12.10.2023
ÍSRAEL SKAL SETA ÚR GILDI ÓLÓGLIGA OG ÓMENNISKJALIGA STONGSILIN AV GAZAGEIRANUM
Tá einasta orkuverkið í Gazageiranum ikki hevur meira brennievni, verður støðan í Gazageiranum nógv verri, enn hon longu er. Við áhaldandi rakettálopunum úr Ísrael, er talan longu um eina humanitera kreppu fyri teir 2,2 milliónir palestinararnar, sum eru fangaðir í Gazageiranum.
“Ísraelsku myndugleikarnir skulu beinanvegin fáa elveitingina í gongd aftur og strika avmarkingarnar, sum vórðu álagdar av verjumálaráðharranum 9. oktobur og eisini strika 16 ára langa stongsulin av Gazageiranum. Kollektiva revsingin av fólkinum í Gazageiranum svarar til krígsbrotsverk – hon er grim og ómenniskjaslig. Sum hernaðarvald hevur Ísrael skyldu, sambært altjóða lóg, at nøkta grundleggjandi tørvir hjá sivila fólkinum”, sigur Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
Myrkaleggingin hevur lagt Gazageiran í myrkur og fer at gera humaniteru vanlukkuna enn verri, enn hon longu er. Streymslit hevur álvarsligar avleiðingar á týðandi tænastur t.d. atgongd til reint vatn og samskifti og atgongd til netið. Stongsulin fer at føra til eina fólkaheilsukatastrofu. Stongsilin forðar sjúkrahúsinum í Gazageiranum at geva heilsuhjálp, og júst nú læknar stríðast fyri at viðgerða tey løstaðu í túsundatali. Hetta setur lívið í vanda hjá sjúklingum, herundir tey við kroniskum sjúkum, tey við tørvi á intensivari røkt og nýføðingum við tørvi á lívsneyðugari læknahjálp. Streymslit fer eisini at avmarka alt samskifti og atgongd til netið.
Ein ísraelskur ráðharri hevur úttalað seg um, at ísraelsku mynduleikarnir ikki fara at seta streymin í gongd aftur ella lata vatn og brennievni inn aftur í Gazageiran, fyrr enn Hamas leysletur gíslarnar. Hetta er ein staðfesting av, at illgerðirnar frá ísraelsku myndugleikunum verða framdar fyri at revsa vanliga fólkið í Gazageiranum fyri álopini hjá Hamas og øðrum palestinskum vápnaðum stríðsliðum. Amnesty International endurtekur, at palestinar ikki hava ábyrgd av brotsgerðum hjá Hamas ella øðrum vápnaðum bólkum, og at Ísrael, sambært altjóða lóg, ikki skal føra vanligum palestinum líðing fyri gerðir, tey ikki hava nakað við at gera ella kunnu stýra.
“ræðuligu hópdrápini og aðrar álvarsamar brotsgerðir, sum palestinsk vápnaði stríðslið framdu á ísraelsk fólk, geva ikki Ísrael møguleika at sleppa sær undan skyldunum at virða altjóða humanitera lóg og verja vanliga fólkið. Kollektiva revsingin av sivilum í Gazageiranum tryggjar hvørki rættvísi til ofrini av krísgsbrotsgerðunum hjá Hamas og øðrum palestinskum vápnaðum bólkum ella trygd fyri sivil í Ísrael” segði Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International.
Amnesty international heitir á Ísrael um at tryggja tryggar vegir inn í og út úr Gazageiran til humanitera hjálp – herundir vatn, mat og brennievni – og so løstaði og onnur sivil kunnu flýggja undan stríðnum. Vit heita inniliga á altjóða samfelagið um at arbeiði fyri eini avtalu, sum tryggar hetta. Hvørki rættvísi ella tryggleiki í Ísrael verður tryggjað við at drepa og løsta sivil í túsundatali í Gazageiranum. Ísraelskir myndugleikar skulu gevast við ólógligu álopunum, ólógliga stongslinum og virða altjóða humanitera lóg.