herinum siktaðu tey eftir “einari moské, har limir í Hamas høvdu verið”, tá álopini rakti marknaðin í Jabalia flóttafólkaleguni, men ísraelski herurin hevur ikki víst á nakað, sum prógvar hesum. Satelittmyndir, sum Amnesty International hevur greinað, vísa onga moské tætt við marknaðargøtuna.
Bygt á vitnisfrágreiðingar, satelittmyndir og verifiseraði filmsbrot var ikki skilt millum sivil og hernaðarlig mál í álopinum, sum endaði við nógvum sivilum drápum. Álopið skal kannast sum eitt krígsbrotsverk.
Imad Hamad, 19 ár, varð dripin í álopunum á marknaðin, meðan hann var ávegis at keypa breyð og madrassur til familjuna. Pápi hansara, Ziyad Hamad, greiddi Amnesty Internaitonal frá, hvussu teira familja dagin áðrenn var farin frá heimi teirra í Beit Hanoun, eftir at hava fingið ein ávaring frá ísraelska herinum. Tey høvdu gingið 5 km. til ein skúla, rikin av ST, og sum virkaði sum kreppumiðstøð í Jabalia flóttafólkaleguni, og tey vóru stødd har á skúlanum, tá Amnesty tosaði við Ziyad og familjuna.
Á túrinum hevði sonur hansara, Imad, borið lítlabeiggja sín á herunum. Dagin eftir, segði Ziyad við Amnesty Internaitonal, bar nú bar hann líkið hjá Imad á sínum herunum.
Ziyad greiddi frá um ræðuligu sjónina, hann fekk, tá hann trein inn í líkhúsið. Millum mongu líkini fann líkið av egna soni sínum.
“Kropparnir vóru brendir. Eg var bangin at hyggja. Eg vildi ikki síggja, eg var bangin fyri at síggja andlitið hjá Imad. Líkini lógu spreidd á gólvinum. Øll leitaðu eftir børnum sínum í hesum bunkunum. Eg kendi bara son mín aftur á buksunum. Eg vildi jarða hann beinanvegin, so eg bar mín son út. Eg bar hann.”
Tað var týðiligt, at Ziyad var vónleysur av tí órætti, hann hevði verið fyri:
“Hvat havi eg gjørt fyri at hava uppborið hetta?” spurdi hann.
“At missa son mín, at missa hús mítt, at sova á gólvinum í einari skúlastovu? Míni børn pissa í buks av ræðslu, ótta og kulda. Vit hava einki við hetta at gera. Hvønn feil hava vit gjørt? Eg havi uppalt mítt barn, alt mítt lív, til hvat? At síggja hann doyggja, meðan hann keypti breyð.”
Meðan kanningarfólk hjá Amnesty tosaði í telefon við Ziyad, hoyrdu vit eitt álop nærhendis.
Síðan kanningarfólk hjá Amnesty tosaðu við Ziyad tann 10. oktobur, eru umstøðurnar hjá innanhýsis burturriknum fólkum vorðnar enn verri, tí fólk í hópatali eru rýmd frá húsi og heimi av nógvu oyðingini og av stongslinum, ið varð settur í verk 9. oktobur.
“vit kunnu ikki ein gongd telja okkara deyðu”
Tann 10. oktobur kl. 16.30 rakti eitt ísraelsk luftálop ein bygning í seks hæddum í Sheikh Radwan, sum er ein býarpartur í Gaza býi. Álopið oyðilegði bygningin fullkomiliga og drap í minsta lagi 40 sivil.
Satelittmyndir vísa, at skaðar á bygningar á hesi gøtuni eru hendir millum kl. 12.11 tann 10. oktobur og kl. 7.30 tann 11. oktobur. Crisis Evidence Lab hevur verifiserað tvey filmsbrot, sum vórðu løgd út á sosialar miðlar, og sum vísa oyðingina av hesum íbúðarbygningin í Sheikh Radwan. Eitt av filmsbrotinum, sum varð lagt úr á netið tann 10. oktobur vísur fólk, sum toga líkið hjá einum deyðum pinkubarni undan húsaleivdunum.
Amnesty International tosaði við Mahmoud Ashour, hvørs dóttur, Iman, og hennara fýra børn, Hamza, 6 mánaðir, Ahmad, 2 ár, Abdelhamid, 6 á, og Rihab, 8 ár, øll vórðu dripin í álopinum.
Hann segði:
“Dóttir mín og børn hennara komu her fyri at finna friðarskjól, tí hetta økið var lutfallsliga trygt undir áloponum, sum hava verið. Men eg megnaði ikki at verja tey, eg havi eingi spor eftir av dóttir míni.”
Mahmoud segði frá um ógvusligu oyðingarnar:
“Eg tosi við teg nú, meðan eg royni at flyta húsaleivdirnar. Vit kunnu ikki eingongd telja okkara deyðu”
Fawzi Naffar, 61 ár, segði, at 19 av hansara familjulimum m.a. kona, børn og abbabørn hansara vórðu dripin av luftálopunum. Tá ið Amnesty International tosaði við Fawzi fimm dagar eftir álopið, hevði hann bara funnið leivdir av verdóttrini og eini økslina hjá soninum.
Okkara kanning vísur, at ein limur í Hamas hevði búð í bygninginum, men at hann ikki var har, tá ið álopið varð framt. Limaskapur í einum politiskum bólki ger ikki persónin í sjálvum sær til eitt hernaðarligt mál. Altjóða humaniter lóg krevur, at ísraelsk hernaðarligt taka øll fyrilit, sum kunnu takast, fyri at gera skaðan á sivil so lítlan sum møguligt, herundir at avlýsa ella útseta álop.
Hesi fyrivarni vórðu ikki tikin áðrenn luftálopið á Sheikh Radwan. Tað var vanligt, at nógv fólk vóru í húsinum, og eisini nógv børn. Tað var tí eyðsæð, at álopið fór at raka nógv sivil. Hetta er eitt álop, ið ikki skilti millum hernaðarlig og sivl mál, og sum drap og særdi sivil og skal kannast sum eitt krígsbrotsverk.
Amnesty International heitir á
Ísrelsku mynduleikarnir:
- støðga ólógligum álopum og virða altjóða humanitera lóg. Ísraelski herurin skal støðga við at fremja beinleiðis álop á sivil og sivilar lutir; skal tryggja, at øll fyrivarni, sum kunnu minka um skaðan á sivil og sivilan infrastruktur, verða tikin; støðgar við at fremja álop, ha rikki verður skilt millum sivil og hernaðarlig mál, og óproportionell álop.
- loyva humanitera hjálp inn í Gazageiranum beinanvegin
- slíta ólóliga stongsilin av Gazageiranum, sum svarar til kollektiva revsing
- seta úr gildi evakueringsboðini, sum hevur viðført, at fleiri enn ein millión menniskju er burturrikin
- loyva kanningarliðum inn í Gazageiran at savna inn prógv og vitnisfrágreiðingar
Altjóða samfelagið (serliga Ísraels sameintu, herundir EU-limalond, USA og Stórabretland):
- setur ítøkilig tiltøk í verk fyri at verja vanliga fólkið í Gazageiranum móti ólógligum álopum
- setur í verk ein vápnastongsul. Lond skulu støðga við at geva Ísrael vápn og hernaðarliga útgerð, herundir tøkni, lutir, tøkniliga hjálp, útbúgving, fíggjarligan stuðul ella aðra hjálp. Somuleiðis skulu hesi londini heita á tey londini, sum lata palestinskum vápnaðum stríðsliðum vápn, um at gevast beinanveg
- støðgar við at góðkenna brotsgerðirnar, sum Ísrael fremur í Gaza
- leggja trýst á Ísrael um at slíta stongsilin av Gazageiranum, sum hevur varðað í 16 ár
- syrgir fyri, at kanningin, sum altjóða revsidómstólurin er í gongd við av krígsbrotsverkum í Ísreal og hersettu palestinsku økjunum fær fullan stuðul og neyðugu umstøðurnar
Ákarin hjá Altjóða Revsidómstólinum, sum í løtuni ger kanning av krígsbrotsverkum í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum:
- fær skjótt úr hondum greitt átrokandi kanningina, sum er í gongd, og kannar øll uppáhald um krígsbrotsverk framd av øllum pørtum. Herundir kannar brostgerðir móti mannaættini, sum er ein avleiðing av ísaelska apartheidstýrinum
Hamas og onnur vápnaði palestinsk herlið
- beinanvegin støðga málrættaðum álopum á sivil; álop, sum ikki skyna millum sivil og hernaðarlig mál, og leyslatur gíslarnar beinanvegin og teytaleyst