13.10.2023
ÍSRAELSK HERNAÐARLIÐ HAVA BRÚKT SKOTVÁPN VIÐ HVÍTUM FOSFORI
Crisis Evidence Lab hevur váttað, at ísraelsk hernaðarlið hava brúkt skotvápn við hvítum fosfori. Í løtuni kanna vit álop, har varhugi er fyri, at skotvápn við hvítum fosfori hava verið brúkt t.d. í einum álopi við eitt hotell á strondini í Gaza býi.
Hvítt fosfor er eitt eldfimt evni, sum ofta verður brúkt at gera ein roykskerm ella at eyðmerkja mál við. Hvítt fosfor brennur við ógvuliga høgum hita, tá tað kemur í samband við súrevni. Tað kann halda á fram at brenna kemur tað á húðina, og brennur ofta heilt inn á bein. Pínan er ræðuliga og skaðarnir kunnu vera óbøtiligir. Hvítt fosfor kann ikki sløkjast við vatni.
Hvítt fosfor er ikki evnafrøðiligt vápn, og er í sjálvum sær ikki bannað sambært krígsins lógum. Men tað elvir til ræðuligar skaðar, og eigur ongantíð at verða nýtt í umráðum, har sivil eru.