Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum 2018
Neyðtøka er fer fram í Evropa. Í stórum tali. Og tað er orsøkin til, at vit mugu tora at tosa um sex og samtykki. Tí sex uttan samtykki er neyðtøka. So einfalt er tað. Ella so einfalt átti tað at verið.
EVROPEISK KANNING
Í dag á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum almannakunngerð Amnesty eina frágreiðing um støðuna í Evropa, tá tað snýr seg um neyðtøku. Serligt ljós verður varpað á týdningin av at staðfesta, at sex uttan samtykki er neyðtøka. Og hetta skal síggjast aftur í lógarverkinum, eins og tað sjálvsagt eisini skal endurspeglast í hugburðinum hjá fólkinum og hjá teimum, sum arbeiða innanfyri rættarskipanina.
Frágreiðingin kann takast niður her HER.
Veruleikin er tíverri, at lógin í flestu evropeisku londunum ikki staðfestir, at sex uttan samtykki er neyðtøka.
EINANS 8 LOND Í EVROPA HAVA LÓGGÁVU SUM STAÐFESTIR, AT SEX KREVUR SAMTYKKI.
Tølini tala:
1 av 20 kvinnum í ES hava verið fyri neyðtøku eftir 15 ára aldur. Tað er áleið 9 milliónir kvinnur.
1 av 10 kvinnum í ES hava upplivað kynsligan harðskap eftir 15 ára aldur.
SEX UTTAN SAMTYKKI ER NEYÐTØKA, MEN LÓGGÁVAN ENDURSPEGLAR IKKI HETTA
Amnesty hevur kannað lóggávuna í 31 evropeiskum londum. Kanningin vísti, at einans 8 av 31 londum hvødu lóggávu, sum staðfestir, at sex krevur samtykki.
Londini flyta seg rættan vegin, tí djarvar kvinnur ganga á odda og krevja at londini tryggja teimum grundleggjandi kynslig rættindi.
Í 2018 gjørdu ávíkavist Ísland og Svøríki land nummar 7 og 8 í Evropa, sum staðfesta, at neyðtøka skal allýsast við manglandi samtykki.
Hini londini, sum hava staðfest hetta eru Ongland, Írland, Luxemburg, Týskland, Kypros og Belgia.
Í hinum londunum er ikki talan um neyðtøku fyrr enn harðskapur ella hóttanir eru partur av hendingini. Hetta hóast harðskapur ella hóttanir sum oftast als ikki eru partur av hendingini. Úrslitið er, at kvinnur, sum eru fyri neyðtøku, ikki fáa nøktandi rættartrygd og missa álit á skipanini, sum skal verja tær. Fáar melda og brotsmenninir sleppa uttan dóm.
Les meira um kanningina hjá Amnesty um støðuna í Evropa 2018
NEYÐTØKUR VERÐA IKKI MELDAÐAR Í EVROPA
Neyðtøka er eitt slag av kynsligum harðskapi sum hevur ógvusligar sálarligar og kropsligar avleiðingar. Øll kunnu gerast offur. Men tað er ein brotsgerð, sum í størstan mun rakar gentur og kvinnur.
Hóast brotsgerðin er so álvarsom, so vísir tað seg, at tølini fyri meldaðar neyðtøkur halda fram við at vera lá. Kvinnur velja heilt einfalt ikki at melda. Og orsøkirnar eru fleiri: óttin fyri, at fólk ikki trúgva einum, væntandi álit á rættarskipanini og stigmatiseringin, sum fylgir við.
Um ein velur at melda, eru útlitini fyri at málið kemur fyri rættin vánalig. Sakirnar verða ofta niðurlagdar. Úrslitið er, at brotsmaðurin ongantíð kemur fyri rættin, meðan offrið upplivir, at eins rættarkensla verður traðka á.
LÓG KANN BROYTA HUGBURÐ
At lóggáva livir upp til grundleggjandi mannarættindi fer ikki at loysa alt. Men tað er eitt stig á leiðini. Týdningarmesta stigið er at broyta hugburð. At vit øll gerast samd um, at sex uttan samtykki er neyðtøka, og rættarskipanin skal viðurkenna hetta.
Ein nýggj kanning vísir skakandi hugburð:
FLEIRI ENN 1 AV 4 ÍBÚGVUM Í EVROPA HALDA, AT SEX UTTAN SAMTYKKI Í ÁVÍSUM FØRUM KANN VERJAST. EITT NÚ, UM OFFRIÐ VAR ÁVIRKAÐ, VAR Í EGGJANDI KLÆÐUM, IKKI SEGÐI GREITT NEI ELLA IKKI STRÍDDIST ÍMÓTI.
FLEIRI ENN 1 AV 5 ÍBÚGVUM Í EVROPA HALDA, AT KVINNUR OFTA FINNA UPPÁ ELLA GERA AV, TÁ TÆR ÁKÆRA ONKRAN FYRI NEYÐTØKU.
Fordómarnir eru útbreiddir, og tað eru teir eisini í rættinum. Í 2013 vóru tríggir menn ákærdir fyri at hava neyðtikið eina 15 ára gamlari gentu við eini fløsku. Dómurin staðfesti: “People involved in sexual activities do things naturally to each other’s body in a spontaneous way, without asking for consent.” Dómarin helt eisini, at ein orsøk til, at gentan ikki vildi spreiða beinini var, at hon var “smæðin”.
Hendan sakin setti gongd á eina rørslu rópt “FATTA” (Fata tað!). Og hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at lóggávan í Svøríki nú er broytt, soleiðis at lógin staðfestir, at sex krevur samtykki.
HVØNN TÝDNING HEVUR SAMTYKKI FYRI SEX?
Samtykki hevur alt at siga, tá tað snýr seg um sex. Hóast hugtakið samtykki er einfalt, so uppstanda nógvir spurningar í samband við sex og samtykki:
Í samband við samlegu og sex mást tú vita, um viðkomandi eisini ynskir hetta. Vita og ikki gita.
Summi spyrja í hesum sambandi, um tey so mugu tryggja sær hetta við eini skrivligari avtalu. Og svarið er nei.
Tey mugu samskifta og tryggja sær, at alt, sum fer fram, byggir at sínamillum samtykki.
At tiga ella ikki at siga NEI, er ikki tað sama sum at geva samtykki. Hann, ið tegir, samtykkir møguliga ikki .
Tað skal ikki vera pínligt at spyrja, og tú skalt ikki halda á, um viðkomandi ikki við orðum ella kroppi samtykkir. Ivast tú? spyr! Ivast tú framveigs? Steðga!
Og um ein persónur er uttan vit, og viðkomandi ikki fær samskift við orðum ella kroppi. So kann viðkomandi ikki geva samtykki.
HER.
Og visti tú forrestin hetta HER um neyðtøku?
FRÆLSI FRÁ NEYÐTØKU ER EIN MANNARÆTTUR
Ein løgfrøðilig allýsing av, at neyðtøkur eigur av byggja á væntandi samtykki, er als ikki nakað nýtt ella slóðbrótandi..
Altjóða lóg hevur leingi staðfest hetta, og vit hava leingi havt ábyrgd av at liva upp til hetta.
Somuleiðis hava vit sum samfelag ábyrgd av at bróta niður røturnar til kynsliga harðskapin. Og hetta skal gerast bæði við lóg, men serstakliga við hugburðsbroytingum.
Og hesar hugburðsbroytingar verða í løtuni sparkaðar rættan veg. Kvinnur krevja síni rættindi við m.a. at rópa #MeToo
AMNESTY FØROYAR
Amnesty Føroyar hevur í fleiri ár arbeitt við hesum evni, og vit fara at halda fram við at arbeiða fyri at bøta um umstøðurnar hjá kvinnum, sum eru fyri kropsligum og kynsligum harðskapi. Í 2019 fara vit serliga at varpa ljós á vantandi møguleikarnar hjá offrum fyri neyðtøku at fáa nøktandi løgfrøðiliga kanning, har prógv verða goymd, uttan at offrið meldar tilburðin. Í nærmastu framtíð fara vit á fund við viðkomandi landsstýrisfólk, og vit vóna at fáa ítøkilig lyfti. Og vit fara framhaldandi at krevja broytingar í lóggávuni, soleiðis at prógvførslan skal byggja á fráveruna av samtykki heldur enn harðskap og tvingsul. Harafturat fara við framhaldandi at stríðast fyri eini hugburðsbroyting við nýggjum átakið um SAMTYKKI, og vit fara at ferðast kring landið í samband við VIKU SEX. Tí støðan í Evropa og Føroyuym er ikki nøktandi, tá tað snýr seg um rættartrygdina hjá teimum, sum eru fyri neyðtøku.