Eitt ár eftir at Jina Mahsa Amini varð dripin:
LATIÐ FAMILJURNAR SYRGJA Í FRIÐI
Gott ár er liðið síðan Jina Mahsa Amini doyði av løstinum, hon fekk, eftir at siðlagløgreglan í Teheran bardi hana av. Orsøkin var, at turriklæð hennara ikki sat, sum tað átti sambært iranskari lóg. Hetta gjørdist byrjanin uppá ein fólksligan uppreistur í Iran við mótmælum kring alt landið. Mynduleikarnir svaraðu ógvusligt aftur við harðskapi, handtøkum, drápum og avrættingum av mótmælisfólki.
Nýggj kanning hjá Amnesty International vísur, at familjurnar, sum nú sita eftir, ikki sleppa at syrgja í friði. Myndugleikarnir hava gjørt seg inn á gravir hjá fleiri av teimum, sum vórðu dripin í mótmælum. Summar gravir hava verið fyri herverki, og aðrar lagdar í oyði. Gravir eru smurdar í tjøru og máling, og eldur er settur á aðrar. Myndugleikarnir hava hótt við at oyðileggja gravsteinar, sum á onkan hátt vísa stuðul til uppreisturin, ella har tað er frámerkt á gravsteininum, at deyðin stóðst av politiskari kúgan.
Grøvin hjá Jinu Mahsu Amini er ein av grøvunum, sum hevur verið fyri herverki. Harumframt er kirkjugarðurin, har hon og fleiri onnur eru jarðaði, nú stongdur, so avvaðandi familjurnar ikki sleppa at vitja gravirnar. Kanningin hjá Amnesty International vísur eisini, at myndugleikarnir fremja ágang móti syrgjandi familjunum, og royna at forða fyri, at familjur sleppa at vitja og hava minnishald við gravirnar – eisini á føðingardøgum. Familjur, ið kortini hava savnast við gravirnar, hava sagt frá, at trygdarlið eru komin og sligið niður á minnishaldini og bukað og handtikið familjulimir. Syrgjandi familjurnar skulu sleppa at syrgja í friði, sigur Amnesty International
Eingi mørk eru fyri ræðuleikunum hjá iransku myndugleikunum.
Í einari daprari roynd at fjala brotsverkini, verður sorgin og pínslan
enn verri hjá avvarðandi familjunum, tí myndugleikarnir forða teimum
í at krevja rættvísi, finna sannleikan, fáa endurgjald ella bara at seta
blómur á grøvina hjá teirra kæru. Nú ársdagurin nærkast óttast familjurnar,
at myndugleikarnir fara at brúka teirra vanligu kúgandi snildir
at forða teimum í at hava minningarhald.
Diana Elthawy, varaøkisstjóri fyri Miðeystur og Norðafrika hjá Amnesty International.
Familjan hjá 21 ára gamla Zaniar Aboubakri, sum varð skotin av trygdarliðum 27. oktobur 2022, hevur verið fyri ágangi av myndugleikunum. Eftir drápið vórðu fleiri í familjuni fleiri ferðir innkallaði til avhoyringar, og vórðu tey ávaraði ímóti at halda minnishald fyri Zanair Aboubakri. Eisini hava myndugleikarnir hótt við at handtaka og drepa systir hansara, og at grava líkið av Zanair Aboubakri upp aftur, og grava tað niður aftur eitt loyniligt stað, um familja hansara ikki støðgar við at átala myndugleikarnar fyri deyða hansara.
Amnesty International hevur í seinasti frágreiðingini skjalprógvað, hvussu myndugleikarnir eru farnir við 36 avvarðandi familjum. Familjulimir hava verið fyri hevndargerðum fyri at hava átalað drápini, funnist at almennu frásagnunum um deyðsorsøkinar, heitt á myndugleikarnar um at taka ábyrgd av ræðugerðunum umframt fyri at hava skrivað atfinningarsom uppsløg á sosialum miðlum. Familjulimir eru handtiknir og afturhildnir, verið fyri tvingsilsahoyringum, ólógligum eftirliti og skuldsetingum bygdar á veikar og falsar ákærur, sum í summum førum hava ført til fongsulsrevsing og písking.
myndugleikarnir í Islamiska lýveldinum drupu óseka son mín,
setti beiggja mín og skyldfólk í fongsul, og kallaðu meg inn
til ákæruvaldið fyri at søkja rættvísi fyri drápið á son mín fyri at
fáa meg at tiga. Borgarar í Iran hava ikki rætt at mótmæla, og hvør
ein roynd at søkja frælsi, verður hildið niðri við størri valdsgerð.
Mamma 16 ára gamla Artin Rahmani, sum varð skotin av trygdarliðum 16. novembur í 2022.
Familjurar hava rætt at minnast teirra kæru, sum vórðu dripin undir uppreistinum uttan at óttast revistiltøk. Amnesty International heitir tí á altjóða samfelagið um at stuðla familjunum við at leggja trýst á myndugleikarnar í Iran, og heita á frásøgufrælsi, frælsi at savnast og at rætturin mótmæla friðarliga skal virðast. Familjurnar mugu verjast móti tilvildarligum handtøkum, hóttanum og øðrum revsiátøkum.