Amnesty hevur sent landsstýrismanninum í útlendingamálum spurning um flóttafólkatilbúgving.
Les brævið her:
Góði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í útlendingamálum
Støðan á oynni Lesvos og í flóttafólkaleguni Moria er skakandi og tíverri enn ein ímynd av, hvussu vit í Evropa ikki hava megnað at hjálpa menniskjum í dýrastu neyð.
Heimurin brennur hjá hesum 12.500 fólkunum. Eldri fólk. Fólk við kroniskum sjúkum, børn, kvinnur, sum eru við barn, kvinnur við smábørnum og fólk við rørslutarni.Grikkaland stendur púra hjálparleyst uttan hjálp frá m.a. evropeiskum londum, og ígjár var greitt, at íalt 14 evropeisk lond hava bjóðað seg fram at hjálpa við at taka ímóti nøkrum av børnunum.
Í hesum sambandi vilja vit seta spurningin til Helga Abrahamsen, sum er avvarðandi landsstýrisfólk, um hvussu langt Føroyar eru komnar við at uppbyggja eina nøktandi tilbúgving, soleiðis at vit eisini kunnu hjálpa fólkum í neyð?Amnesty hevur í fleiri umførum víst á evnið, og víst á, at Føroyar mugu taka eina støðu. Vilja vit taka altjóða ábyrgd á flóttafólkaøkinum?
Vit vita, at landsstýrismaðurin í undanfarnu samgongu setti gongd á arbeiðið at lýsa økið, og vit hava fingið staðfest, at vit kunnu hjálpa. Tað er eisini greitt, at vit í roynd og veru móttaka fólk, sum koma her at søkja friðskjól í dag. Men tað er okkum ógreitt, hvørt føroysku myndugleikarnir hava sett gongd á arbeiðið við eini tilbúgving, soleiðis at vit virðiliga kunnu taka ímóti einum avmarkaðum talið av menniskjum í neyðstøðu.
Vit ynskja tí at spyrja landsstýrismannin í útlendingamálum, hvør støðan er í hesum máli.
– Hvussu langt eru vit komin við at uppbyggja eina nøktandi tilbúgving, soleiðis at vit kunnu hjálpaeinum avmarkaðum talið av neyðstøddum?
– Í hvønn mun er vilji til at hjálpa einum avmarkaðnum tali av menniskjum í neyðstøðu og harviðtaka altjóða ábyrgd á flóttafólkaøkinum?
Við virðing,
Amnesty International Føroyar
Les meira um flóttafólkaøkið her.